týsdagur 14. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2006
23
vinnusíðurnar
úskapinum?
Prógvið lítið at siga
Sammbært eini kanning hjá Analyse Danmark, er eitt gott prógv
frá læristovni langt ífrá nakar garantur fyri einum góðum starvi.
Greiningin vísir, at tað bert er í 6,6% av starvssetanunum, at
prógvið vigar mest. Hugtakið ”rættir førleikar” var týdningarmesta
orsøkin í flestu av førunum, og eftir hetta vóru ”goð kemi” og
”góð sambond” næst fremstu orsøkirnar. Kanningin sýnir eisini, at
nærum helmingurin av starvssøkjandi nýta sítt persónliga netverk,
tá søkt verður um nýtt starv.
Coaching í Vinnuhúsinum
Vinnuhúsið heldur hesar dagarnar skeið um coaching
av starvsfólkum. Fremsta málið er her at eggja og leiða
starvsfólki, soleiðis at evnini hjá hesum verða troytt á
skilabestasn hátt í gerandisdegnum. Hartil skal leiðarin
helst eisini fáa nøkur amboð, har tað í størri mun ber til
at geva starvsfólkunum ta fatan, at leiðarin er gevandi fyri
tey.
klisjeir av um at finna eina
javnvág millum arbeiði og
lívið. At finna niður aftur í
ferð, fyri so at gerðast enn
meiri skapandi.
Kjak um upplivingar
búskap
Við hendan dagin var so ein
Pallborðsfundur við kendum
føroyingum. Hvat skulu vit
sum føroyingar gera við
hesar nýggju treytirnar
á
alheimsmarknaðinum
– hvussu kunnu vit brúka
upplivingarbúskap til í Før
oyum? Hetta var evnið,
sum
pallborðsfundurin
skal viðgera – umframt
at taka saman um og per
spektivera tað, sum dagsins
fyrilestrahaldarar
høvdu
borið fram.
Pallborðsluttakarar vóru
m.a. Jón Tyril, leiðari av G-
festivalinum í Gøtu, Steintór
Rasmussen,
fyriskipari
av Summarfestivalinum í
Klaksvík, Eirikur á Húsa
mørk, stjóri fyri nýhugsandi
fyritøkuna Faroe Marine
Products, sum var ársins
virki í 2005, Óli á Deild
Olsen, blaðstjóri á Vinnu
vitan, sum var ársins átak
í 2006, Guðrun Ludvig frá
Guðrun & Guðrun, Kim
Simonsen høvundur og
blaðstjóri umframt onnur.
Katrin Petersen, fyriskipari
av MjúS-festivalinum á
Sandi og fyrrverandi leiðari
á tíðindadeildini í Sjónvarpi
Føroya, var orðstýrari.
Her var eg sjálvur við í
pallborðinum, so eg skal
ikki meta um hvat kom
burtur úr.
Ein góður dagur
Hendan dagin vóru nógvir
spurningar frammi, kanska
heldur færri svar.
Eingin veit t.d. um Rich.
Florida kann brúkast t.d.
í Føroyum, kann mann
hugsa, t.d. at Havnin vinnur
á Klaksvík t.d., tí hon er
meiri opin, stór og har er
nærum gjørligt at liva meiri
anonymt sum útlendingur
og annað? Men Føroyar eru
fjaskotnar. Landið noyðist
at innflyta hvørja keks.
Vit duga ikki at framleiða
nakað, enn ikki sprutt, sum
vit innflyta frá Danmark.
Kanska skal man síggja
Flordia í einum øðrum høpi
enn avmarkaðan til Føroyar,
altso, at tey kreativu frávelja
Føroyar, men velja at fara
til Keypmannahavnar, men
hvat er tað sum stórbýir
kunna? Hví búgva 22.000
føroyingar í Danmark, ser
liga í Keypmannahavn?
Eru Føroyar
ein provins?
Føroyar
skulu
kanska
skiljast og granskast sum
ein provins, sum ein drenað
provins (í provinsini í Dk.
búgva heldur ikki onnur
enn heilt ung, og etableraði
pør í perselhúsum) til Dan
mark.
Útheimurin fær okkara
ungu (frá 20 til 30ár aldur
serliga), okkara kreativu,
okkara samkyntu, okkara
listafólk, okkara kritikarar,
okkara intellektuellu, nógv
ar av okkara kvinnum -
og ja tey flestu koma ikki
aftur, ella aftur at etablera
seg við 2 arbeiðum, húsi og
2 børnum í Havn.
Millum
hesar
bólkar
(heimabúgvandi føroyingar
og útisetar) er eitt helgens
rok mangan, tey ”ónøgdu”
kunnu bæði vera tey heima
og tey sum eru ”heima” úti.
Trúgvi at hetta forholdið
er nakað tað sama sum
tey sum koma frá Sønd
erborg (men sum búgva
í Keypmannahavn) hava
yvir fyri heimbýnum. Og
tey frá Sønderborg hava
eisini svakligar fordómar
móvegis stórbýinum Keyp
mannahavn.
Føroyar eru um at enda
(eru kanska endaði) sum
eitt suburbia - ein for
staður og ein provins til
keativar býir sum Kbh. og
metropolar sum London.
Hetta er helst ein tend sum
bert fer at akselerera púra
svakt framyvir.
Fleiri áhugaverdir fyrilestrar
vórðu hildnir á Vinnuráðstevnuni
í Norðurlandahúsinum um
upplivingarbúskap