týsdagur 14. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 221 - 15. november 2006
Á veg út av sjúkrahúsinum,
møtti eg vinmanni í durin
um. “Góðan dag! Tú hevur
eisini verið á vitjan”, heils
aði eg. “Jú, jú, N. N. liggur
inni á deildini hægri uppi
og stríðist. Hann hevur tað
ikki so gott”. “Eg átti at
hugt inn til hansara. Vit
kennast”, helt eg fyri. “Ja
vælsignaður, ger tað. Hann
fær helst ikki ov nógvar
vitjanir”.
Eg fór nakrar hæddir
upp, og inn á deildina. Har
sat ein sjúkrasystir í ein
um búri. Eg fór yvir til
hennara. Hon var umgird
av elektroniskum tólum.
Tað sá fløkjasligt út. Ikki
hvørs mans føri at halda
skil á øllum tí dáta, sum
har varð savnað og skrásett.
Hópin av neyvum dáta.
Eisini løtan har einki meir
var at skráseta. Eg segði
míni ørindi. Um tað var
gjørligt at vitja N. N.. “Tað
er einki til hindurs fyri tí”,
segði hon fryntliga. “Hann
liggur á stovu x. Tað er bara
at fara inn”.
Hóast eingin svaraði, tá
eg bankaði á hurðina, fór
eg innar. Har lá hann. Hann
hugdi fram fyri seg, men ikki
veit eg um hann sá nakað,
ella um hann hevði nakað
samband við umheimin ella
ikki. Aftan fyri ein skerm
lá annað fólk, sum helst
eisini var deyðkomið. Kalt
var á stovuni. Vindeygað
var opið. Helst fyri at
halda byrjandi líkroykinum
burtur. Hóast tað kendist
hann strammur í næsunum.
Eg tók í hondina á honum.
Hon kendist køld og følnað.
Tosaði fyri meg sjálvan,
meðan eg sat har og hugsaði
um lívsins fáfongd. Helst
var ikki annar áhoyrari enn
eg sjálvur, men tað gjørdi
minni. Hann skalv illa. Tað
hann hevði oman á sær,
sá ikki út at kunna geva
tann fløva, sum kroppinum
tørvaði.
Sjúkrasystirin,
sum hevði sitið vakt yvir
elektronisku
tólunum,
hugdi inn á stovuna. “Eg
skilji ikki at hann skelvur
so illa”, segði hon. “Kanska
er tað tí at hann er kaldur”,
helt eg fyri. Kroppurin
maktaði ikki longur at fáa
til vega tann hita, ið honum
tørvaði at halda seg heitan.
Tá eg skuldi fara, vildi hann
illa sleppa hondini. Helt
hann meg vera bindilið til
lívið? Ella var tað bert ein
lítil troyst í einseminum?
Einsamallur var hann í
lívinum. Heima hjá honum
savnaðust eingi vinfólk. Og
sjálvur leitaði hann sær ikki til
onnur at vera saman við. Nú
skuldi hann møta deyðanum.
Púra einsamallur. Festur í
nakrar gevarar, sum boðaðu
einum elektroniskum tóli frá
støðuni. Sjúkrasystirin kundi
so lesa av um hann framvegis
var millum tey livandi, ella
um hann var farin. Ella
varð alt skrásett við einum
sjálvvirkandi skrivara? Um
hann hevði havt vinfólk,
høvdu tey kanska tímað at
sitið við seingina og kundi
tað veitt nakað av ugga. Men
har var eingin. Heldur einki
ættarfólk.
Fyrr var á sjúkrahúsum
vakt uppi yvir fólki, sum
lógu á deyðastrá. Helst vóru
tað eldri sjúkrasystrar, sum
vaktu. So er ikki longur.
Tað er ov dýrt, siga sam
felagsfyriskipararnir. Vit
hava ikki ráð.
Uttan
fyri
vesturafri
kanska landið Guinea-Bis
sau liggur oyggjabólkurin
Bijagosoyggjarnar. Fyrisit
ingin í høvuðsstaðnum Bissau
røkkur ikki út í oyggjarnar,
og skipar fólkið, ið har býr,
síni egnu viðurskifti. Helst er
tað einasta samfelag í heim
inum, har kvinnur enn ráða
fyri borgum. Gandalæknin
var tó ein maður. Á einum
av mínum ferðum til Bijagos
hitti eg hann á máli. Hann
búði beint uttan fyri bygdina
Bubaque,
undir
einum
heilagum træi. Ikki var
hann bert lækni, men eisini
var hann semingsmaður
og dómari. Brotsligheitin
var lág. Tó hendi onkuntíð
okkurt álvarsamt brot. Tá
varð tann, sum brotið hevði
framt, dømdur til avbyrging
frá samfelagnum. Spurdur
hvat hendi við teimum,
sum koyrd vórðu út úr
samfelagnum, svaraði hann,
at tey hvurvu. Meira fekst
hann ikki at siga. Ella visti
hann tað ikki. Tað er væl
kent millum mannfrøðingar
og andamanarar, at væl
ber til at taka lívið av fólki
við orðum. Tey, sum fingu
dómin at verða koyrd úr
samfelagnum, blivu ikki
bert burtur - tey doyðu eftir
stuttari tíð.
Men tað eru fólk, sum av
fríum vilja søkja einsemi.
Einbúgvar. Hvussu við teim
um? Tey eru ikki einsamøll.
Full av trúgv og tonkum.
Flestu okkara vilja hava
eitt menniskja undir liðini á
okkum, tá vit skulu hiðani.
Um vakt sat hjá fólki, har
deyðin var væntandi, høvdu
tey helst livað longur. Og
onkur hevði kanska komið
fyri seg aftur. Um onkur sat
við songarstokkin, hevði
deyðin verið virðiligari og
lættari at góðtikið hjá tí
doyggjandi.
Fáar dagar eftir at eg
hevði vitjað N. N., doyði
hann. Ikki var líkfylgið
stórt, sum fylgdi honum til
gravar.
Myndirnar eru úr bókini
»S. Joensen-Mikines« eftir
Ernst Mentze, 1973
Deyði og einsemi
A. Guttormur
Djurhuus
Sorg, 1937
Fyri deyðanum, 1940
Gravarferðin, 1950