leygardagur 20. januar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
23
22
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Veitslurómur var á fólki,
sum hittust uttanfyri
Colosseum Kino í Oslo
tann 6. januar. Krúnprins-
urin Haakon, hópur av
fólki, fýrverkarí og ein
heilsan frá Woody Allen
var millum tilboðini hend-
an dagin. Veitsludagurin
var komin upp í lag í sam-
bandi við, at kykmynda-
hallirnar í Oslo hava verið
á kommunalum hondum í
75 ár.
Seinasta veitslan
Men hendan veitslan kann
skjótt gerast tann seinasta
kommunala filmveitslan í
norska høvuðsstaðnum.
Politikkararnir í býráðnum
ynskja at selja kykmynda-
hallirnar og feløgini aftan-
fyri filmvísing í Oslo. Í
fyrstu atløgu er ætlanin hjá
borgarliga býráðnum at
selja umleið helmingin av
partabrøvunum í Oslo
Kinematografer. Sam-
stundis vísir ein kanning,
at Oslo hevur ov fáar kyk-
myndahallir og vitjanin
kann gerast munandi betri.
Stjóri fyri Oslo Kine-
matografer Ingeborg
Moræus Hansen, sum sjálv
hevur verið politisk virkin
innan borgarliga flokkin
Høyre, sigur, at privatiser-
ingin ikki er tað hon mein-
ar er best fyri filmstilboðið
í Oslo. Í sambandi við 75
ára hátíðarhaldið hevur
hon sagt, at tey nú skulu
vísa seg sum besta og
dugnaligasta útbjóðaran av
filmi, og á tann hátt fáa
pengafólk til at lata vera
við at royna seg.
Trine Schei Grande, ið
hevur sessin sum leiðari
fyri mentan og útbúgving í
Oslo, sigur, at tey í 2001
skulu leggja fram eitt upp-
skot um at selja ein part av
partabrøvunum í Oslo
Kinematografer. Hon vil
ikki siga, hvussu stóran
part tey skulu selja, men
kommunan skal framvegis
sita á meirilutanum.
Grundgevingin fyri at selja
partabrøvini, er at fáa til
vega pengar til nýggjar
íløgur.
Fleiri útlendskar fyri-
tøkur hava víst áhuga fyri
kykmyndahallunum í Oslo.
Møguligir keyparar eru
sviar gjøgnum SF Kino,
danir gjøgnum Nordisk
film, Sandrew Metronome
sum hevur Schibsted aftan-
fyri seg og so er eitt nýtt
felag undir stovnan sum
kallast Det Norske Kino-
selskap. Schibsted er
størsta fjølmiðlafyritøkan í
Noregi, og tey eiga millum
annað Aftenposten og ein
part av norska TV2. Men
eisini altjóða filmsfyritøk-
ur hava víst áhuga fyri
Oslo Kinematografer.
Serligt mál
Kykmyndahallirnar í
Noregi eru yvirhøvur
kommunalar. Tað finnast
nakrar fáar hallir, sum
privat eiga. Hetta hevur
gjørt, at filmurin í Noregi í
størri mun enn til dømis í
Føroyum og í Danmark er
ein viðurkendur partur av
mentunarlívinum. Filmurin
kappast á nærum jøvnum
føti við sjónleik, tónleik,
myndalist og so framvegis.
Norðmenn hava mett
filmslistina sum ein týdn-
ingarmiklan part av menta-
nini, og ikki sum nakað
sum kann sammetast við
McDonalds, Burger King,
diskotek og so framvegis.
Men hetta hevur ikki
altíð verið so. Orsøkin til,
at Oslo Kinematografer
varð sett á stovn var ein
politisk hugsan sum segði,
at best var at hava hetta
nýggja fyribrigdið undir
almennum eftirliti. Ein
kann siga, at hugsanin
aftanfyri kommunala drift
var bæði politisk og átrún-
aðarlig.
