leygardagur 20. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 14 - 20. januar 2001
Nr. 14 • leygardagur • 20. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Andrias Hammer:
Fyrsta føroyska
teldubókin
síða 20-21
Birgir Kruse
Alt hevur sína tíð, sigur Prædik-
arin. Og beint fyri jól fingu vit
høvi at lesa hann í nýggjari, dag-
førdari útgávu, Prædikaran í
Bíbliuni. Ja, eisini við hátignar-
ligum skreytmyndum, eins og
leikandi teldutøka.
Eisini sviar fingu nýggja
Bíbliu fyri jól. Á áhugaverda
bókliga netstaðnum
www.dagensbok.com helt ein
ummælari fyri, at nú kundi
Stephen King fara heim og
leggja seg. “Nú havi eg fingið
Opinberingsbókina”, segði hann
og siteraði kapitul 6, ørindi 8:
“Og sí, bleikgulur hestur; og
tann, sum á honum sat, navn
hansara var deyði, og hel var í
fylgi við honum”.
Bókmentunarliga týdningin
Hásongurin og aðrar bøkur í
Bíbliuni hava havt, lata vit liggja
á hesum sinni. Men greitt er, at
bók bókanna enn er fremsti bók-
mentunarligi varði og at senti-
mentalu reglurnar í sunnudags-
skúlasanginum “Besta bók av
bókum er”, enn standa við makt.
So vist sum amen í kirkjuni
koma alskyns kalendarar og
álmanakkar hesa ársins tíð.
Onkur persónligur, men flestu til
skrivstovubrúk. Ymsir eru teir.
Flestu berir og óskrivaðir, tí her
skulu allar avtalur og boð skriv-
ast inn. At minnast til í nýskriv-
aða árinum.
Millum allar hesar útgávur er
bókmentunarligi álmanakkin hjá
danska forlagnum Gyldendal.
Ritstjóri er hin bæði vitugi og
stuttligi Ejgil Søholm.
Ellinta árið á rað stjórnar hann
“Gyldendals Litteraturkalender”,
sum nú hevur frámerkið “2001”.
Sjálvandi. Søholm, sum er bóka-
vørður úr Arhus, tekur hvørt ár
støði í rundum føðingar-, deyðs-
og merkisdøgum, sum hann so
setir í bókmentunarligt ljós.
Millum annað hundrað ára dag
Heðin Brús hin 17. august í ár.
Hann prentar frímerkið frá 1988,
har Heðin Brú var á og greiðir
frá um Ketil og Kálv, sum mugu
selja kúnna í skaldsøguni “Feðg-
ar á ferð” (1940). Søholm leggur
afturat, at “bogen er en satire
over politiske platituder i tredi-
vernes Tórshavn og vakte en del
postyr, så forfatteren lagde den
næsten tilbage til 1700-tallet!”
“Feðgar á ferð” er flaggskipið
í føroyska prosaflotanum, heldur
Ejgil Søholm.
Annar føroyskur rundur dagur,
sum verður nevndur í hesum for-
vitnisliga bókmentunarliga álma-
nakka, er 50 ára dagurin fyri
deyða Hans Andrias Djurhuusar.
Hesin dagur er hin 6. mai.
Í vikuni, vit nú leggja aftur um
okkum, kunnu vit í álmanakka-
num staðfesta, at bert hósdagurin
hin 18. januar, skilir tey bæði
Thit Jensen og Morten Korch.
“Storkurin man hava borið tey
samstundis”, sigur skemtiligi
Søholm.
Í næstu viku verða nett
hundrað ár síðani tónaskaldið
Giuseppe Verdi doyði. Tað
kunnu vit hátíðarhalda í Norður-
landahúsinum í august, tá pallur-
in í stóru høllini verður karmur
um La Traviata. Kameliudám-
una, sum eisini Dumas mundi
dánað av. Og vit fáa í bók-
mentunarliga álmanakkanum
eisini at vita, at hin 24. oktober –
ST dagin – eru fýra hundrað ár
liðin síðani stjørnugranskarin
Tycho Brahe so syndarliga fór av
døgum.
Jú, undir himlinum hevur
ein og hvør lutur sína tíð,
sum Prædikarin sigur.
ÁLMANAKKAR. So vist sum amen í kirkjuni koma kalendarar og álmanakkar hesa ársins tíð.
Onkur persónligur, men flestu til skrivstovubrúk. Ymsir eru teir. Flestu berir og óskrivaðir, tí
her skulu allar avtalur og boð skrivast inn. At minnast til í nýskrivaða árinum.
