leygardagur 20. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
17
16
Sosialurin Nr. 14 - 20. januar 2001
Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
Birgir Kruse
Í dag letur upp sjáld-
som framsýning við
myndum og lutum úr
søguni um “Lítla Prins-
in” í Norðurlandahúsi-
num.
Tað er franska sendi-
stovan í Keypmanna-
havn, ið hevur latið
Norðurlandahúsinum
lutirnar til framsýning-
ina. Umframt plansjur,
er eisini talan um
modellflogfør og lutir,
ið hoyra til søguna um
“Tann Lítla Prinsin”. Í fjør
var hundrað ára dagur rit-
høvundans og tað er í hes-
um sambandi, at aktuella
framsýningin er vorðin til.
Søguna skrivaði Antoine
de Saint-Exupéry í 1946
og Alexandur Kristiansen
týddi hana til føroyskt í
1980. Umframt føroyskt er
bókin týdd til fleiri enn
120 tungumál og er í
franska heimlandinum
mest selda bókin, næst
eftir Bíbliuna.
Í einum broti, sum eyð-
kennir stílin í søguni, møt-
ir lítli prinsurin ótamda
revinum og spyr:
- Hvat merkir tað “at
temja?”
- Nakað, sum tey flestu
hava gloymt. Tað merkir at
knýta bond.
- Knýta bond?
- Ja, segði revurin. Fyri
mær ert tú ikki annað enn
ein lítil óviti, eins og
hundrað túsund aðrir smá-
ir óvitar. Eg havi ikki brúk
fyri tær, og tú hevur held-
ur ikki brúk fyri mær. Fyri
tær eri eg bert ein revur,
eins og hundrað túsund
aðrir revar. Men um tú vilt
temja meg, so hava vit
brúk fyri hvørjum øðrum.
Tá verður tú tann einasti,
sum hevur nakað at týða
fyri meg, og eg veri tann
einasti, sum hevur nakað
at týða fyri teg.
- Nú skilji eg, segði tann
lítli prinsurin. Tað er ein
blóma... eg haldi, at hon
man hava tamt meg.
- Tað er møguligt,
segði revurin. Á Jørðini
kann ein koma út fyri so
nógvum.
(“Tann Lítli Prinsurin”
1980, bls. 66)
Søgan, ið er um neyð-
lenda flogskiparan, sum
í oyðimørkini møtir Lítla
Prinsinum, man teljast
millum klassikararnar
fyri børn í øllum aldri.
Fantastikkur, rópar
onkur hetta slagið av
skaldskapi. Nú bøkur sum
Harry Potter og Heimurin
Forni hava verið umrødd-
ar, hevur eisini enska
heitið “fantasy-bøkur”
verið brúkt.
Í 1974 varð søgan um
“Tann Lítla Prinsin” gjørd
til film við Bob Fosse og
Gene Wilder. Teir báðir
Lerner og Loewe høvdu
sett tónleik til tekstin, so
ein ævintýrakendur sang-
leikur spurdist burturúr.
Thit Jensen 125
Sjúrður Gullbein
Kongaminnið sær løgið
út í dag. Tveir oljutangar
eru surraðir um búkin á
tí, og um reyvina hevur
tað ein gamlan motor frá
Strandferðsluni. Tað líkist
mest eini rakett, og tað er
tað satt at siga eisini. Við
sínum sniði og skapi er
tað nemliga vorðið eitt
sjálvsagt miðpunkt í
Føroya fyrstu og seinastu
rúmdarætlan. Og í dag
verður Kongaminnið
skotið til himmals.
Fólk tysur niðan á heyg
at uppliva løtuna, og vitu-
liga hevur Tórbjørn
landsstyrismaður fingið
heiðurin at tendra, tí hann
hevur verið í vási fyrr og
er vanur við rakettir. Og
hann er grúviliga spentur
um hesa kongligu verk-
ætlan. Satt at siga hevur
hann ongantíð tendrað so
stórt fyrr, men hetta er
ein mergjað ætlan, so
eyguni eru sum í smá-
dreingi, tá hann brestir
fyrsta svávulpinnin.