Fyrimunurin seinnu árini
kann sigast at hava verið at
lættari hevur verið politiskt
at stýra tilboðnum fyri at
sleppa undan bert at bjóða
fram Hollywood-filmir.
Millum annað hevur Oslo
Kinematografer seinastu
trý árini havt eitt mentan-
arpolitisk manifest, sum
skal tryggja, at tey sum
koma í kykmyndahallirnar
í Oslo kunnu velja millum
tað seinasta frá Hollywood
á jøvnum fóti við filmar
aðrastaðni frá, til dømis
europeiskar filmar. Her í
býnum er árliga eisini ein
filmsfestivalur sum kallast
”Film fra Sør”, har hópur-
in av filmum frá sunnara
hálvu verða vístir.
Ingeborg Moræus
Hansen sigur, at hon ikki
vil lata nýggjar eigarar
sleppa at broyta hetta
manifestið, og hon vil
stríðast fyri at Oslo eisini
framyvir skal bjóða allar
filmir í øllum hallum. Tað
skulu ikki bert vísast
Hollywood-filmir í teimum
stóru kykmyndahallunum.
Eitt umfatandi tilboð fyri
øll er málið.
Hon sigur, at kommunan
við sínum virkna leikluti
innan film í Oslo hevur
tryggjað býnum eitt tilboð
sum fáir aðrir høvuðsstaðir
hava. Hon sigur, at henn-
ara ynski er at býurin
framyvir kann halda fram
við hesum, og ikki gerast
einsrættaður í úrvalinum
av filmum sum áskoðarar-
nir kunnu velja ímillum.
Hesum eru tó ikki øll
samd við henni í.
Útlendingarnir koma
Privatiseringin av kyk-
myndahallunum í Oslo er
ikki bert ein spurningur
um, hvør sum skal eiga
hallirnar, men ein spurn-
ingur um hvør sum skal
bjóða fram filmir. Í mong
ár hevur tað verið ein
almenn fyritøka, sum
hevur staðið fyri útleigan-
ini av filmum til norskar
kykmyndahallir. Hetta er
nú við at fara í søguna. Í
løtuni eru stórar altjóða og
serliga amerikanskar
fyritøkur við at seta á
stovn egnar skrivstovur í
Oslo.
Ivar Johansen, sum situr
í fíggjarnevndini í býráðn-
um í Oslo fyri Sosialistisk
Venstreparti er ein av
teimum, sum ávarar móti
privatiseringini. Hann
sigur, at higartil hevur
stjórin í Oslo Kinemato-
grafer avgjørt, hvørjir
filmir, sum skulu vísast.
Nú óttast hann at Warner
bros. Universal, Paramount
og líknandi filmsfyritøkur
skulu velja út filmirnar.
Ivar Johansen óttast, at
hetta ikki førir til meir
kapping og betri tilboð.
Tvørturímóti meinar hann,
at hetta vil føra við sær
eina einrætting og vána-
ligar tilboð.
Fjølbroytt tilboð
Ingeborg Moræus Hansen
og hennara starvsfelagar
hava allatíðina roynt at
broyta tilboðið hjá kyk-
myndahallunum. Roynt
hevur verið at leggja til
rættis tilboð, sum fólk vilja
hava og at finna nýggjar
møguleikar í ”biograftúri-
num”. Eitt tilboð, sum
nógvum dámar væl er eitt
sokallað matiné-tilboð, har
umframt film er høvi at
njóta eitt glas av víni.
Í vetur kom so enn eitt
tilboð sum lokkar mamm-
ur við nýføðingum. Hvønn
mánadag verður ein filmur
vístur kl. 13.00, og tá
koma í hundratals mamm-
ur við barnavognum til
Saga kino. Her kunnu so
mammurnar og einstakir
pápar síggja film, meðan
arvingurin liggur við síð-
una av.
