Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001 19 gult cyan magenta svart 18 Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001 Rúnar Reistrup Tiltakið byrjaði sum ein væleydnað roynd, sum bleiv endurtikin og nú farið verður undir Prix Føroyar fyri fjórðu ferð, er tiltakið ein so fastgrógvin partur av virkseminum hjá Norðurlandahúsinum eins og av tónleikalívinum í Føroyum, at tað kann tykj- ast sum ein sjálvfylgja at tað heldur fram. Men tað er tað ikki. Og at tveir stjórar í Norður- landahúsinum hava hildið tað verið eitt gott hugskot at brúka so nógva orku upp á eitt tiltak til frama fyri føroyskan rock- og popptónleik merkir ikki, at tann trijði og tann fjórði hava somu áskoðan. Og tá tað er stjórin í Norðurlandahúsinum sum setir dagsskránna og skal kunna hyggja Norður- landaráðið í eyguni, tá fíggjarætlanin fyri húsið verður løgd fram, er tað hesin, ið tekur avgerð frá einum ári til tað næsta, um nakað skal eita Prix Føroy- ar í framtíðini. Tey trý Prix tiltøkini, ið hava verið fyriskipað higartil, hava ligið tvey ár eftir hvørt annað, og í síðst í hesum mánaðinum eru liðin tvey ár síðan seinasta Prix tiltak byrjaði, so tað lá líkasum í luftini seinnu helvt av árinum í fjør, at nú mundi eitt Prix Føroyar 2001 verða á gáttini. Enn einaferð Og ímóti ársloki frættist so, at Norðurlandahúsið aftur í ár í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleik- arafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya fór at skipa fyri kappingini, so tað mundi eydnast teimum í Norðurlandahúsinum og føroysku tónleikarunum at selja hugskotið til nýggja stjóran, Helgu Hjørvar, sum ikki tók við stjóra- starvinum, fyrr enn í apríl 1999 og sostatt ikki hevði nakað við seinastu Prix kapping at gera. Men sambært stjóranum í norðurlendska mentunar- húsinum sjálvum, var ikki neyðugt at yvirtala hana til at seta eitt Prix 2001 á skránna. Helga Hjørvar fekk nevniliga sín elddóp sum stjóri við Prix Føroyar finaluni fyri tveimum árum síðan, so hon hevur upplivað hvat tað snýr seg um, og sigur seg hava skilt hvat stendur upp á spæl. Stúrdi fyri plantunum Helga hevði ikki verið í stjórastarvinum í meir enn einar tíggju dagar, tá norð- urlendska mentunarhúsið bleiv hertikið av 800 ung- um fólkum, ið komu fyri at hoyra tað besta, sum føroyskir popp- og rock- tónleikarar høvdu at bjóða. - Eg má siga sum er, at eg hevði aldrin verið til eina rockkonsert áður, fyrr enn eg var til Prix final- una. Og dagarnar framm- anundan stúrdi eg nógv fyri tiltakinum. Ikki tí at eg stúrdi fyri konsertini sum so, men tankin um at hetta fína húsið skuldi brúkast til eina rockkon- sert við nærum túsund ungum sum áhoyrarum fekk meg at hugsa um hvussu gólvið og plantur- nar og slíkt fóru at síggja út, tá konsertin var av, greiðir Helga Hjørvar frá - Men tað vísti seg skjótt at har var einki at stúra fyri. Fólkini uppførdu seg fyrimyndarligt og tiltakið varð so professionelt fyri- skipað, bæði av fólkinum her í húsinum og av Út- varpinum og Sjónvarpi- num, at eg beinanvegin uppfataði, hvussu týðandi hetta tiltak í veruleikanum var, greiðir Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsi- num frá. Síðan tá hevur hon gjørt sær nógvar tankar um til- takið, og tá tað gjørdist aktuelt at fara undir fyri- reikingar til enn eitt Prix Føroyar, var hon ikki í iva um at seta tað á skránna. Tvær flugur - Prix Føroyar hevur tvey endamál sum jú passa full- komuliga til tvey av høvuðsendamálunum hjá Norðurlandahúsinum. Prix nær út til alt Føroyar – um alt landið sita tónleika- bólkar og smíða løg og venja, og tey fýra undan- umførini fara øll fram utt- an fyri húsið og uttan fyri Havnina. Harumframt er Prix Føroyar ein profiler- ing av føroyskum tónleiki uttanlands. Og Norður- landahúsið hevur júst sum tvey av sínum endamálum at skapa tiltøk fyri alt landið og at fáa føroyska mentan út um landoddar- nar. At so áhugin og virð- inging fyri tiltakinum veksur ár eftir ár og heili 39 bólkar hava boðað frá luttøku í