Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 220 - 14. november 2006 vinnusíðurnar – Fyrilestrar og kjak í Norðurlandahúsinum um upplivingar­ búskapur, innovatión og kreativitet Kim Simonsen Myndir: Jens Kristian Vang Mangt kom á skránna hendan dagin, har evnini vóru “kreativitetur, innovatión og upplivingarbúskapur”. Her varð komið víða frá filmi, tónleiki til hvussu ein handil kann inrættast, til skapan, Richard Florida og bókina um kreativu stættina og simple living. Seinni var pallborðsfundur um samstarv millum vinnu og mentan og um ein upp­ livingarbúskapur kann gera Føroyar kendar v.m. Lektarin Mark Loren­ zen er lektari á Copen­ hagen Business School í Keypmannahavn legið fyri hendan dagin í Norður­ landahúsinum, hann helt hin nógv tann besta fyrilesturin hendan dagin. Lorenzen er granskari í evninum upp­ livingarbúskapur. Lorenzen var sera væl­ upplagdur og gav áhoyr­ arunum eitt gott yvirlit um alt hetta tosið um upp­ livingar og hvussu vinnulív og upplivingar í dag kundu møtast. Hann segði at øll lond hava part í upplivingum, men ikki øll megna at gera hesar til eina vinnu. Ofta eru tað smá lond, ið megna eina best at skapa vøkstur, so sum Ísland, ið hevur ein vøkstur uppá 11% árliga á hesum økinum, mótvegis Danmark, ið hevur ein 7% vøkstur. Hann dugdi at vísa á samband millum upp­liv­ ing­ar, so sum tónleik, myndir, handverk, søgur og tekstir til design og hvussu liðini vóru sum seldu hetta, hvussu tað funnust fólk sum kundu kobla hesi økini saman. Hvussu vinnulív og keativ kundu møtast, og hvussu torført tað mangan kundi vera at fáa høvuðsvinnurnar, so sum landbúnaður og fiski­ vinna at møtast við teim skapandi. Ein fyritreyt fyri at fáa skapandi at trívast er at tey kunnu liva fleksibult, liva væl, at samfelagið leggur dent á ymiskleika, tolsemi og at samkynt ikki verða forfylgd. Her tók Lorenzen orðini hjá Rich. Florida um at talent, tøkni og tolsemi fylgjast. Hesi krevja mangan vælferð, mentanartilboð, at tað eru nógv fólkasløg savnaði. Skulu skapandi bólkar trívast, og skuldu fyritøkur koma hendan vegin til Før­oyar, so er neyvan tað sum skal til. Kjakið í Løg­ tinginum um §266b var sum eitt ekkó allan hendan dagin. Upplivingarbúskapur er, sigur Lorenzen, ein kobling millum upplivingar og vinnuna og hesin vøksturin í upplivingarbúskapinum er tengdur at teim skapadi. Løgmaður var við Við hendan dagin, sum Elin Heinesen og Menn­ ingarstovan skipaðu fyri, vóru politikarar sum Bjarni Djurholm landstýrismaður í Vinnumálum og Jóannes Eidesgaard løgmaður. Tiltakið var sera væl samskipað og fyriskipað. Elin Heinsen fyriskiparin helt sjálv ein áhugaverdan fyrilestur um netverk og hvussu professionell net­ verk kunnu skapa yvirlit, økja um sosialan kapital, geva góð ráð, keldur og samstarvsfelagar. Vinnan var væl umboða hendan dagin, bæði Føroya Tele og Vinnuvitan vóru við til at stuðla, saman við Sosialinum, Dimalæting, Vikublaðið og Restorffs. At keypa upplivingar Ein av fyrilestrunum var ein ”ping-pong” fyrilestur millum tey bæði, donsku Kathrine Heiberg og svenska Lasse Brodén, sum saman hava altjóða fyritøkuna ReTeam. Lasse Brodén er búskaparfrøðingur frá Lunds universitet og Brand Manager frá IHM (Institute of Higher Marketing) og Kathrine Heiberg er cand. merc.jur fra Copenhagen Business School við spesi­ali í kundaforstáilsi og kunda­ upplivingum. Fyri­lestur teirra hevði heiti: ”Hvorfor – og hvordan skal man brande sin virksomhed.” Fyritøka teirra ReTeam hevur høvuðssæti í størstu innkeypsmiðstøðini í Norð­ urlondum, Field’s í Keyp­ mannahavn.  