Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2006 39 lýsingar Reingerðarfólk Hervið verður søkt eftir tímaløntum avloysara/ avloysarum fyri reingerðarfólkini hjá Vestmanna Kommunu. Tann ella tey, sum sett verða, skulu við stuttari freist og í styttri tíðarbil kunna avloysa reingerðarfólk í skúlanum ella á einum av stovnunum hjá kommununi. Lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag. Skrivlig umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2006, kl. 12.00. Vestmanna kommuna Uppgávan hjá Dátueftir­ litinum er fyrisiting av persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum vísir til Innlendismálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við ráði og avgreiðsluskrivstovu og hevur eftirlit við allari viðgerð, sum lógin um við­ gerð av persónsupplýsingum fevnir um. Avgreiðsluskrivstovan røkir dagliga virksemið hjá Dátu­ eftirlitinum. Ráðið, sum lands­ stýrismaðurin setir, er skipað við formanni og 2 øðrum limum. Eftirlitið hevur av sínum eintingum ella eftir klagu frá einum skrásettum eftirlit við, at øll viðgerð, sum lógin fevnir um, bert fer fram í samsvari við lógina. Av øðrum uppgávum kunnu nevnast vegleiðing og ráðgeving av almennum myndugleikum og privatum viðvíkjandi skráseting og víðarigeving av persóns­ upplýsingum, viðgerð av klag­ um og málum, sum ráðið av sínum eintingum hevur tikið upp, viðgerð av fráboðanum, umsóknum um loyvir og lut­ tøku í millumtjóða samstarvi á økinum. Dátueftirlitið hevur heimild til at gera kanningar á staðn­ um hjá almennum myndug­ leikum og hjá privatum. Dátueftirlitið skal geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkur persóns­ upplýsingum og annars virka fyri góðum dátuviðgerðarsiði. Stjóri til Dátueftirlitið Søkt verður eftir stjóra til Dátueftirlitið. Høvuðsuppgávur Stjórin skal hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um málsviðgerð, eftirlit, vegleiðing og ráðgeving og luttøku í millumtjóða samstarvi á økinum. Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava løgfrøðiligt embætisprógv. Persónlig førleikakrøv og royndir Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst. Hollar løgfrøðiligar royndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum eru ein fyritreyt. Umsøkjarar skulu harumframt kunna málbera seg lýtaleyst á føroyskum, vera kønir í enskum og hava hollan kunnleika til edv. Væntað verður, at umsøkjarar hava innlit og áhuga í leiðslu. Løn og setanartreytir Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokki hjá tænastumonnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: Innlendismálaráðið Tinganes Postrúm 159 110 Tórshavn og skulu vera Innlendismálaráðnum í hendi í seinasta lagi 28. november 2006 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rúna Joensen, aðalstjóra, tlf. 358080. INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Starvsfólk til psykiatriskúlan Søkt verður eftir avloysara til psykiatriskúlan á starvsbrøki 0,7 í tíðarskeiðinum 1. januar til og við 31. august 2007. Starvið umfatar • at arbeiða við psykoedukatión til sjúklingar/ brúkarar og avvarðandi innan tær ymisku psykiatrisku diagnosurnar • at arbeiða við bólkum og individuellari samtaluterapi Krøv til umsøkjaran • royndir innan psykiatri • kunnleika og royndir innan kognitiva terapi • aðra viðkomandi eftirútbúgving • áhuga og royndir við undirvísing • teldukunnleika • nýhugsan og kreativitet innan trupulleikaloysn • megna at arbeiða sjálvstøðugt • samstarvshugaður Vit kunnu bjóða • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Oddbjørg Johansen ella Biritu Clementsen, telefon 304500, lokal 4172, t-post haod@lsh.fo ella Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, t- post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 29. november 2006 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivligar umsóknir við CV avriti av prógvum, v.m. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Almennur diabetesfundur Diabetesfelag Føroya skipar fyri almennum fundi í Ungmannafelagshúsinum í Húsavík altjóða diabetesdagin 14. november 2006. Skráin: 1. Føtur og fótarøkt Jóna Dahl, góðkendur fótarøktari og Dorthea Winther, sjukrarøktarfrøðingur greiða frá 2. Blóðsukurmáting og blóðsukurtól. Serfrøðingurin Alice Killerich frá Abott Diabetes Care greiðir frá Diabetesfelag Føroya Útbjóðing Vegna Sjóvar kommunu verður 1. byggistig av bústaðar verkætlan á Hálsi á Strondum hervið boðið út alment. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at umleggja Eyrugøtu og gera uml. 720 m. av vegi við tilhoyr­ andi tekniskum installatiónum. Útbjoðingartilfari kann bíleggjast hjá EM Ráðgev­ ing í seinasta lagi hósdagin 16. november 2006 móti veðhaldi kr. 5.000,­ sum verður at gjalda inn á konto í Føroya Banka, konto nr. 6460­2002657. Lisitatiónin verður í hølunum hjá EM Ráðgeving týsdagin 19. desember 2006 kl. 14.00. Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. EM RÁÐGEVING SP/F RÁÐGEVaNdI ByGGIVERkFRøÐINGaR Heiðavegur 15A 1. th. · FO­600 Saltangará Tlf.: 47 77 00 · Fax: 47 77 01 t­postur: emr@kallnet.fo