Fleiri hallir
Oslo Kinematografer hava
ikki eydnast við at tilpassa
tilboðið nóg gott til brúk-
ararnar. Hetta vísir ein
nýggj kanning av films-
marknaðinum í Skandi-
navia og Baltikum. Hend-
an kanningin, ið bretska
fyritøkan Dodona Re-
search hevur gjørt, vísir at
Oslo er tann høvuðsstaður-
in í Norður-Europa sum
hevur møguleikan til at fáa
flest nýggjar áskoðarar.
Sambært Dodona
Research kunnu kyk-
myndahallirnar økja um
áskoðaratalið við 40
prosentum tey komandi
fimm árini. Í kanningini
verður serliga víst á Oslo
sum ein býur har møgu-
leikarnir eru góðir til at fáa
nógv fleiri til at hyggja
eftir filmi. Nevnt verður
millum annað, at Oslo
manglar kykmyndahallir
— og at hesar eiga at
byggjast úti í útjaðaranum
av býnum har fólk býr. Í
dag liggja tær flestu
hallirnar í miðbýnum.
75 ár á kommunalum hondum
BIOGRAFSØGA. Á trettanda degi – 6. januar – vóru 75 ár síðani fyrsti kommunali biografurin
lat upp í Oslo. Síðani hevur Oslo Kinematografer havt uppgávuna at undirhalda við filmi í
norska høvuðstaðnum. Men nú skal kapping koma í.
Kykmyndasøgan í Oslo
1896: Livandi myndir verða fyri fyrstu ferð sýndar alment í
Noregi. Hetta hendi í Cirkus Varieté í Kristiania (Oslo).
1904: Í Stortingsgate 12 verður fyrsta høllin bygd, sum
bert skal brúkast til at vísa film í.
1918: Býráðið avgerð at fara í kapping við tær privatu
kykmyndahallirnar.
1926: Kykmyndahallirnar gerast kommunalar og Oslo
Kinematografer sær dagsins ljós.
1928: Oslo fær sínar fyrstu stóru kykmyndahallir; Soria
Moria og Colosseum. Báðar hallirnar eru framvegis í drift.
Tær eru broyttar nakað síðani 1928. Colosseum bleiv
bumbað undir seinna heimsbardaga, men bygt uppaftur.
1951: Oslo Kinematogarfer seta áskoðaramet — 8,8
milliónir atgongumerki seld eftir einum ári.
1981: Nýggi Saga kino letur upp. Hetta er fyrsta
kykmyndahøllin í Noregi, sum hevur fleiri smærri hallir.
1997: Oslo Kinematografer gerst partafelag.
2000: Býráðið selur ein part av partabrøvunum í Oslo
Kinematografer.
2001: Oslo Kinematografer kunnu halda 75 ára
hatíðardag. Fevnir í dag um 11 kykmyndastøð við til
samans 31 hallum og 8041 sitiplássum. Umleið tríggjar
milliónir atgongumerki verða seld um árið.
– Jú, tey eru samd. Tað var “ En fin dag” í norskum kykmyndahøllum
Urd Johannesen
Mær dámar ikki serliga
væl at flúgva. Ódnin í
1989 loypti ein ordans
kvøkk á meg, og eg eri
ongantíð heilt komin yvir
kvøkkin, hóast tær mongu
fráferðirnar og komurnar
síðani tá hava gjørt meg
minni bangna. Eg havi
fingið nógv góð ráð frá
vælmeinandi vinum og
kenningum, sum ynskja at
hjálpa mær, men onkus-
vegna eru tað bert mínar
egnu royndir, ið higartil
hava hjálpt. “Drekk tær
eina kenning”, søgdu fleiri.
