leygardagur 20. januar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
Nr. 14 - 20. januar 2001
27
Birgir Kruse
Mánadagin eru hundrað
ár liðin síðani bretska
Viktoria drotning and-
aðist 81 ára gomul.
Henda tiltikna bretska
drotningin andaðist á
Osborn slottinum á oynni
Wight. Tá hevði hon rátt
fyri borgum – og ikki
minst altjóða siðaarvi – í
63 ár. Undir Viktoriu
gjørdist Stórabretland
heimsveldi, sum hevði
ræði á fjórðaparti av
Heiminum.
Í Evropa fevndi vald
hennara um Stóra Bret-
land, Írland, Gibraltar,
Malta og Kypern. Í Afrika
taldust ikki færri enn tólv
lond, í Asia fýra – teirra
millum India – í Norður-
amerika Kanada, Bahama-
og Bermudaoyggjar, í
Miðamerika Jamaika og
Honduras og í Suður-
amerika landið Guyana.
Avstralska heimspartin átti
Bretland so at siga allan
um hetta mundið;
Avstralia, Nýsæ-land og
Nýguinea. Afturat hesum
kemur alt havøkið og
allar tær mongu oyggj-
arnar á heimsins høvum.
Tað var bretski for-
sætisráðharrin Benjamin
Disraeli, sum í 1877 gav
Viktoriu drotning heitið
keisarinna av Indiu.
Viktoria drotning hevði
stóra ávirkan á samtíðina.
Av meiri tímiligum slagi
kann nevnast, at bretska
útflutningsvirðið øktist
hálvu fimtu ferð og at
innlendska jarnbreyta-
kervið tíggjufaldaðist í
hennara tíð.
Eftir at hon doyði, varð
blómandi bretska borgar-
ligheitin í hesum tíðar-
skeiði nevnd “viktori-
ansk”. Viktoria Dotning
varð fødd 24. mai 1819.
Tá hon doyði, tók elsti
sonurin við trónuni undir
navninum Edvard VII.
Sum krúnprinsur var hann
alt annað enn “viktorian-
skur”.
Birgir Kruse
”Snatch” siga tey við enskt
talandi hundar. Júst sum í
filminum við sama navni,
sum beint nú gongur í
Havnar Bio. Ein frálíkur
leygarkvøldsfilmur. Eitt
ekkó av ”Fight Club” og
amerikansku ”Pulp
Fiction”-traditiónini,
bretskum gangsterfilmum
sum ”Mona Lisa” og ”Get
Carter” og í løtum sanniliga
eisini ”Olsen Bandanum”
og teirra pástandi um, at
brotsverk aldri lønar seg.
Og tó. Hevur tú hund, so
kann mangt henda. Serliga
í undirverðini, har mong
vinna øðrum neisir. Eins
nógvar neisir, og orðið
”Snatch” kann merkja.
”Snatch” er leikandi
skemt, men við filmsaktu-
ellum bráddi, sett í karm
av framúr frásøgusnildi, í
orðum eins og myndum.
Bretski Guy Ritchie, sum
nýliga hevur verið til altars
við Madonnu, er leikstjór-
in. Kann henda hann gerst
ein bretskur Tarantino.
Høvuðsleiklutin hevur
Brad Pitt sum sigoynari og
slagsbróður. Rætt sum í
”Fight Club”. Men álvar-
sami bráddurin í tí filmi-
num, er her broyttur til ert-
andi skemt. Filmurin er ein
sonn frægd, ið fær teg at
læða, sum aldri áður.
Leikur fer fram í undir-
verðini báðu megin At-
lantshav. Í New York og í
London.
Fleiri filmar eru, ið hava
minnisríkar partar. ”Taxi
Driver” við spegils-spurn-
inginum hjá De Niro ”Are
you talkin’ to me?”, harð-
rendi løgreglumaðurin
”Dirty Harry” við revolv-
ara-ynskinum ”Make my
day” og Gene Hackman í
”French Connection” við
ertandi spurninginum
”Ever been to Poughkeep-
sie?” og ikki minst minnis-
ríku biljagstranini í sama
filmi.