Mannamúgvan ræðist og
fer eftir hæli, men
svávulpinnurin skuldi
bara brúkast til ballið,
sum var sløknað. Fólk
ilskast og heldur hann
vera lítið tignarligan, so-
leiðis at hugsa um guvin
eina sovorðna løtu, men
tað skulu tey ikki hava at
siga. Hann spennir reim-
ina um kelkin, skjýtur
kollin niðurá og brestir
aðru ferð. Við tryggari
hond førir hann pinnin
leiðina fram og tendrar.
Fssshhh, fýsir fjúsið -
og so kemur tann spenn-
andi tøgnin, áðrenn tað
brestir. Hjá summum er
løtan komin at siga sínum
kæra farvæl, nú hann skal
sína himmalferð, men
onnur gera skjótari av. -
Takk og farvæl, siga tey -
og kom aldri aftur.
Og nú verður tað. -
Kjokk, kjokk, sigur
Kongaminnið. - Kjokk,
kjokk, sigur tað. Og so ...
og so hendir ikki meira.
Tað kvøttir ikki úr kongs-
ins steini. Ætlar sær vist
ongan veg í dag. Tórbjørn
rísnar og hugsar um hina
rakettina á nyggjárinum,
og sinnið spinnur í hann.
Sovorðið skittans skram-
bul, hugsar hann og gevur
rakettini sín strandafót í
rassin, so bæði minnið og
mannamúgva hvøkka við.
Og nú ber til. Rakettin
skelvur eina løtu, og við
sínum tignarliga veldi
lyftir hon sær spakuliga
uppfrá. Tað brakar í
hvørjum skoti, kylir í
hvørjum koti, og so froys-
ir Kongaminnið í einum
flottum boga til himmals.
Soleiðis gjørdist endin
á hesum steini, sum kort-
ini sjáldan gjørdi annað
enn at gána einkisigandi
upp í tóman heim. Men
Harrin veri við honum,
og eingin stuttleiki við
ongum álvara. Tí á tí
niðurløgdu rakettstøðini
verður skjótt ein nýggjur
varði gjørdur. Ikki yvir
kongar, sjálvandi, tí tað
hevði verið býtt. Og ikki
yvir mentagubbar heldur.
Nei, har verður reistur ein
fólksins varði. Ein varði
yvir øll, sum liva, hava
livað og fara at liva í okk-
ara samfelag. Høgan sum
lágan, ríkan sum vesalan.
Ein varði, sum minnir
okkum á, at vit øll eru
partar av somu heild. At
vit eru grund undir sam-
felagnum, og samfelagið
undir okkum. At vit eru
óloysiliga bundin at
okkara medmenniskjum.
Og eina ferð um árið,
ella kanska tá ið høvið
býðst, kann hugurin leita
til Fólkavarðan á heygn-
um, og so kann hvør ein-
stakur spyrja sjálvan seg,
hvussu sín lutur roynist.
Tað hevði verið ein virði-
ligur varði, og lat so
Kongaminnið súsa sína
leið.
Birgir Kruse
Fríggjadagin í gjár vóru
125 ár liðin síðani Thit
Jensen varð borin í heim í
Farsø í Himmerlandi í Jút-
landi. Hóast hon doyði í
1957 telist hon enn mill-
um fremstu donsku
kvinnuligu rithøvundar.
125 ára føðingardagurin
varð hildin í heimbýnum
Farsø, har Tith varð doypt
Maria Kirstine Dorothea
Jensen. Hon var fjórða
barnið av ellivu. Millum
hesu mongu systkin taldist
hin ikki minni gitni
skaldabróðurin Johannes
V. Jensen. Nú øldin fór
aftur um bak, varð skald-
søga hansara “Kongens
Fald” skýrd aldarinnar
danska søga. Sigst tó, at
tey bæði skaldabornu
systkini, Thit og Johannes,
ikki vóru væl í øgn. So
ósamd vóru tey, at ikki
skuldi orð fella teirra mill-
um, alt síðani aldarskiftið.
Nítjanhundrað altso.
Áhugin at verða við í
føðingar- ella rættari
minningartiltakinum fyri
Thit Jensen í Farsø í gjár
hevur verið stórur. Menta-
deildin í býnum, Kulturelt
Samråd, upplýsir, at ikki
færri enn 250 fremmandir
føðingardagsgestir høvdu
boðað frá luttøku. Hotel
Farsø var karmurin um
drúgvu føðingardags-
skránna. Hotellið er dygst
við “Thit Jensens Minds-
etue”.