ár, sigur mær so mikið sum at her er eitt konsept, ið rættiliga rakar seymin á høvdið, sigur Helga Hjørvar. Prix Føroyar fekk beinanvegin stóra undir- tøku fyrsta árið, tað varð fyriskipað, og tvey ár seinni var undirtøkan eisini góð, hóast tað vóru nakað færri bólkar við ta ferðina. Men í 1999 setti luttøkan met, og tað gjørdi hon aftur í ár við tað at heili 39 bólkar teknaðu seg til kappingina. Hvar er heimsnavnið Men meðan tað hevur gingið sera væl at vekja kreativitetin hjá ungum føroyingum úr størstu býu- num eins væl og úr minstu Sjálvandi heldur tað fram PRIX FØROYAR. Fyri fjórðu ferð hevur Norðurlandahúsið tikið stig til eina Prix Føroyar kapping. Vit hava spurt stjóran í húsinum, Helgu Hjørvar, hví hon eisini er hoppað upp á vognin og eins og teir tveir undanfarnu stjórnarnir hevur valt at brúka ein góðan part av orkuni hjá húsinum til eitt rock- og popptónleikatiltak, tá man nú kundi gjørt so nógv annað gott. - Tað er ikki nóg mikið at gerast vinnari av Prix Føroyum og so seta seg hendur í favn at bíða eftir einum sáttmála við tey stóru plátufeløgini. Mynd: Jens K. Vang bygdunum, kann tað tykj- ast sum at tað hevur gingið eitt sindur tungt við at røkka hinum endamálinum við Prix Føroyum - at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar, og í besta føri at gera ein føroyskan bólk altjóða kendan. Men hetta veldst sam- bært Helgu Hjørvar nógv um hvussu man hyggur at gongdini hjá bólkunum, sum hava vunnið Prix Føroyar kappingina higar- til. Tí hóast eingin av teim- um er blivið nakað heims- navn eftir at hava vunnið Prix Føroyar, so hevur kappingin hóast alt megnað at virkað sum springbretti hjá bólkunum, og meira enn eitt spring- bretti kann ein slík kapp- ing ongantíð gerast, sigur Helga Hjørvar. - Síðan Taxi vunnu kappingina fyri smáum tveimum árum síðan, hava teir spælt nógv eitt nú í Íslandi, og tað er enn eftir- spurningur eftir teimum í Norðurlondunum. Okkurt hevur gingið væl og okkurt minni væl, men teir hava so megnað at komið væl runt, og tað er fyrsta fyri- treyt fyri at tað einaferð skal lukkast. Vit vita hvussu tungur tónleikaídn- aðurin er at dansa við, og at tað fyrst og fremst krev- ur áhaldni, um ein skal koma á toppin. Tað ber ikki til at skjóta ein tón- leikabólk upp á ovastu rók við einari kapping. Kapp- ingin kann í besta føri ger- ast startskotið, og so má bólkurin sjálvur arbeiða fyri at koma víðari haðani, sigur Helga Hjørvar. Tað fer at henda Nógv hevur hesi seinastu árini, verið tosað innan føroyska tónleikaheimin um hvør føroyskur bólkur kann gerast fyrsta føroyska heimsnavnið innan tónleik, og fleiri hava roynt í størri og minni mun. Men enn er eingin komin serliga nær at hesum dreymi. Sjálv er Helga Hjørvar sannførd um, at føroyskir bólkar kunnu koma langt á altjóða tónleikapallinum, og heldur at líkindini fyri at tað fer at henda eru góð. - Í slíkum føri er tað ikki støddin á landinum, sum ger munin. Tað sum umræður er at tónleikurin er originalur og nýskap- andi, og tað kunnu føroy- ingar skapa eins væl og øll onnur – kanska betur. Sum dømi nevnir Helga Hjørvar íslendska bólkin Sugarcubes, sum bleiv heimskendur og har sang- arinnan, Bjørk, seinni er blivið eitt av allarfremstu nøvnunum a altjóða tón- leikapallinum. - Tá tað bar til hjá einum íslendskum bólki at koma so langt, so ber tað eisini til hjá einum føroyskum bólki, sigur Norðurlanda- hússtjórin, men minnir samstundis á Sugarcubes ikki kom fram, fyrr enn bólkurin í áravís hevði spælt á talleysum smáum støðum runt í Europa. - Tað er ikki nóg mikið at gerast vinnari av Prix Føroyum og so seta seg hendur í favn at bíða eftir einum sáttmála við tey stóru plátufeløgini, ið hava orku at promovera ein bólk. Men Prix Føroyar kann vera ein góð hjálp við tað at kappingin letur hurðarnar upp fyri fram- førslum á festivalum og øðrum tónleikatiltøkum uttanlands og tað er væl eisini tí, at teir góðu bólk- arnir í Føroyum hava so stóran áhuga at vera við, sigur Helga Hjørvar. Prix lærir Hendan