Í filminum ”Snatch”
man flogferðin um Atlants-
hav fara í søguna sum ein
hin skjótasta og mest bein-
rakna. Nærmast ikonogra-
fisk. Hetta er postmodern-
istiskt myndamál, tá ið tað
er sum best. Sprottið úr
dagsins visuella Mekka -
musikkvideo og sjónvarps-
lýsingum. Vinklar og
rútma, samantvinnaðar
søgur, nútíð, fortíð og
framtíð, og ein dialogur, ið
springur sum neistar, munn
av munni. Sum oftast, í
hvussu er.”I’m not in
Rome, I’m in a hurry” er
ein setningur, sum lýsir
málsliga logikkin. Stuttligt
og altíð leikandi. 16 ár er
aldursmarkið, ásett av
Filmseftirlitinum.
Í durinum varnist eg, at
framhaldsfilmur Hannibals
kemur í Havnar Bio um
ein mánað, hin 23. februar.
Tá bróta tey tøgn lambsins
og vísa ”Hannibal; Break
the Silence” við Anthony
Hopkins. Væl í gangist!
Viktoria Drotning
og Disraeli
forsætisráðharri
Pitt to the Brits
Brad Pitt
millum
bretskar
sigoynarar í
filminum
”Snatch”
Oslo hýsir umleið eini hálvari
millión íbúgvum, men av teimum
eru tað sera fá sum kenna seg sum
oslobúgvar. Tey, flestu hava anir úr
øðrum heraðshornum í Noregi, og
jóladøgverðin er sum regul tann ið
varð borðreiddur har mamman,
pápin ella langomman vaks upp.
Tey, ið hava anir á Vesturlandinum,
eta ”pinnekjøtt”, meðan tey, ið hava
anir í innlandinum eta ”ribbe”.
Pinnekjøtt er seyðakjøt sum er
roykt og saltað, meðan ribbe er
rivjasteik. Harvið sigur tann rættur-
in, ið verður borðreiddur um jólini,
nógv um røturnar hjá viðkomandi,
og tað er ikki óvanligt, at klandur
kemur í millum hjún, sum hava røt-
ur ymsastaðir í landinum, tí tey ikki
kunnu einast um jóladøgverðan.
Flestu norskar konur leggja stór-
an dent á køkubaking undan jólum.
Gamalt var, at hava sjey ymisk sløg
av smákøkum at borreiða við, og
eisini í dag er tað vanligt, at kvinn-
ur meta hvørja aðra eftir hvussu
nógv ymisk sløg av smákøkum tær
hava bakað til jóla. Eins og í
Føroyum eru siropskøkur og
kleynur fastir táttur í køkuboksu-
num um jólini. Munurin er, at
norskar kleynur ikki hava ”sløyf-
ur”, men eru ringar, sum ofta verða
etnar heitar saman við súltutøyi, og
siropskøkurnar hava ikki mandlu í
miðjuni.
Ikki yvirraskandi spyrja norð-
menn ofta: ”Hva spiser dere
julaften på Færøyene ?” Og eg má
viðganga at mær dámar stak illa at
svara. ”And?” spyrja norðmenn
undrandi. ”Er det så mange ender
på Færøyene, da?” Neeii, ikki so
grúuliga nógvar, kanska líka nógvar
gæs. Plagi eg at siga. Og so skundi
eg mær at fortelja, at onkur etur
ræstkjøt jólaaftan og tað er sera
vanligt at eta ræstkjøt 1. jóladag. At
tað er fult av seyði í Føroyum, at
føroyingar eta NÓGV seyðakjøt,
hvat ”Hjallar” eru fyri nakað, at
ræstkjøt smakkar forferdiliga væl,
at hesin rætturin er serføroyskur
osfr. Men, norðmenn vilja vita meir
um dunnuna. ”Hvorfor spiser dere
and når dere er så gla i sauekjøtt,
da?”. Og ”Hvor hvor får dere alle
disse endene fra, da?”. Júu. Tjaa.
