leygardagur 20. januar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
Birgir Kruse
- Andrias, ein teldubók, hvat er
tað?
Ein teldubók er ein bók, ið er
umgjørd, ella skrivað til teldu,
eitt forrit sum vísur síður, eina
síðu, ella fleiri í senn.
- Hevur tú sæð sovorðnar fyrr,
teldubøkur altso?
Hetta er tann fyrsta av sínum
slagi í Føroyum. Aðrar bøkur eru
gjørdar uttanlands, kanska ikki
akkurát í hendan stílin, men
líknandi.
- Tillukku við tí. Men hvussu
kom henda fyrsta útgávan í lag?
Tað byrjaði við, at eg keypti
eitt forrit at gera forrit við fyri
eini trimum árum síðani. Síðani
spældi eg mær við hesum forriti
eina tíð og fekk so hugskotið at
gera eina bók burturúr. Eina
teldubók. Støðið skuldi verða
bókin ”Stjørnan hjá Lauru”, ið er
týdd úr týskum til føroyskt, og
givin út á Bókadeildini hjá
Føroya Lærarafelag.
Eg gjørdi hesa teldubókina til
mína yngstu dóttir, ið nú er 6 ár.
Henni dámdi væl hesa søguna,
og onnur børn í familjuni vóru
eisini hugtikin av hesum
mátanum at hoyra søgur uppá.
Fleiri av mínum vinfólkum
spurdu meg, hví eg ikki fór
víðari við teldubókini og vísti
onkrum øðrum hana. Kanska
hon so verður givin út, hildu tey
fyri.
Eftir langa tíð, so hugsaði eg,
okay, lat meg royna. Eg fái so
ikki meira enn eitt nei.
Eg ringdi til Bókadeildina og
segði við leiðaran, Niels Jákup
Thomsen, at eg hevði gjørt eina
bók hjá teimum um til teldubók
og spurdi, um tey vóru áhugaði
at síggja hana. Tey blivu sera
hugtikin av bókini og sendu hana
alt fyri eitt til Týsklands, har hon
upprunaliga kemur frá, fyri at
fáa loyvi at geva bókina út í
Føroyum í hesum líki. Sum
teldubók.
Svar kom aftur úr Týsklandi,
at tey sjálvi ætlaðu at geva hana
út sum teldubók. So tíanverri
kundu vit ikki fáa loyvi til út-
gávu. Niels Jákup vildi tó ikki
sleppa hugskotinum at geva eina
føroyskt framleidda teldubók út,
og vísur mær so fýra smábarna-
bøkur við felagsheitinum ”Lítli
Reyði Bilur” og spyr meg: “Hvat
kanst tú gera við hesar bøkur-
nar?”
Gamaní. Eg hevði hug. Havi
síðani sitið í fimm vikur, einar
tríhundrað tímar, og sett bókina
upp til teldu. Allar myndirnar eru
fyrst skannaðar inn og síðani
umteknaðar. Ein triðingur er
skoyttur uppí hvørja mynd. Allar
myndirnar ella síðurnar, hava
“animatiónir”, altso okkurt, eg
havi gjørt livandi á hvørjari
mynd. Og onkur mynd er gjørd
um til putlispæl.
Teldubókin hevur eisini onnur
spøl: mála bil er eitt, har ”Lítli
reyði bilur” kann málast ymsar
litir. So koyrir hann niðast á
skerminum við litinum, sum tú
hevur valt. Eitt annað er orgul,
har ein kann spæla tónleik við
einum orgli. Dukku-Lisa er
eisini eitt. Lat Dukku-Lisu í
ymisk klæðir, gev henni stutt
hár, langt hár, o.a.
Eg havi sjálvur gjørt prentið
niður á fløguna, og brent ella
margfaldað fløgurnar heima við
hús, íalt 450 eintøk. Eydna
Magnussen, ið starvast á
Bókadeild Føroya Lararafelags,
eigur røddina, sum hoyrist á
fløguni. Niels Jákup hevur
rættlisið forritið og so hevur
Heystprent gjørt húsan.
- Hvat er títt dagliga yrki og
tín bakgrund annars?
Eg havi verði arbeiðsmaður í
nógv ár, til eg bleiv sjúkur og
ikki kundi arbeiða hart likamligt
arbeiði. Eg eri nú teldumekanik-
ari hjá TelduTænastuni í Havn og
havi verið har í eini trý ár. Mær
dámar sera væl at arbeiða við
teldum. Spennandi og fjølbroytt,
tí eingin dagur er eins.
Eg kann skoyta uppí at eg eri
vorðin Beta testari. Tað merkir,
at eg royni ta nýggjastu útgávuna
av forritinum, ið eg nýti at gera
forrit við, áðrenn henda versión
verður útgivin. Endamálið er at
finna feilir í útgávuni, og rætta
teir so hvørt. Í løtuni eri eg ein
SAMRØÐA. Fyrsta føroyska teldubókin hevur sæð dagsins ljós. Tann størsti týdningurin er at
børnini fáa teldubøkur og spøl á egnum máli, sigur Andrias Hammer, sum hevur gjørt bókina.