Millum røðararnar í
Farsø í gjár vóru radikali
mentamálaráðharrin
Elsebeth Gerner Nielsen,
blaðkvinnan Lone Kuhl-
mann og rithøvundarnir
Jytte Borberg og Hanne
Faldborg. Allar kvinnur, so
sum tað sømir seg, tá bók-
mentunarliga minnið um
Thit Jensen rætt skal varð-
veitast.
“Hon hevði sínar mein-
ingar og sína øði. Ella
kanska er rættari at siga, at
hon hevði øðina og har
tóku meiningarnar støði”,
segði Karl Bjarnhof í eini
minnisgrein, tá Thit
Jensen andaðist í 1957.
Speiandi, hevur Thit
Jensen verið skýrd “Furien
fra Farsø”.
Á myndini, sum er tikin
í 1954, sæst Thit Jensen
(t.v.) saman við Karen
Blixen. Hetta árið taldust
tær millum best umtóktu
rithøvundar Gyldendals.
Vinkonur vóru tær tó ikki.
Um Blixen segði Thit Jen-
sen, at hon var “udenfor
hverdagens liv, barnløs,
indbilsk og uden tvivl ret
ulykkelig i al sin glans”.
Thit Jensen saman við Karen Blixen í 1954
Tann lítli prinsurin
Eksperiment
Jógvan Isaksen
Annfinnur í Skála: Heim-
urin forni 1. Hjá dvörgu-
num í Niðafjöllum. Ævin-
týrsøga. Umslag: Hannis
Egholm. 264 bls. Sprotin
2000. Kr. 250
”Hjá dvørgunum í Niða-
fjøllum”, ið er fyrsta
skaldsøgan hjá Annfinni í
Skála, er fyrri partur av
søguni um Heimin Forna.
Kjartan, sum er eitt sindur
egin, gongur í studenta-
skúla, og mamman má í
heilum koyra undir hann, tí
hann gloymir seg burtur í
telduspølum. Ein morgun-
in skal flokkurin hjá hon-
um útferð niðan á Núgv-
una, og í útvarpinum verð-
ur sagt frá bili, sum er far-
in útav Oyggjarvegnum
við Huldustein, tí hann var
um at koyra á ein reið-
mann við spjóti. Løgreglan
sigur, at hetta er fimti til-
burðurin av hesum slagi,
men tá ið sjaførarnir eru
komnir úr bilunum er
eingin at síggja.
Í einum dali á Núgvuni
verður Kjartan sendur eftir
lyngi og biður Hallberu,
sum hann er skotin í, koma
við sær. Tey elta ein ravn
inn í eina holu millum
nakrar klettar og stutt
seinni eru tey í einum øðr-
um heimi, har fjøllini eru
skógvaksin, og aftan fyri
tey letur hellismunnin seg
aftur.
Tey eru komin inn í
Heimin Forna, har dvørgar,
álvar, risar, vargmenn og
menniskir liva hvørt um
annað og ikki minst tráa
eftir valdi. Kjartan og
Hallbera eru lokkaði inn í
eina miðaldarkenda tíðar-
flá, tí dvørgakongurin
Gulnir hevur brúk fyri
teimum at finna út av, hvar
ið seinasti parturin av
Gjallarhorninum er. Hetta
stendur í bókini Skinn-
grýla, sum er at finna í
býnum Xalar, har tann
óndi Zarok kongur ræður.
Verður blást í hornið renna
teir sundurskildu heimarnir
aftur saman, og bardagin
verður so ræðuligur, at tað
fer at hava ragnarøkur við
sær.
Restin av søguni í hes-
um bindi — og ivaleyst tí
næsta við - snýr seg um
ferðina hjá teimum ungu
frá dvørgunum í Niðafjøll-
um um álvarnar í Grátu-
mýrum til landið Zambora,
har Xalar er. Ferðin er
vandamikil, tí vargmenn
jagstra tey, og tað gert
meiri og meiri ivasamt,
hvønn tey yvirhøvur
kunnu líta á, og hví Gulnir
kongur er so altráúr eftir
Gjallarhorninum.