Fortelji, at dunnudøgverðin allar-
helst er ein danskur jólagávuarvur,
og at tað er vanligt at eta aldar
danskar dunnur. Men, at dunnurnar
eisini kunnu koma aðrastaðni frá.
Til dømis so ótu vit svenskar dunn-
ur síðst eg var í Føroyum um jólini,
tí tær donsku vóru so fullar í
salmonellu. ”Hmmm” siga norð-
menn. ”Interessant”. ”Spiser din
familie ræstankjøt på 1. juledag,
da?” Neeiii. Sigi eg so. ”Danska
fleskasteik !” Men, so skundi eg
mær at siga vit plaga at eta ræstkjøt
annan jóladag.
Nei, tann føroyski jóladøgverðin
sigur kanska ikki so nógv um okk-
ara identitet. Ella hvussu ?
Hvat hevði man gjørt í Føroyum
Tað var triði jóladagur, gerandis-
dagur og tómt í køliskápinum. Eftir
køini til kassan í handlinum at
døma, vóru tað fleiri sum høvdu
tømt matgoymslurnar um jólini. Eg
bíðaði eitt langt og annað breitt eft-
ir at koma framat. Hugdi í handli-
vognarnar hjá teimum framman-
fyri, og royndi at rokna út, hvussu
langa tíð tað fór taka áðrenn eg
kom frammat. Meðan eg stóð og
bíðaði, leitaðu tankarnir út í bilin
har børnini uppá 7 og 9 ár sótu. Av
erfaring visti eg, at um eg ikki
skjótt kom framat, so var vandi fyri
samanbresti og tannagrísli yvir-
hangandi. Aftanfyri meg stóð ein
floksvinur hjá dóttur míni, sum
eitur Ali. Ali er hálvt norskur og
hálvt libanesiskur. Ein lívligur
drongur, sum plagar at fáa skyldina
fyri óargagerðir í flokkinum. Pápi
hansara var longu komin framat, og
var í ferð við at pakka vørurnar
niður í posar. Hann nikkaði stutt til
mín, áðrenn hann fór út. Ali for-
taldi, hvat hann hevði gjørt um
jólini, at hann hevði fingið eitt
kavabretti í jólagávu osv. Tá eg
hevði goldið fyri vørurnar, var tað
Alisa túrur. Hann hevði ein
mjólkapakka í hondini, og spurdi
pent kassadámuna um hann kundi
sleppa at skifta hann um til eitt
annað slag av mjólk. Í stundini kom
ein onnur krambakvinna kryssandi
millum kundarnar og fortaldi Ali
við klárari, strangari rødd at hon
longu hevði sagt honum, at hann
ikki slapp at býta mjólkapakkan um
við ein annan, tí at síðsti søludagur
fyri pakkan, hann hevði, var 1. jóla-
dagur, og at mjólkin harvið var
gomul. So bað hon Ali skúgva sær
út úr handlinum.
Tá eg kom út í bilin fortaldi dótt-
urin, at hon sá Ali koma rennandi
út úr handlinum.
Eg gjørdi onki. Hvat hevði man
gjørt um hetta hendi í Føroyum?
Rekruttering til fiskivinnuna
Í mínum arbeiði eri eg av og á úti á
virkjum, sum virka laks og hvítan
fisk, og tað kemur fyri at bara stjór-
in er norðmaður, meðan fólkið ið
arbeiða fiskin koma aðrastaðir frá.
Ofta eru svenskarar, polakkar ella
portugisar tey, ið arbeiða fiskin.
Hesi arbeiðsfólkini kunnu saktans
vera dugnalig, men tað er ein
trupulleiki, at planleggjað arbeiði
frameftir, tí arbeiðsfólkið í so stór-
an mun bara arbeiða á virkjunum í
styttri tíðarskeið.