Ávirkanin av útlendskum tilfari er allastaðni, sigur hann. Hetta er við til at avskepla mál
okkara og elvir til, at børnini heilt tíðliga brúka donsk og ensk orð ístaðin fyri sítt egna
móðurmál.
Mín fyrsta teldubók
Menn og maskinur: Andrias Hammer rithøvundur at fyrstu føroysku teldubókini, við modelbili, tyrlu og flúgvara
av tjúgu, sum kring allan knøttin
hava fingið hendan heiður. Ein
skal søkja at blíva Beta testari og
harumframt vísa á, hvørjar
útgávur ella forrit, ein hevur
gjørt.
- Um vit fara aftur til teldu-
bókina, hvør er so málbólkurin?
Málbólkurin til hesa bókina
eru tey fýra til átta ára gomlu,
men bókin kundi eisini verið
brúkt í undirvísing. Her hugsi eg
um lesiveik børn í 1. og 2.
flokki. Børnini verða fangaði av
hesum og eg ivist ikki í, at
børnini fylgja betur við, enn tá
tey bert lesa úr bók. Tí teldan
hevur teirra áhuga.
- Hvør er týdningurin annars,
at føroysk børn fáa sovorðnar
teldubøkur?
Tann størsti týdningurin er jú,
at børnini fáa teldubøkur og -
spøl á sínum egna máli.
Ávirkanin av útlendskum tilfari
er allastaðni sum er, og hetta er
við til at avskepla mál okkara og
ger eisini, at børnini heilt tíðliga
brúka donsk og ensk orð ístaðin
fyri natúrliga móðurmálið.
- Er teldan vorðin ein nýggjur
miðdepil í tilveruni hjá
føroyskum børnum?
Teldan er heilt greitt komin
fyri at verða, hetta fáa vit ikki
gjørt nakað við. Ístaðin fyri at
standa og hyggja at, eiga vit at
royna at geva sum mest út á
føroyskum, tí at støðga
útviklingini, tað klára vit ikki.
Børnini byrja heilt tíðliga at
spæla við teldu, ja heilt niður í
tvey ára aldur byrja tey at spæla
við telduna.
- Eigur tú børn sjálvur?
Eg havi 3 børn, eina gentu,
sum er 6 ár, ein drong sum er 10
ár og so eina gentu sum er 13 ár.
Dótturin Katrin, sum er 13 ár,
gav mær hugskotið til dukku-
Lisuna, sum er á fløguni, og hon
hevur gjørt klæðini, sum dukku-
Lisa kann latast í.
- Fáast tey við telduspøl,
børnini?
Míni børn spæla nógv við
teldu. Dótturin sum er 6 ár,
dámar best spøl í stíl við Lítla
reyða bilin. Elstu dótturini dámar
best The Sims, og líknandi. The
Sims er eitt spæl, har tú hevur
eina familju og skalt royna at
tjena pengar, so tey fáa ráð til
størri hús, bil og annað.
Soninum dámar best strategi
spøl. Tað eru spøl, sum krevja, at
tú hugsar teg væl um. Í løtuni er
tað Red Alert 2, ið er á skránni.
- Hava tey roynt “Lítla Reyða
Bilin”?
Tann yngsta dámar sera væl
fløguna um Lítla reyða bilin,
henni dámar best at lata dukku-
Lisu í. Tey bæði eldru eru ov stór
til at spæla við Lítla reyða bilin.
- Hvussu “lesa” vit hesa
teldubókina?
Forritið startar sjálvt, tá tú
koyrir fløguna í, tveir knøttar eru
at velja í “Spæl” og “Legg inn”,
trýstir tú á “Spæl” startar Lítli
reyði bilur, og kann sostatt
spælast beinleiðis frá fløguni.
Trýstir tú á “Legg inn” verður
forritið lagt inn og tað fæst í
gongd við at fara niðast á
skriviborðið, trýsta á START,
síðani PROGRAMMER, síðani
LÍTLI REYÐI BILUR og so á
BILUR.
- Hetta ljóðar ógvuliga
teldutekniskt. Kann man í hesum
sambandi yvirhøvur siga “at
lesa”?
Jú, eg haldi, at man gott kann
siga at lesa, tí tekstur er til
hvørja mynd. Annars havi eg við
vilja gjørt teldubókina soleiðis,
at tá tú sjálvur blaðar ígjøgnum
bókina, eru fleiri “animatiónir”,
sum annars ikki síggjast tá
teldubókin blaðar sjálv.
- Man tað “at lesa”, soleiðis
sum vit higartil hava kent tað,
fara at broyta meining í
framtíðini? Góða gamla
pappírsbókin, vit fyrr kundu lesa
í, fer hon at verða yvirhálað av
ymsum smartum digitalum
tingum?
