týsdagur 14. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 221 - 15. november 2006
tíðindi
Á borgarafundinum
fara norðoyingar at
siga frá sínum roynd
um frá samanlegg
ingum og har Jacob
Vestergaard fer at
greiða frá ætlanunum
hjá landsstýrinum
Kommunusaman
legging
Áki Bertholdsen
Týskvøldið 21. november
verður borgarafundur í Vági,
har kommunusamanlegging
er á skránni.
Annan desembur verður
fólkaatkvøða í Vági um komm
unusamanlegging. Tá sleppa
vágbingar at siga sína hugsan
um Suðuroy skal vera ein
kommuna, um hon skal vera
tvær kommunur, ella um Vágs
Kommuna framvegis skal
vera sjálvstøðug kommuna.
Og fyri at brynja vágbing
ar at seta krossin, skipar
Vágs Býráð fyri upplýsandi
borgarafundi týskvøldið, har
spurningurin um kommunu
samanlegging skal lýsast úr
ymsum sjónarhornum.
Á fundinum verður pall
borð, har kommunupolit
ikarar norðaneftir fara at
greiða frá teimum royndum,
teir hava av at leggja saman
og teimum sjónarmiðjum,
teir annars hava.
Teir, sum fara at greiða
frá, eru Rodmundur Nielsen,
sum var borgarstjóri í Runa
vík og sum eisini var ein
drívmegi aftanfyri kommunu
samanlegging á Skálafirði.
Somuleiðis fer Heðin Zach
ariasen, borgarstjóri í sam
anløgdu Sunda Kommunu at
siga frá teimum royndum, tey í
Sundalagnum hava av at leggja
saman. Johan Christiansen er
bygdaráðslimur í Leirvík og
hann var ikki so heitur fyri
at leggja Leirvík saman við
Gøtu og á fundinum í Vági
fáa vágbingar at vita, hví
hann ikki var tað og, hvørja
støðu, hann annars hevur til
spurningin.
Og seinasti kommunalpolit
ikari við pallborðið er Sigurð
Simonsen, borgarstjóri í
Fuglafirði, sum eisini fer at
siga sína hugsan.
Harumframt fer Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður
í innlendismálaráðnum at
greiða frá, hvørjar ætlanir,
hann hevur á økinum og við sær
hevur hann Hilmar Høgenni
úr innlendismálaráðnum, sum
fer at greiða frá tí teknisku
síðuni av eini samanlegging.
Og at enda fer Kirstin
Strøm Bech, borgarstjóri í
Vági at greiða frá støðuni hjá
Vágs Býráð.
Borgarafundur í Vági um samanlegging
Vágs Býráð vil
ikki tvingast at
leggjast saman við
Tvøroyrar kommunu.
Býráðslimir í Vági
vísa á, at í verki vísir
tað seg, at tað riggar
ikki við samstarvi
ímillum býráðini í
Vági og á Tvøroyri
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skulu kommunurnar í Suð
uroy leggja saman, skal øll
oyggin ikki tvingast at leggja
saman í eina kommunu.
Tað samtykti Vágs Býráð
einmælt í gjárkvøldið.
Á býráðsfundinum í
gjárkvøldið var kommunu
samanlegging til umrøðu.
Tað var Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri, sum
vildi hava býráðið at tosa
um spurningin um komm
unusamanlegging.
Tað gjørdi hon í kjalarvørr
inum á, at landsstýrið nú
hevur lagt uppskot fram um
eina sjálvbodna kommunu
samanlegging, har alt landið
er býtt sundur í sjey øki.
Í hesum sambandi er ásett,
at øll Suðuroyggin er eitt øki.
Í kjalarvørrinum á hesum
hevur Vágs Býráð eisini
lagt málið um kommunu
samanlegging út til fólka
atkvøðu í Vági og hon verður
annan desembur.
Á hesi fólkaatkvøðu sleppa
vágbingar at siga sína hugsan
um Suðuroy skal verða ein
kommuna, um hon skal vera
tvær kommunur ella um Vágs
kommuna framhaldandi skal
vera sjálvstøðug kommuna.
Borgarstjórin vísti á, at
undanfarin býráð hava sagt
sína hugsan um kommunu
samanlegging, men hon
metti, at hetta býráðið átti
eisini at taka eina støðu til
málið.