hjálpin skuldi gjarna blivið betur og meira effektiv fyri hvørt tiltak. Tí eins og tann bólk- urin, sum fyrstu ferð vann Prix Føroyar og varð send- ur uttanlands at framføra, var óroyndur á økinum, so vóru fyireikararnir eins grønir og óroyndir í dansi- num við útlendska tón- leikaídnaðin, fyrstu ferð skipað varð fyri Prix kapp- ing. Síðan tá hava bæði bólk- ar og fyrireikarar lært nógv, bæði av góðum og minni góðum royndum, og soleiðis kemur tiltakið upp á eitt hægri støði fyri hvørja ferð. – Prix hevur havt sama samskipara, Fróða Vester- gaard, hvørt ár, og fleiri onnur góð fólk ganga aftur í fyriskipanini av tiltaki- num. So hvørt tiltak byggir beinleiðis á royndir frá teimum undanfarnu. Av hesum hava vit millum annað lært nógv um, hvussu vit skulu handfara tónleikaídnaðin og hvørjar fellur vit skulu ansa okk- um fyri, sigur Helga Hjørvar. Harafturat verður sjálvt tiltakið alsamt betur kent í londunum kring okkum, og tað økir um virðingina og harvið eisini um áhug- an hjá útlendska tónleika- ídnaðinum fyri Prix Føroy- um. Prix selur fisk Men hví er tað so umráð- andi hjá Norðurlandahúsi- num at hjálpa føroyskum tónleikabólkum at fáa við- urkenning í altjóða høpi? – Altíð tá onkur fer uttanlands at framføra, so vísir viðkomandi fyri um- heiminum, hvat Føroyar eru fyri eitt land. Um út- lendingar hoyra og síggja nógv gott úr Føroyum, so ávirkar tað alt frá ferða- vinnu til fiskasølu og møguleikan hjá øðrum føroyskum listafólkum at gera seg galdandi aðra- staðni. Í Íslandi hava tey upplivað hetta í ríkiligt mát, tá Sugarcubes og Bjørk komu fram. Orðini um at “fiskur selur ikki mentan, men mentan selur fisk”, sum Vígdis Finn- bogadóttir er kend fyri at siga, eru galdandi fyri so nógv annað enn bara fisk. Meira útheimurin kennir til mentanina í Føroyum, lættari er tað at markn- aðarføra tað, ið kemur hið- ani. Tí kann eitt gjøgnum- brot í tónleikaheiminum hava sera stóra positiva ávirkan á eitt so lítið land sum Føroyar, sigur Helga Hjørvar. Harafturat heldur stjórin í Norðurlandahúsinum at tað hevði broytt sjálvs- ímyndina hjá føroyingum, hevði ein tónleikabólkur rættiliga megnað at sett Føroyar á landkortið. Hesa áskoðan byggir hon eisini á royndir úr heimlandi- num, ið hevur megnað at manifestera seg ógvuliga væl á altjóða mentunar- pallinum seinastu árini. Heldur fram og batnar At eitt tiltak fer at eita Prix Føroyar 2003 hevur stjórin í Norðurlandahúsinum so at siga longu avgjørt. Hvussu tað verður hareftir ber ikki til at siga við vissu, men sitandi stjóri torir tó at gita. – Sum nú er, um tiltakið framvegis vekir sama áhuga og sama initiativ í Føroyum, so kann eg ikki trúgva at nakar stjóri fyri Norðurlandahúsið kundi funnið uppá ikki at sett tað á skránna. Men alt hevur væl sína avmarkaðu livitíð, og tað kann vera at um- støðurnar í Føroyum eina- ferð fara at broytast soleið- is at tað ikki verður sami eftirspurningur eftir einum tiltaki sum Prix. Summi av hinum Norð- urlondunum hava víst áhuga fyri Prix Føroyum og hava umhugsað møgu- leikan sjálvi at gera okkurt líknandi tiltak. Men spurd um vit kunnu vænta okkum eina norður- lendska Prix kapping í framtíðini sigur Helga Hjørvar: – Nei, tað vænti eg ikki. Prix Føroyar er eitt føroy- skt konsept, sum virkar sera væl í Føroyum. Men tað merkir ikki tað sama sum at konseptið rakar eins væl í hinum Norður- londunum, har umstøður- nar eru øðrvísi. Prix hósk- ar seg best sum ein innan- hýsis kapping her í Føroy- um, men tað er væl møgu- ligt at tað í framtíðini fer at vera ein norðurlendsk kapping við vinnarum frá Prix Føroyum og líknandi tiltøkum aðrastaðni, sigur Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum. – Altíð tá onkur fer uttanlands at framføra, so vísir viðkomandi fyri umheiminum, hvat Føroyar eru fyri eitt land. Um útlendingar hoyra og síggja nógv gott úr Føroyum, so ávirkar tað alt frá ferðavinnu til fiskasølu og møguleikan hjá øðrum føroyskum listafólkum at gera seg galdandi aðrastaðni. Mynd: Jens K. Vang