Vetur í túsund ár
Høvundurin hevur ivaleyst
fingið íblástur frá høvund-
um sum C.S. Lewis og
J.R.R. Tolkien, og líkleikar
við bøkur hjá hesum eru
tað fitt av. Í Narnia-bóku-
num hjá Lewis verður eis-
ini fari úr okkara heimi inn
í eina aðra tíð, og tað ber
til at ferðast aftur og fram
eftir ikki heilt greiðum
reglum. Árstíðirnar í
Heiminum Forna standa at
kalla í stað, soleiðis at
heyst hevur verið í túsund
ár, og vetur fer at vera í
onnur túsund ár. Ævinligur
kuldi valdar somuleiðis í tí
fyrstu Narniu-bókini, sum
á føroyskum eitur ”Ljónið,
Gívurin og klædnaskápið”.
Ein líkleiki aftrat við
Narnia-bøkurnar er, at
meðan drúgv tíð verður
brúkt í tí heimi, tey koma
til, so er ”eingin tíð liðin í
tykkara heimi”, sum
Gulnir kongur sigur (s.79).
Vandamikla ferðin úr
Niðafjøllum til Zambora er
afturfyri lík ferðini hjá
hobbunum í ”Lord of the
Rings” hjá Tolkien. Somu-
leiðis ryssuhjálmin, ið ger
tey ósjónlig og vitjanin hjá
álvum. Viðurskiftini mill-
um dvørgar, álvar og aðrar
verur ber eisini á brá bøk-
urnar hjá Tolkien. (Hesar
verða eisini tiknar upp á
tungu á s. 83).
Ein góð bók?
Tað er lætt at ummæla eina
góða bók, tí tú hevur
hjartað við í skrivingini,
og hjá summum gevur um-
mælið av eini vánaligari
bók málinum eitt serligt
flog. Tað er eins og um-
mælarin rættiliga kann
válka sær í, hvussu óbrúki-
lig, tápulig og kanska
skaðilig útgávan er. Ímill-
um hesi avbrigdini er tann
stóra nøgdin av miðalbók-
um, sum eru tær truplastu
at skriva um, tí tú vilt hava
tað røttu vágina í tína met-
ing. ”Hjá dvørgunum í
Niðafjøllum” liggur og
riðar á markinum í neðra.
Hugskotið til ”Heimin
Forna” er gott, og høvund-
urin leggur upp til nógvar
góðar møguleikar, men
hann spillir teir flestu av
teimum við pjakutum
skrivingarlagi við alt ov
nógvum endurtøkum. Til
dømis verður lýsingarorðið
kløkkur tránýtt í tann mun,
at lesarin loksins hveppir
seg, hvørja ferð tað kemur
fyri. Frásøgnin er um
somu tíð ov neyv og ikki
nóg neyv. Lesarin fær í
summum førum hvørt
klædnaplaggið lýst, meðan
hann aðrastaðni lítið og
einki fær at vita um hvørki
umhvørvi, útsjónd á fólki,
mat o.s.fr. Stundum ótoln-
ast tú, tí frásøgnin uttan
grund tøvir, og stundum er
søgan tann bera gongd og
eingin dýpd. Fitt av smærri
mótsøgnum og anakronis-
mum rekast eisini uppií.
”Hjá dvørgum í Niða-
fjøllum” er uppfinningar-
rík og í støðum spennandi,
so tað er lítil ivi um, at
mong børn og ung fara at
fúka ígjøgnum hana. So-
mikið meira spell, at
høvundurin ikki hevur
fingið leiðbeining, áðrenn
bókin fór til prentingar.
Vórðu endurtøkurnar
færri, og frásøgnin sum
heild strammað, hevði úrs-
litið ivaleyst verið meira
heilskapað enn sum er.
Forlag og prentsmiðja hava
heldur ikki verið at sær
komin, tá ið tað snýr seg
um uppseting, tí innskjót-
ingar aftan á reglubrot
mangla í heilum.
UMMÆLI. Hugskotið til fantasy-bók er gott, meðan tað bilar við tilevningini, sigur Jógvan
Isaksen í ummæli av fyrru bókini úr “Heiminum Forna” hjá Anfinni í Skála. Í næsta
Vikuskifti ummælir Bergljót av Skarði bøkurnar úr “Heiminum Forna” við høvuðsdenti
á seinnu bókina, sum nevnist “Ferðin til Zambora”
Dvørgar, vargmenn og annað valafólk
Anfinnur í Skála við fyrru bókini úr Heiminum Forna “ Hjá dvørgum í Níðafjøllum”
Mynd: Jens Kristian Vang