Og støðan hjá Vágs Býráði
er púra greið: Skulu kommun
urnar í Suðuroy leggja saman,
skulu møguleikar skapast fyri
at oyggin kann leggja saman í
tvær kommunur.
Semja um tvær
kommunur
Sjálv staðfesti Kirstin Strøm
Bech, at hon framvegis
stendur fast við tað, hon
hevur sagt áður, at skulu
kommunur í Suðuroy leggja
saman, skal talan vera um
tvær kommunur.
– Tað er ov víttgangandi
at leggja alla oynna saman í
eina kommunu beinanvegin.
Tí eiga vit at byrja við tveim
um kommunum. Um talan
so verður um eina kommunu
í framtíðini, er so ein onnur
søga.
Sølvi Andreasen tók fult
undir við, at skal saman
legging verða, skal Suðuroy
verður tvær kommunur.
Hann hevur altíð havt tað
sjónarmið, at kommunurnar
skuldu byrja við at samstarva,
áðrenn tær løgdu saman. Men
veruleikin vísir, at samstarv
ímillum Vágs Kommunu og
Tvøroyrar Kommunu virkar
ikki.
Hans J. Joensen staðfesti,
at ætlanin hjá landsstýrinum
um sjálvbodna kommunu
samanlegging, er ikki
sjálvboðin, tí talan er um
eini harraboð. Tað einasta,
landsstýrið tosar um, er
at Suðuroy skal vera ein
kommuna.
– Men Vágs Býráð eigur at
krevja, at vit fáa møguleika
at leggja oynna saman í tvær
kommunur. Og hann stað
festi eisini, at fólksins vilji
eigur at virðast.
Svenning Borg staðfesti,
at talan er um eitt stórt mál
og hann metti, at tað er rætt,
at skal leggjast saman, er
tað rætt, at tað verður gjørd
stigvíst.
Eisini hann staðfesti, at
tað ber ikki til at samstarva
ímillum allar kommunurnar
og tí ber heldur ikki til at
leggja alla oynna saman í
eina kommununu.
Dánjal Bjarkhamar vísti
á, at verður talan um saman
legging, eigur Vágs Býráð
at krevja, at syðra helvt í
Suðuroy kann fáa somu
funktiónir, sum aðrar komm
unur fáa. Eisini hann mælir
til, at skal samanlegging
verða, er rætt at byrja við
tveimum kommunum í
Suðuroy, so fer gongdin at
vísa, hvat framtíðin hevur
at bjóða.
Eisini Ásgerð Stenberg stað
festi, at skal samanlegging
verða, er rættast, at Suðuroy
er tvær kommunur.
Vilja ikki tvingast saman
við tvørafólki
Kommuna í neyð
Grønlendska kommunan Qaanaaq er í so álvarssomum
fíggjarligum trupulleikum, at hon hevur biðið landsstýrið í
Nuuk um hjálp. Í gjár samtykti landsstýrið, at kommunan
skal fáa sjey milliónir krónur í láni, men tað verður ikki
treytaleyst. Tvørturímóti krevur landsstýrið, at kommunan
skal fáa fíggjarviðurskiftini í rættlag, og at hon skal hava
avlop á fíggjarætlanini trý tey næstu árini. Harafturat skal
lánið rindast aftur innan 1. mai í 2009.
2007 snið hjá Barbaru í Gongini
Á altjóða mótapallinum er Barbara í Gongni eitt av fremstu føroysku umboðunum. Hennara
snið eru vird víða um. Í hesum døgum verða partar av 2007 kollektiónini hjá føroyska
sniðgevanum víst sum myndafrásøgn á planet.fo. Her ber til at síggja nakað av tí nýggjasta
innan hennara snið.
Sambært heimasíðu síni sniðgevur Barbara í Gongini klæði, ið venda sær til kvinnur í
aldrinum 18-45 ár. Hetta eru kvinnur, ið hava ein modernaðan hugburð og sum vísa sína
attitúdu. Hesar kvinnur eru sjónligar og lita sítt umhvørvi, tær seta dagskránna og flyta
uttaru mørkini. Við síni útsjónd hátíðarhalda tær fjølbroytni og tað óstøðuga.
Fleiri av sniðunum, ið verða víst fram eru snið, ið Barbara vísti fram á Funky Faroe
Islands herfyri.
nud
Vágbingar eiga at krevja, at tað skal bera til at sleppa undan at leggja Suðuroy saman í tvær kommunur, heldur eitt einmælt Vágs
Býráð