Velja vit at lata standa til, so
kann tað lætt henda. Men her er
tað at vit kunnu, ella eiga, at
síggja veruleikan í eyguni:
teldan er áhugaverdari at sita við,
enn bókin. Harvið er ikki sagt at
bøkur skulu vekk, nei, ein kundi
hugsað sær, at man gav eina
teldubók út, har ein bók fylgdi
við, og tá tú ert komin til eitt
ávíst stað í teldubókini, ja so
mást tú lesa úr bókini fyri at
finna fram til, hvussu tú kemur
víðari. Altso lesur tú ikki í
bókini, sleppur tú ikki til næsta
bana.
- Leingi hevur verið tosað um
e-bøkur og t.d. print on demand,
altso bøkur á netinum, sum ein
kann fáa til keyps, alt eftir ynski.
Hvat heldur tú um hetta? Fara
gomlu hugnaligu bókahandlarnir
í søguna? Fer teldan og alnótin
at “gloypa” bókini og gera enda
á henni?
Bókin fer ikki í søguna, men
tað fara nokk ikki at koma so
nógvar bøkur út sum nú, tá hugsi
eg nøkur ár fram í tíðina, kanska
eini tíggju ár.
- Onkur granskari vil vera við,
at teldur umframt at vera hentar
til at leita sær upplýsingar, eisini
gera børn einslig og avbyrgd.
Samdur?
Nei, tað haldi eg ikki, tí børn-
ini - tað eru serliga dreingirnir
sum spæla við teldu - koma inn
til hvønn annan at spæla. Børn
spæla saman í bólkum, og oftani
bert tvey og tvey. Tað hevur altíð
verið so, so tað er ikki nakað
nýtt.
Annars eru nógv av spølunum,
sum fáast í dag, gjørd til tvey
ella fleiri at spæla saman. Hetta
verður rópt at “netast”, altso
fleiri møtast og hava telduna við.
Allar teldurnar verða so settar
saman við káplum, so samband
verður ímillum teldurnar. So er
klárt at netast, og spæla ímóti
hvørjum øðrum. Alt samalt í
felag.
- Hevur tú nakra nýggja
teldubók í umbúnað?
Í løtuni arbeiði eg við fleiri
ymiskum spølum. Kann til
dømis nevna eitt forrit, sum eg
havi kallað “MÁLA”. Eg havi
teknað nakrar myndir, sum
børnini sjálvi kunnu lita inni á
telduni. Forritið goymir eisini
myndina, soleiðis, sum tú seinast
litaði hana. Eitt annað, sum eg
arbeiði við, er ein froskur, sum
man skal fáa stytsta vegin
ígjøgnum ein labyrint, fyri at
sleppa til næsta bana. Og okkurt
annað er eisini í gerð í løtuni.
- Hyggja vit at øllum Heimi-
num, so vita vit, at ikki øll eiga
eina teldu. Tíansheldur vatn og
el-samband. Fara vit sum frá
líður at fáa eitt nýtt slag av
lesarum - tey sum eiga teldu og
tey sum onga teldu hava? Tey
sum duga at søkja
sær informa-
tión og tey,
sum eru
hopleyst
uttanfyri? Verður kanska ein
nýggj og størri gjógv millum
hesar bólkar í framtíðini?
Heilt avgjørt. Hetta er ein av
størstu vandunum. Tað kunnu
gott fara at verða fleiri, sum
detta niðurímillum — eisini her
heima hjá okkum sjálvum — um
ikki fyrst og fremst skúlarnir
taka sær um reiggj og fáa
telduna meira við í undirvísing-
ina. Sum er, fáa børnini bert
nakrar tímar, sum kunnu teljast á
aðrari hondini um árið, í teld.
Onkur vil kanska siga at tað
passar ikki at støðan er so vána-
lig í føroysku skúlunum, sum eg
sigi, tá tað kemur til teld, men
sum sagt, so havi eg tvey børn í
skúlaaldri, og bæði ganga í
størsta skúla í landinum. Og har
er tað sera forkunnugt at sleppa
inn í telduhølið. So her er ein
stór uppgáva, har eg havi sett
sjøtil á bara ein lítlan part.
- Góða eydnu og enn einaferð
tillukku við Føroya fyrstu teldu-
bók.
Takk fyri tað.
Dótturin Katrin, 13 ár,
við teldubókini,
har hon hevur gjørt klæðini,
sum dukku-Lisa kann latast í
“
”
- Hvussu lesa vit teldubókina?
Forriti startar sjálvt, tá tú koyrur fløguna í.
Tveir knøttar eru at velja: “Spæl” og “Legg
inn”. Trýstir tú á “Spæl”, so startar Lítli
reyði bilur og kann sostatt spælast
beinleiðis frá fløguni. Trýstir tú á “Legg
inn” verður forritið lagt inn og tað fæst í
gongd við at fara niðast á skriviborði,
trýsta á START, síðani PROGRAMMER,
síðani LÍTLI REYÐI BILUR og so á BILUR.
- Hvat krevst av telduni?
Fyri at kunna lesa fyrstu føroysku
teldubókina, sum er um ”Lítla reyða bilin”,
mugu hesi krøv verða lokin: 103Mb frítt
pláss á harðdiski, 166MHz CPU, 16Mb
RAM, 4Mb skermkort, Windows 95, 98,
Millennium, 2000 ella NT.