Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 82 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 220 - 14. november 2006 Aðalfundur í fakliga áhugabólkinum fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar FÁ6 Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 24. november kl. 12.00. Skrá samb. §9 í viðtøkum felagsins. Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi seinast 17. november 2006. Heitt verður á limir, ið enn ikki hava goldið limagjald fyri 2006 um at gera hetta áðrenn aðalfundin. Kontonr.: 9870 102.095.2 Av tí at vit skulu geva Hotel Føroyum boð um, hvussu nógv vit verða til kalda borðið og kaffi, verða tit biðin um at melda tykkum til fundin á tlf. 211016 ella á telduposti: ana.reinert@lsh.fo seinast mikudagin 22. november 2006 kl. 12.00. Luttøkan er ókeypis. Vónandi møta tit fjølment! Nevndin Skrivstovu­ avloysari Vegna farloyvi er eitt pláss sum skrivstovuavloysari leyst at søkja á politistøðini á Tvøroyri. Starvstíðin er 30 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá umleið 15. desember 2006 til umleið 24. juni 2007. Umsøkjarar skulu hava royndir í skrivstovuyrkinum. Løn verður veitt eftir sáttmála millum danska fíggjarmálaráðið og HK-felagið. Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda landfútanum, Smyrilsvegur 20, Postboks 3018, 110 Tórshavn. Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sommer Joensen, sýslumann, Tvøroyri, á tlf. 371448. Umsóknarfreistin er sett til 24. november 2006. Føroya Landfúti, tann 9. november 2006 Karen Marie Olesen www.sosialurin.fo lýsingar