Men um nú flúgvarin datt
niður og eg upp, so ynskti
eg ikki at hava Johnny
Walker ella ein Jägara við
sum fylgisneyta, tá eg stóð
frammanfyri Pæturi. Hetta
er batnað nakað so við og
við sum eg eri blivin meira
stinn. “Hugsa um, at tú
einki fær gjørt alíkavæl”,
segði onkur, sum fann eina
troyst í ikki at hava tamar-
hald á støðuni. Men tað
var júst hetta, sum gjørdi
meg allarmest bangna. Har
er bara einki at gera, um
okkurt hendir. Tí fann eg
mær ofta ugga í at hyggja
at smábørnunum, sum
vóru við í flogfarinum, tí
eg sá, hvussu rólig og glað
tey vóru, og eg hugsaði, at
verðin kann ikki vera so
ónd at gera enda á teirra
lívum.
Eg eri her enn - í mið-
hæddini - so tað hevur
gingið higartil. Ja, so væl,
at veruligur fjáltur bert
kemur á meg, tá ið flúgvar-
in nærkast flogvøllinum í
Vágum. Føroyingar ferðast
sum ongantíð áður, hetta
prógva tey seinastu hagtøl-
ini frá Statens Luftfartssel-
skab. Fyrr klappaðu allir
føroyingar, tá ið flogfarið
hevði sett seg, sum um
flogskiparin og manning
høvdu bjargað okkum lívi-
num enn einaferð. Nú er
tøgn, eingin klappar long-
ur, tí ein flogferð er ikki
nøkur stórhending. Hon er
meira vorðin ein partur av
gerandisdegnum. Sjálv
klappi eg altíð innantanna
og sendi eina takkarheilsu
til flogskipararnar - mínar
hetjur, sum høvdu mína
lagnu í teirra hond eitt bil.
Mær dámar væl at ferð-
ast, at fáa luft undir veing-
irnar og sleppa burtur eina
løtu. Hóast hugurin flýgur
uttan mun til, hvar ein er,
so er tað gott viðhvørt at
fáa kroppin og sansirnar
við. At síggja eina aðra
verð enn hana, eg trampi í
dagliga. Tí, tá ið eg komi
heim, trampi eg ikki meira;
eg dansi tango ella salza. Í
november í fjør sat eg um-
borð á einum SAS-flogfari
á veg úr London til Dan-
markar. Eg hevði luttikið á
einari ferðavinnustevnu og
var nú á veg heim aftur til
Føroya, via Keypmanna-
havn, skilst. London er fyri
meg sum tann lekra glar-
ingin omaná tí sunnu gula-
rótakøkuni. Eg eri nøgd
við glaringina, hóast mær
dámar væl alla køkuna. Í
slíkum førum sum hesum,
havi eg ikki stundir til
annað. Hetta er “business
and pleasure” í røttu rað-
fylgju. At sleppa leys í
London Town er annað enn
føroyingar í leðurjakka við
rond og hvítum sportsokk-
um. Har er ein ørgrynna av
ymiskum typum í ymisk-
um litum og fólkini eru í
týðiligum mótsetningi til
teir heldur gráu stórbýar
bygningarnar. Og tó, so
megnar onkur at stinga seg
burtur úr mongdini. Minn-
ist serliga gentuna við
ljósareyðum hári, bláum
følskum pelsi, nalvablus og
himmalhøgum plateau-
stivlum. Rundanum eyguni
var alt málað svart, og eftir
hennara dialekt at døma,
kom hon frá onkrum
eystur-evropæiskum landi.
Hon bara flenti, prátaði við
øll, kíndi síðumanninum
um kjálkan, men sá ikki út
til at gera haltari hønu
mein. Hon setti veruligan
dám á hesa løtu, sum flest
øll annars nýta til at vera
burturstødd. Øll sótu við
einum brosi, og nú varð
líkamikið, um tað var
trongligt, og um vamlisligi
lukturin av undirgrund
stakk í nasarnar. Eisini
hugsaði eg um svigarinn-
una, sum er so góð við øll
dýr og alt livandi her á
jørð, at hon plagdi at geva
mýsnum í undirgrundini í
London ein ostabita.