Dagur dettur av degi
Ejgil Søholm
ritstjóri á
Gyldendals
Litteraturkalender
Í einum ferðmiklum,
undirhaldandi og
spennandi dysti eydn-
aðist tað hóskvøldið
VÍF at fáa bæði stigini
við sær úr Klaksvík-
ini, og nú tykist kósin
av álvara at vera sett
móti gullmerkjunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Nógvir
vestmenningar
høvdu leitað sær til Klaks-
víkar hóskvøldið, tá fyrsti
dysturin í endaspælinum
hjá kvinnum stóð á skránni.
Tað er ikki nøkur vanlig
støða hjá kvinnuliðnum í
hondbóltsbygdini, at áhug-
in er somikið stórur, men
higartil hevur talan heldur
ikki verið um nakað vanligt
kappingarár hjá teimum.
Í endaspælið vóru tær
komnar við fullum stiga-
tali, og skuldi hetta varveit-
ast var sjálvsagt neyðugt
við einum sigri í Klaksvík.
Ein alt annað enn løtt upp-
gáva, sum eisini verður
undirsrtrika av, at júst í
Klaksvík vóru VÍF kvinn-
urnar fyri einasta stiga-
missinum í grundspælin-
um. Ein stigamissur, sum tó
ikki taldi við, tá farið varð í
endaspælið.
Ioana rykti
Fyrstu løtuna av dystinum
tóktist, sum um liðini bæði
skuldu læra hvørt annað at
kenna. Kanska átti Stjørnan
betra spælið hesa løtuna, og
millum annað riggaði fram-
rættaða verjan hampuliga
væl, soleiðis at nøkur skjót
kontraálop fingust í lag.
Trupulleikin hjá heimaliðn-
um hesa løtuna var tó, at
verjan als ikki fekk fatur á
stórskjúttanum hjá VÍF.
Iona Rápa var í fullum
snúningum
frá
fyrsta
bríksli, og nærum einsa-
møll syrgdi hon fyri, at VÍF
tíðliga í dystinum vann seg
nøkur mál framum.
Eftir at hava umskipað
verjuna til eina 5-1, har
Joan
var
eittari,
fekk
heimaliðið betri fatur á,
men nærri gestunum komu
tær ikki. VÍF hevði nevn-
liga eisini fingið verju-
partin upp á pláss, og ikki
minst tóktist Manuela Stan
í málinum at vera hitna
nakað. Fleiri góðar bjarg-
ingar frá henni syrgdu fyri,
at Stjørnan varð hildin frá
fatinum, og spakuliga fekk
VÍF soleiðis økt um leiðsl-
una.
Breiddin er breiðari
Ein av veikleikunum, sum
fleiri hava víst á hjá VÍF,
hevur verið, at liðið ikki
hevur nóg stóra breidd, og
at ein skaða kann koppa at
kalla øllum korthúsinum.
Hetta tosið man tó vera
følnað nakað eftir dystin í
Klaksvík, tí í fleiri førum
sýndu tær gulu, at liðið er
meira enn tann eini spæl-
arin.
Fyrsta ferðin var, tá Ioana
brádliga small í gólvið.
Eingin mótspælari tóktist
vera nærhendis, men rum-
enin varð liggjandi, og
meðan
hinar
óttafullar
hugdu at, varð stórskjúttin
stuðlað út av vøllinum.
Meðan boð vórðu send eftir
sjúkrabili, noyddust liðfel-
agarnir at stríðast víðari, og
hevði Stjørnan væntað ein
lættari dyst av hesum, so
fóru tær skeivar. Aðrar –
Fyrst og fremst Jacklin –
tóku nú yvir, og syrgdu tær
fyri, at munurin ikki var
tódnaður, áðrenn farið varð
til hálvleik.
Sendi
sjúkrabilin heim
Hóast tað ikki gekk long
tíð, áðrenn sjúkrabilur kom
á staðið, so noyddist portør-
arnir tómhentir til húsa.
Talan var allarhelst um
krampa í eymu leggjunum
– Nakað, sum eisini rakti
Nicoletu – og tá seinni
hálvleikur byrjaði, vóru tær
báðar rumensku aftur á
vøllinum.
Hóast hetta, so var tað tó
Stjørnan,
sum
byrjaði
seinna hálvleik betri. Við
skjótum
og
ágangandi
spælið minkaðu tær skjótt
um munin, og brádliga
tóktist VÍF leiðslan als ikki
so trygg longur. Nakrir
óneyðugir álopsfeilir frá
heimaliðnum kostaðu tó
dýrt í hinum endanum, og
dysturin tóktist nú at hava
tikið sína avgerandi vend.