Men, í Noregi er rekrutteringin
av arbeiðsfólki til fiskivinnuna ein
trupulleiki sum nú verður tikin í
álvara. Var á eini ráðstevnu í Trónd-
heimi við heitinum ”Fisk 2000”
fyri einum góðum ári síðani. 700
fólk luttóku á rástevnuni sum kong
Harald setti... var Kongur í Noregi
er rekruttering til fiskivinnuna
trupulleikin við ongin norðmaður
er ímillum arbeiðsfólki.
Viktoria Drotning
Jóladøgverðin
Fra:
Turið Mørkøre
Dato: 14.01.01
Til:
post@sosialurin.fo
Emne:VIKUSKIFTI
TELDUBRÆVIÐ
H T
Heri Thomsen
Transport Service
TRANSPORT
FO-510 Gøtu • Føroyar • Tlf. 441047 • Fax 441866
Søkt verður eftir
Góðskuleiðara/innkeypara
Pf. Heri Thomsen er ein av leiðandi flutningsfyritøkunum í landinum,
serstakliga tá tað snýr seg um flutning av fiski, bingjum og alifóðri. Felagið
hevur 18 lastbilar/trailarar, 14 leguvognar, 6 gaffiltrukkar og 2 farmaskip,
lastvognsverkstað og vørugoymslu (pakkhús). Í dag starvast 35 fólk hjá
fyritøkuni, væntandi fer starvsfólkatalið uppá 45 í 2001. Í 1999 fingu vit sum
teir fyrstu í Føroyum ISO 9002 góðkenning.
at byrja 1. mars ella skjótast tilber
Starvslýsing:
• at viðlíkahalda og menna verandi
góðskukervi (ISO 9002)
• at innføra "HUT" skipan
(heilsu, umhvørvi, trygd)
• at standa fyri øllum innkeypi av
eykalutum
• at skipa og halda eykalutagoymsluna
• at menna og røkja skrásetingarskipan
til viðlíkahald av aktivum felagsins
Vit vænta:
• at tú kanst starvast sjálvstøðugt
• at tú hevur hollar royndir við EDV
• at tú hevur kunnleika til góðskuskipanir
(ikki ein treyt)
• at tú hevur kunnleika til innkeyp
(ikki ein treyt)
• at tú hevur kunnleika til goymslustýring
(ikki ein treyt)
• at tú dugir enskt
• at tú ert fyrikomandi og hevur góð
samstarvsevnir
Nærri upplýsingar um starvið og umsóknarblað, fæst
við at venda sær til skrivstovuna, tel 441900.
F
A
R
O
D
A
N
E
S K E I Ð S T O VA N
KVAS
KVAS
R
R
TLF. 320204
Farodane 01-01
http://kvasir.farodane.fo
2-daga grundskeið í
mán 12-02-2001 . týs 13-02-2001
kl. 08.30-15.30
Projektstýring við
MS Project
Sera hóskandi til sjálvlærd
- ring og hoyr meira.
Skeið í projektstýring
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Toyota Corolla 2.0 Diesel,4 hurðar Sedan
Árg.: des.1999
KM.: 23.899
Eyka útgerð: Sportsfelgur,radio v/avsp.
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Deildin á Saltangará
Tlf.nr.448190
at hitta millum kl.09.00–11.00
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Mazda 323 2.0 diesel,3 hurðar H/B
Árg.: 2000
KM.: 3.539
Lakk: Myrkagrønt met.
Eyka útgerð: Spoylarasett, tokulyktir og píka-
dekk
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Saltangará
Tlf.448077
at hitta millum kl.09.00–11.00
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Mazda 323 1.5 LX Sedan
Árg.: 1997
KM.: 82.000
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú, og
kann síggjast hjá Berg Motors,Tórshavn.
Tlf.345727 – 214166
fax nr.345607
at hitta millum kl.13.00–15.00