Hesa og manga aðra
stuttliga løtu sat eg og
hugsaði um umborð á flog-
farinum á veg til Keyp-
mannahavnar, meðan eg
samstundis eisini ilskaðist
eitt sindur inn á tunglyndi
føroyinga og okkara ótta
fyri at vera annaðleiðis.
Havi ivast viðhvørt, um
Guð ikki gjørdi ein brøl-
ara, tá ið hann bert gav
fuglunum veingir og ikki
okkum menniskjum. Tí so
kundu vit liva eitt perlulív
eins og tjøldrini, ið flúgva
heim til Føroya á Græ-
karismessu og til heitari
lond á heysti. Men tá ið
tað nú ikki skuldi verða
soleiðis, so er tað frálíkt at
sleppa á flog í nakrar dag-
ar. Ella kanska er tað júst
hetta, at vit ikki sleppa so
lætt vekk, sum ger, at so
mong ferðast inn í aðrar
verðir innan tónleik, list,
bókmentir? Gerandisdag-
urin hjá okkum líkist eisini
gerandisdegnum aðra-
staðni, og meðan vit her
eru skúlanæmingar, banka-
lærd ella flakakvinnur, eru
vit øll føroyingar, tá ið vit
eru uttanlands. Meira
føroyingar enn heima.
Føroyingar uttanlands
fylkjast í flokk og frið-
halga tað føroyska, meðan
vit her heima hvør í sínum
lagi leita ella kaga burtur
til onnur støð. Uttanlands
var tað nokk at vera føroy-
ingur fyri at sleppa upp í
part. Tað ræsta kjøtið og
seyðarhøvdini spurdu ong-
an eftir. Tað smakkaði
bara.
“Ja, goddag mine damer
og herrer, det er Deres
Kaptajn”. Henda djúpa og
mynduga røddin vakti meg
mitt í hesari skortfleingj-
uni. Flogskiparin boðaði
frá, at vit vóru í Kastrup
um fáar minuttir. Hann
vónaði, at vit høvdu havt
eina góða ferð. Jú takk, av
tí allarbesta. Tankarnir
vóru langt síðani komnir
heim til Føroya uttan
millumlending, og eg
hevði als ikki verið bangin,
meðan kroppurin royndi at
fylgja við. Uttanfyri glugg-
an hevði verið av allar
fagrasta veðri, undir okk-
um lógu skýggini sum eitt
mjúkt vattteppi, ið vildi
balla okkum. Vit lendu.
Blett. Í Kastrup. Og aftan-
fyri okkara flogfar síggi eg
Atlantic Airways, sum eis-
ini júst er komin úr Føroy-
um. Nú kemur so tann
keðiligi parturin, har vit
skulu standa og bíða eftir
viðførinum. Á skíggjanum
stendur, at føroyingarnir
eisini skulu heinta sítt við-
føri her við rulliband nr.
A5. Kuffertini byrja at
koma. Summi nýggj,
summi gomul, onkur holut,
fleiri stór, nøkur lítil, flestu
døkk í liti, okkurt deiliga
reytt, onkur ryggsekkur...
men hvat er hatta? Nú
kemur okkurt heilt øðrvísi,
pikkalítið, myrkt við reyð-
um strikum, hvørki fuglur
ella fiskur . . . men ein
gjøgnumskygdur posi við
tveimum seyðarhøvdum í.
Tey hildu seg eiga alla
verðina, hesi bæði deiligu
svørtu seyðarhøvdini, sum
komu rullandi eftir bandi-
num sum var tað tað mest
náttúrliga av øllum. Tey
flestu lótust ikki um vón,
onkur lat sum luft. Eg
flenti. Eg var lend í øllum
góðum. Eg elski teg Føroy-
ar. Og seyðarhøvd.
HØGT AT FLÚGVA.
“Tá ið eg komi heim, trampi eg ikki meira;
eg dansi tango ella salza”
Týskar klumpar og franska sós