Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 15. november 2006 3 tíðindi – Landafrøðin er ikki longur tann, hon var, og Kvívík og Vestmanna verða meiri útjaðari í ein­ ari uppaftur størri Tórshavnar komm­ unu, enn tær eru í dag, heldur vara­ borgarstjórin í Havn Kommunu­ samanlegging Árni Joensen arni@sosialurin.fo Enn hevur Tórshavnar býráð ikki viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum um komm­ unusamanlegging nágreini­ liga, men tað kemur á borð­ ið, tí eftir uppskotinum skulu Kvívíkar kommuna og Vestmanna kommuna leggj­ast saman við høvuðs­ staðar­kommununi. Tað skilst, at fleiri býráðs­ limir ivast í, hvussu rætt tað er at leggja eitt so stórt øki afturat kommununi, sum longu er nógv tann størsta í landinum - bæði í vídd og fólkatali. Ein av teimum, sum ivast, er varaborgarstjórin Jógvan Arge. Fleiri samanleggingar – Tað er so kortsíðani, at vit tóku tríggjar kommunur upp í Havnar kommunu - Nólsoy, Hest og Kirkjubøar kommunu. Okkara royndir eru tær, at tað er ikki ókeypis at víðka kommununa, og tað er ikki í øllum førum til fyrimunar fyri borgararnar í gomlu kommununi, sigur Jógvan Arge. Fyri seks árum síðani varð Kollafjørður lagdur afturat Tórshavnar kommunu. Tað, sum tá taldi mest hjá býráðnum, var at fáa fjørðin upp í kommununa, so komm­unan kundi fáa betri havnarmøguleikar. Nøkur ár frammanundan var Argir komin uppí. Jógvan Arge sigur, at tað bleiv gjørt av neyð, men samanlegging millum Havnina og Argir var eitt náttúrligt stig, tí komm­un­ ur­nar vóru samanvaksnar, og nógv av teimum kommunalu til­boðunum hjá argjafólki vóru frá Tórshavnar komm­ unu. Undan tí kom eitt nú hoy­ víkarparturin av Uttanbíggja kommununi upp í Tórshavnar kommunu. – Tað var eitt frambrot, sum gjørdi, at Havnin fekk betri pláss at veksa, og ágóðan av hesum tí hava vit sæð tey seinastu mongu árini, sigur varaborgarstjórin. Hann held­ur, at tað sama kann sigast um samanleggingina við Kirkju­bøar kommunu, tí hetta skuldi givið Tórshavnar kommunu rúmari ræsur í býarmenningini eystan fyri Kirkjubøreyn, sum er eitt náttúrligt stað at byggja høv­ uðs­staðin út móti Nólsoyar­ firði. Havnin nóg stór Samanleggingarnar higartil hava sostatt verið til gagns fyri høvuðsstaðarkommununa, men tá talan er um at leggja Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu aft­ urat høvuðsstaðnum, er støð­ an ein heilt onnur, heldur Jógvan Arge. – Hetta er eitt heilt annað mál. Jú, jú, vit fáa tvær hval­ vágir afturat, gamaní, men vit fáa eisini einar 2.000 borgarar afturat teimum 20.000, sum vit hava. Tað ger Havnina nógv størri, enn nøkur onnur kommuna kann hugsast at verða. Jógvan Arge vísir á, at eitt av endamálunum við samanleggingunum er gjøgnum størri skatta­inn­tøk­ ur til hvørja einstaka eind at gera kommunurnar førar fyri at taka fleiri málsøki upp á seg at umsita og reka nærri borgarunum. Hann heldur, at Havnin hevur longu eina hóskandi stødd. – Tær næststørstu eind­ ir­nar kunnu kanska eisini taka meiri upp á seg, men tær smáu eindirnar fara at darla afturút, sigur hann. Tvørtur um sundið Í uppskotinum hjá lands­ stýr­inum verður mælt til, at Vágar verða ein kommuna, sum fer at telja umleið 3.000 fólk. Jógvan Arge heldur, at vórðu Vestmanna og Kvívík lagdar saman við Vágum, so varð tann eindin betur før fyri at umsita fleiri málsøki við útivið 5.000 fólkum at bera byrðarnar. – Við at leggja Vestmanna og Kvívík saman við Havn­ini er vandi fyri, at tær drukna í meldrinum í høvuðsstaðarkommununi og verða meiri útjaðari, enn tær eru í dag, sigur varaborgar­ stjórin. – Men landsstýrið sigur, at býtið skal gerast eftir landafrøðini? – Jú, víst eru Vestmanna og Kvívík á somu oyggj sum Tórshavnar kommuna. Men landafrøðin er ikki long­ur tann, sum hon hevur ver­ið. Fast samband er úr Kví­vík vestur í Vágar. Vest­mannasund, sum fyrr var ein forðing, er ikki forðing longur. Tvørturímóti skuldi fasta sambandið eggjað til samstarv. Jógvan Arge heldur, at spurningurin um eina slíka sam­anlegging vesturi á land­inum eigur at verða við­gjørdur út í æsir, áðrenn av­gerð verður tikin um at leggja Kvívík og Vestmanna afturat høvuðsstaðnum. Varaborgarstjórin heldur, at best er, sum er. – Vit vilja umsita tað, sum vit hava, væl. Vit leggja orku í at hava eina góða og framkomna umsiting at tæna borgarunum og hava nú í áravís bíðað eftir, at relevant málsøki verða løgd út til okkara. So Tórshavnar kommunu hevði óivað líkað betur greiðar linjur millum landið og kommunurnar enn harraboð um bókstaviliga at leggja meiri land undir seg, sigur hann. Í samband við, at Sofus Clementsen tók við starvinum sum stjóri á Pf. Postverk Føroya 1. oktober 2006, verður almenn móttøka á Frímerkjadeildini, Traðargøta 38, Argir, fríggjadagin 17. november 2006 frá kl. 16.00 til 18.00 Móttøka Nevndin í Pf. Postverk Føroya Neyvan rætt at leggja Kvívík og Vestmanna afturat Tórshavnar kommunu – Vit vildu heldur havt greiðar reglur um býtið millum landið og kommunurnar enn harraboð um at leggja meiri land undir okkum, sigur varaborgarstjórin í Havn Margfeldið samtykt Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um burðardygt margfeldi. Í samtyktini heitir Tingið á landsstýrið um at taka stig til at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni. Løgtingið samtykti sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi longu í 1993. Hetta er ein víðfevndur sáttmáli við nógvum ásetingum, og honum skal landsstýrið fylgja sambært samtyktini í Tinginum. Móttøka fyri Sofusi Tann 1. oktober tók Sofus Clementsen við starvinum sum stjóri í partafelagnum Postverk Føroya. Hann kom úr starvi í Danmark. Í sambandi við starvssetanina skipar nevndin í Postverki Føroya fyri móttøku á Frímerkjadeildini í Traðargøtu 38 á Argjum fríggjadagin 17. november. Móttøkan er frá klokkan 16 til 18. Honon er almenn, og har kunnu viðskiftafólk hjá Postverkinum og onnur heilsa upp á nýggja stjóran.