týsdagur 14. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 220 - 14. november 2006
tíðindi
Fyritøkan Farex
hevur selt fisk kring
allan heimin síðani
1997. Men teir hava
eisini havt eitt stórt
ynski um at skapa
nakað á føroyskari
jørð, í hjartanum í
høvuðsstaðnum.
Ein av hesum
ætlanum er ein
bygningur við 30
íbúðum, sum bert eru
ætlaðar eldri fólki. Og
sum skilst er áhugin
fyri hesi byggingini
ovurhonds stórur,
hóast ætlanin ikki
verður alment
kunngjørd fyrrenn í
Sosialinum ídag!
Eldraíbúðir
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: – Hetta skal verða
eitt stað og eitt hugnaheim,
har fólkini fara at trívast og
sum tey siga um: - Her vil
eg verða!, sigur Rói Egholm,
stjóri í Farex.
Hann og aðrir hava í eina
tíð arbeitt við eini serstakari
og forvitnisligari ætlan: At
byggja ein íbúðarbygning
við 30 íbúðum og í fimm
hæddum mitt í Havnini til
teir eldru borgararnar.
Bygningurin kemur at
liggja við R. C. Effersøesgøtu,
har stuttur teinur er til
handlar, skrivstovur og fríøki
í høvuðsstaðnum.
– Nógv kjak hevur verið
um tørvandi íbúðartilboð til
teir tilkomnu borgararnar.
Tað er tí í hesum kjalarvørri,
at vit ynskja at geva hesum
ættarliðinum ein valmøgu
leika.
– Hesin møguleikin skal
vera, at tey kunnu fara úr
sínum trygga heimi, sum nú
er vorðið bæði ov stórt og ov
trupult at halda viðlíka. Ístaðin
fáa tey eina rúmliga íbúð, sum
verður gjørd úr dygdargóðum
tilfari og sum liggur mitt í
hjartanum í Havn, sigur Rói
Egholm við Sosialin. Tað er
felagið KRK-Holding sum
stendur fyri byggingini.
Ætlanin er væl fyrireikað,
og verður í løtuni bíðað eftir
endaliga byggiloyvinum. Frá
tí degi hetta fyriliggur, fara
at ganga gott hálvtannað ár
til bygningurin er liðugur.
Byggingin fer at kosta um
70 mió. kr., men einki verður
kortini sagt um, hvat tann
einstaka íbúðin fer at kosta.
Nýskapandi umhvørvi
Menninir aftanfyri KRK-
Holding hava arbeitt leingi
við hesi ætlanini. Ynskið
teirra var – og er – at alt
skuldi vera greitt úr hondum,
tá ætlanin varð løgd fram.
Teir heittu á danska arki
tektafelagið ONV um at
loysa hesa uppgávuna út frá
nøkrum fortreytum, sum teir
sjálvir settu.
Í hesum treytum varð m.a.
sagt, at bygningurin skuldi
hava eitt snið sum hóskaði
inn í verandi umhvørvið.
Hann skuldi haraftrat vera
nýskapandi, samstundis sum
henda kenda havnarmyndin
við tí stóra urtagarðinum
skuldi varðveitast.
Hesa uppgávuna loysti
fyritøkan somikið væl, at
føroyska felagið fór undir
at fyrireika eina umsókn
til byggi- og býarskipanar
nevndina í Havn.
Umsóknin um ætlaðu bygg
ingina varð send býráðnum
í august mánaði. Hagani er
einki endaligt svar komið
enn, hóast Rói hevur skilt
at teir eru positivt sinnaðir
fyri ætlanini.
Vakrasti bygningur
Tað er tó ikki bert innan
kommunalu umsitingina í
Havn at stórur áhugi er fyri
ætlanini: Hóast einki alment
hevur verið sagt um hesa
fyrrenn innihaldið í hesi
greinini nú er vorðið kunn
ugt, er líkt til at stórur tørvur
er á eini slíkari loysn.
– Tað er í heilum at fólk
ringja til okkara og spyrja
seg fyri. Og hetta hendir
hóast vit higartil ikki hava
sagt nakað alment um bygg
ingina.
– Ja, tað er næstan ikki
dagur at ikki onkur er í
telefonini og spyr um hetta,
sigur Rói Egholm.
Teir eru farnir undir hesa
ætlanina við tí í huga at geva
teimum eldru borgarunum
í høvuðsstaðnum ein val
møguleika og eitt tilboð um
hóskandi íbúðir sum liggja
miðskeiðis í býnum.
Hetta skal gerast eitt virði
fyri býin, tí, sum teir siga:
– Hví kunnu vit ikki eisini
veita Tórshavnar kommunu
eina hjálpandi hond?!
Hjálpandi hondin er hon,
at teir við ætlanini fara und
ir at útvega teimum eldru
borgarunum í Havn møgu
leikan fyri eini vala íbúð
– ikki eini marglætisíbúð! -
í einum umhvørvi, sum tey
kunnu trívast í.
– Okkara mál er at gera
ein bygning, sum skal teljast
millum vakrastu bygningar
í Havn, sigur Rói, og vísir
til modellmyndirnar av bygn
ingi og íbúðum.
70 mió. kr.
Eitt er at bygningurin sjálvur
skal vera vakur. Tær 90
fermetrar stóru íbúðirnar
verða eisini væl og praktiskt
innrættaðar við køki og stovu
í einum, eins og rúmligum
baðirúmi og kømrum.
Enn er eingin kostnaður
ásettur fyri ta einstøku
íbúðina. Byggingin kemur
helst at tátta í tær 70 mió.
kr., men sum skilst eru før
oyskir fíggingarstovnar
sera áhugaðir í at vera við í
fíggingini av byggingini.
Nýtt hugnaheim í
Ein
havnar-
mynd og
onnur
Nógvastaðni
kring
landið verður í dag
tosað um tørvin á ellis
heimum, sambýlum og
eldraíbúðum.
Henda ætlanin mitt í
høvuðsstaðnum er eitt
eindømi í so máta, og
ein ætlan sum somu
leiðis kann verða brúkt
aðrastaðni kring landið
– og helst eisini í granna
londum okkara eisini.
Ætlanin er hinvegin
serstøk, tí hon verður uttan
iva ein havnarmynd, sum
fólk fara at tosa nógv um í
framtíðini. Henda kemur
ístaðin fyri ta gomlu
havnarmyndina, sum tey
bæði stóru húsini við R.C.
Effersøesgøtu hava verið
fyri fólk í mong ár.
Í arbeiðinum hava
teir í KRK-Holding tí
havt sum aðalmál, at
hesin bygningurin við
sínum fimm hæddum
ikki skuldi ørkymla aðra
bygging ella umhvørvið
í miðbýnum. Til tess at
røkka hesum máli kemur
hugnaheimið at fylgja
landslagnum upp móti
tí vakra blettinum, har
Kongaminnið stendur.
Vakri
urtagarðurin
frammanfyri
verandi
bygningar skal varðveitast
og bilarnir koma inn av
Gripsvegi og skulu standa
aftanfyri bygningin.
Óhugsandi er ikki,
at ein í framtíðini fer at
kunna skapa eitt vakurt
umhvørvi niðan móti
Kongaminninum, soleiðis
at ein her fær skapið av
einum grasagarði ella eini
lund.
Her verður hugsað um
umhvørvið, og ynskið
um at skapa eitt veruligt
bústaðarumhvørvi fyri
eldri havnarborgarar.