leygardagur 20. januar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
25
gult cyan magenta svart
24
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
Í praktikk hjá Kára
Birgir Kruse
Seinastu tvær vikurnar hava
næmingar í 9. flokkunum í
Venjingarskúlanum verið í
praktikk. Men ikki allir
næmingar velja tey vanligu
praktikkplássini á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Lena Maria Ellingsgaard úr a-
flokkinum valdi at fara í praktikk
hjá listamálaranum Kára
Svensson. Hann hevur starvstovu
– ateliér – í gomlu
bommfabrikkini hjá Frants
Restorff í Havn. Haðani er
útsýnið frálíkt yvir býin og
havnina.
Kári Svensson (f. 1954) hevur
í løtuni framsýning í nýggju
hølunum hjá Býráðnum, har
sonevnda Snarskivan er. Talan er
um nýggjar málningar, olja á
lørift. Kári var millum tey fimm
føroysku listafólkini, sum fyri jól
sýndu fram í New York.
Áður hava Amariel Norðoy og
Eyðun av Reyni havt framsýning
við Snarskivuna. Kann henda, at
Lena Maria verður ein av
komandi framsýnarunum. Evnini
hevur hon, litføgur og góð.
Lena Maria
Ellingsgaard úr 9.a í
Venjingarskúlanum í
starvsvenjing sum
listamálari
Mynd: Jens Kr.Vang
Birgir Kruse
Talgild avrit eru ein brenn-
andi spurningur í dagsins
samfelag. Bæði fyri leik
og lærd, málsliga eins og
rættarliga.
Í nýggjasta brævinum
frá málnevndini “Orðafar”,
verður orðið brennifløga
nevnt. Hetta snøgga orðið
skal fevna um tað, sum á
donskum nevnist “brænd-
bar CD”.
Fílst verður – og tað av
røttum – á, at danska orðið
verður nýtt í føroyskum.
Til dømis verður sagt í eini
lýsing, at “tíggju brennbar-
ar fløgur kunnu fáast fyri
so og so nógvar krónur”. Í
staðin verður skotið upp at
siga “brennifløgur”. Snøgt
og munnrætt.
Men um dagarnar mundi
brenna nakað hart á í báð-
um telduborðum hjá einum
dana á Vestursælandi.
Hann varð í vikuni
ákærdur fyri at hava brent
ikki færri enn 62.000
teldufløgur við ólógligum
ritbúnaði. Teldutøki
brennivargurin kann sum
ongan ting vænta at fáa
630 milliónir í endur-
gjaldskravi frá teim fyri-
tøkum, sum eiga teldufor-
ritini og –spølini, sum
vórðu avritaði á teim
mongu brennifløgunum.
Brennifløgur
Mynd: Álvur Haraldsen
Niclas Johannesen
Hon vigar meira enn seks pund.
Inniheldur fleiri enn 1300 mynd-
ir og telur 340.000 orð. Og hon
er skrivað ella útgivin, av the
Beatles.
“The Beatles Anthology” er nú
til sølu kring at kalla allan heim,
og verður søgd at vera síðstu
orðini frá - ið hvussu er frá John,
Paul, George og Ringo - um tað,
ið væl saktans kann kallast
heimsumfatandi Beatles-hug-
takið. Frammanundan vóru
longu bíløgd 1,5 milliónir ein-
tøk, og bókin verður í fyrstu
syftu prentað á átta ymsum mál-
um.
Hundraðtals samrøður
George Harrison, Paul McCart-
ney, Ringo Starr, og Yoko Ono
Lennon hava brúkt farnu seks
árini til at fullgera verkið.
Savnað hava verið hundraðtals
samrøður, sum John Lennon
hevði við journalistar og onnur,
áðrenn hann varð myrdur í 1980.
Haraftrat hevur Beatles
produsarin George Martin eisini
luttikið í arbeiðnum, aftrat fyrr-
verandi Beatles tíðindastjóranum
Derek Taylor, sála, og núverandi
stjóranum á Beatles fyritøkuni
Apple Neil Aspinall.
The Beatles eru uttan saman-
bering mest viðgjørdi bólkurin
nakrantíð. Í so máta er onki nýtt
undir sólini í “The Beatles
Anthology”, siga tey, ið hava
lisið bókina. Men hetta er einasta
verkið, har allir fýra limirnir
geva sína egnu upplivingar av
Beatles døgunum. Og stundum
eru upplivingarnar hjá teimum
fýra ikki í samsvari við hvørja
aðra.
Skrøggsøga
Ein av seigastu søgunum hevur
verið, at The Beatles royktu
marijuana á wc’inum á Bucking-
ham Palace, beint áðrenn teir
fingu handað MBE heiðurstek-
ing frá drotningini. Tað er eisini
soleiðis, at John Lennon minnist
hendingina í “Anthology”. Men
George Harrison vísir á, at hetta
ikki er satt.
Vit royktu ongantíð marijuana
á wc’inum. Tað, sum hendi var,
at vit bíðaðu, inntil tað bleiv
okkara tørn og vit vóru so
fjáltursstungnir, at farið varð á
wc’ið at bíða. Og har royktu vit
eina sigarett - vit vóru allir
roykjarar í teirri døgum. Eg eri
vísur í, at John nøkur ár seinni
hevur hugsað aftur og sagt, ‘á ja,
vit fóru á wc’ið og royktu’ og
harfrá bleiv tað til, at vit høvdu
roykt marijuana. Men tað gjørdu
vit ongantíð”, sigur George
Harrison í bókini.
Ringo Starr er hinvegin minni
sannførdur. “Eg eri ikki heilt
vísur í, um vit royktu ein feita
ella ikki. Tað var undir øllum
umstøðum løgið at vera staddur
á slottinum.
50 pund um vikuna
Ein onnur, kanska ikki so kend
søga er, at teirra managari Brian
Epstein fyrst í 60’unum bjóðaði
teimum at fáa fasta løn restina av
lívinum. 50 pund um vikuna!
Hóast teir vóru fátækir um hetta
mundið og ikki høvdu lagt heim-
in fyri teirra føtur, so vóru boð-
ini til Epstein: “Nei, takk. Vit
taka kjansin, Brian. Vit vilja
risikera at tjena eitt sindur meira
enn 50 pund um vikuna”,
minnist George Harrison.
“The Beatles Anthology” kem-
ur út meira enn tredivu ár aftan á
dramatiska og beiska Beatles
skilnaðin.
Nýggja Beatlesfløgan við teim góðu gomlu sangunum setir øll met í sølubúðunum. Og tað hóast 30 ár eru liðin
síðani teir góvust at spæla. Samstundis er nýggja bókin ‘The Beatles Anthology’ eisini at fáa kring allan heim.
Hetta er einasta bók, har allir beatlarnir hava verið við til at sett saman - Yoko Ono Lennon umboðar John
Lennon. Í eini greinarøð fyri Sosialin fer Niclas Johannesen at viðgera bókina og fyribrigdi The Beatles.
Soleiðis vóru The Beatles
- sambært teir sjálvar