Ikki minst, tá Annika fyrst
skeyt brotskast á tvørtræið,
fyri síðani at knalla returin
á stongina, tóktist tað
greitt. Hetta skuldi ikki
gerast dagurin hjá Stjørn-
uni.
Spenningur
til tað síðsta
Stjørnuleikararnir fullu tó á
ongan hátt í fátt. Áhaldandi
stríddust tær víðari, og tá so
Rannvá í málinum brádliga
fann stórspælið fram, kom
aftur spenningur í. Munurin
minkaði nú aftur niður í
tvey mál, men enn eina ferð
megnaðu tær gulu at svara
aftur.
Sum eina seinastu roynd
fór Stjørnan undir at mans-
verja bæði Sóleyð og Jack-
lin, men tað tóktist, sum um
gestirnir høvdu roknað við,
at so fór at verða. Í øllum
førum trivust tær munandi
betri enn heimaliðið við at
spæla fýra móti fýra, og
hesa seinastu løtuna nýttu
tær til at sláa sigurin rimm-
ar fastan. VÍF mundi tó fáa
ein skelk, tá Sóleyð Mikk-
elsen í einum gjøgnum-
brotið brast í gólvið. Ógv-
usligt sá tað út, tá hon fór
av vøllinum við blóði í
andlitinum, men lítla løtu
seinni var hon aftur á vøll-
inum. Leiklutur hennara
hesa seinastu løtuna varð tó
skerdur til álopspartin, men
hetta mundi hon ikki leggja
stórvegis í, tá hon saman
við liðfeløgunum kundi
fegnast um týdningarmikla
sigurin, eftir at dómara-
parið hevði blást fyri sein-
astu ferð.
Tá høvdu áskoðararnir
eisini verið vitni til eitt satt
drama, har tað eisini stóð
nógv á leikarunum. Hetta
seinasta eisini undirstrikað
av, at av 15 brotskøstum
vórðu ikki færri enn 10
misnýtt – ella kanska eisini
var hetta tekin um tvey
framúr málverjaavriki.
Gullstríðið avgjørt
Fyri FM-kappingina eru
kanska fleiri av teirri fatan,
at VÍF nú mest sum hevur
avgjørt, hvønn veg gull-
merkini skulu fara. Gaman
í hava tær enn fleiri torførar
dystir eftir, men alt í alt
skal helst vilja illa til, um
tær ikki skulu halda fast um
oddasessin.
Tá hetta er sagt, so skal
eisini leggjast afturat, at tær
eisini eiga oddasessin uppi-
bornan. Liðið virkar í størri
og størri mun sum ein eind,
og at stríðsviljin eisini er til
staðar, sýndu tær so avgjørt
í dystinum hóskvøldið. Tað
var nevnliga ikki bert tað
poleraða
spælið,
sum
tryggjaði sigurin, men eins
nógv ein sterk verja, nøkur
góð einmansavrik og so
viljin at geva seg 100%.
Tað góvu tær á Stjørnuliðn-
um eisini, men hóskvøldið
vísti tað seg bara ikki at
verða nóg mikið.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Joan M. Joensen
4, Anna K. Samson 4, Ann-
ika Ljósstein 3(2), Vesna
Tomajek 3(2), Una Olsen 3,
Simona Dziugyte 2
VÍF: Ioana Rápa 6, Nico-
leta Radu 6, Jacklin Dur-
huus 4, Sóleyð Mikkelsen
3(1), Nicolina Eyðbjørns-
dóttir 3, Fríða Marjunar-
dóttir 2
Brotskøst:
Stjørnan 10, VÍF 5
Útvísingar:
Stjørnan 4, VÍF 6
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristi-
an Johansen. Prógvaðu
týdningin av royndunum, tá
teir uttan stórvegis hóva-
sták stýrdu einum dysti,
sum fekk blóðið í kók hjá
bæði leikarum og áskoðar-
um.
Stjørnan-VÍF 19-24 (9-13)
VÍF slapp leyst av Stjørnuni
Tá Stjørnan fór undir at mansverja bæði Sóleyð og Jacklin, tók Nicoleta Radu yvir, og við trimum av seinastu fýra VÍF málunum
søkti hon seinastu vónina hjá Stjørnuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Stríðsviljin hjá VÍF-kvinnunum varð kanska serliga symboliseraður av Sóleyð. Eftir ein túr í gólvið, sum helst hevði sligið tey flestu »knock-out« reistist hon kortini, og við innbundnum høvdið
fullførdi hon dystin
Myndir: Álvur Haraldsen