Tey bæði siga um ReTeam: ”ReTeam er grund­lagt af detailhandlere for detail­ handlere. Vores speciale er ’Shopping som oplevelse’. Vi baserer vores viden bl.a. på erfaringer fra vores arbejde som ledere indenfor velkendte internationale detailkæder og indkøbs­ centre. Vi arbejder med detailudvikling, hvor vi hjælper med at etablere eller udvikle international detailhandelsvirksomhed. Vi arbejder med kunde­for­ ståelseskonceptet Mind16 og laver seminarer for alle – bl.a.vores årlige Retail Master Class. ” Hesi vóru dugnalig og sera áhugaved. Serliga hvussu ymisk fólk eru sum skuldu keypa ymiskt. Klippfisk og list Umboð vóru við frá Klipp­ fisk v/ Jákup Veyhe, her vóru stuttfilmar framførdir og ein tónleikavideo. Eg helt, at hetta var gott tiltak og góðir filmar, men tað var sum um hetta ikki ordeliga passaði inn hendan dagin, tí ongin ordeliga megnaði at hugsa og perspektivera film- og sjónvapsframsleitsku inn sum ein part av einum vaksandi upplivingarídnaði í dag í Føroyum. Filmur er eitt risa vakstrar­ øki kring allan heimin. Film­urin gongur á odda saman við telduspølum og tón­leikinum innan hesa vinn­una, men enn so hava vit ikki fingið tikð okkum saman at skapt ein film­ ídnað í Føroyum. Erik Petersen listamaður var eisini við. Hann gjørdi en málning meðan hann tosaði um hvussu skapan og kreativitetur gongur fyri seg. Eg má siga, at hann brúkti for nógv tíð til at tosa um Per Kierkeby, Drotning Margretu og Maersk McKinney Møller. Tó ein undirhaldandi maður. Tey bleytu virðini Seinast var so Kirsten Stendevad á skránni sum fyrilestrarhaldari. Hon skuldu tosa um alt tað bleyta, og hetta var so bleytt, at alt endaði sum eitt slag av lættari luft. Hon liraði mest Eru Føroyar við í upplivingarbú Evnisdagur um kapitalgrunnar Við evnisdegi hósdagin 16. november setir Virðisbrævamarknaðurin sjóneykuna á nógv umrøddu kapitalgrunnarnar, og hvussu hesir skulu skiljast og hvørjir møguleikar eru. Kapitalgrunnar eru einamest kendir um okkara leiðir fyri at keypa stórar fyritøkur. Eitt nú danski risin TDC varð keyptur av einum samtaki av kapitalgrunninum. Tað er ikki óhugsandi, at kapitalgrunnar vilja fáa eyguni upp fyri føroyskum fyritøkum. Tað hevur eydnast at fáa fremsta danska granskaran innan økið til Føroya at greiða føroyingum frá um hetta evnið. Morten Bennedsen er professari á Institut for Nationaløkonomi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin á heimsins besta búskaparskúla, Harvard University, og greinar hjá honum eru útgivnar í fleiri av fremstu tíðaritum í heiminum. Í løtuni fæst hann nógv við at granska um ættarliðsskifti í vinnufyritøkum. Á evnisdegnum fer hann eisini at nerta við, um kapitalgrunnar og ættarliðsskifti kunnu fáa ávirkan hvør á annan.