leygardagur 20. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • leygardagur • 20. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
12
Nr. 14 - 20. januar 2001
Orsakað av, at stór
kapping verður fyri
yngru deildirnar í
Klaksvík hetta viku-
skiftið, verða ikki
nógvir dystir leiktir í
meistaradeildini hjá
kvinnum og monnum
FLOGBÓLTUR
Føroyameistararnir, Fleyr,
skulu sunnudagin til Sør-
vágs at leika ímóti SÍ, og
um ein tekur úrslitini sum
hava verði higartil í ár, so
skuldi ikki verið nakar ivi
um at tað verður havnarlið-
ið, sum vinnur ein tryggan
sigur.
Tó kann alt henda í Sør-
vági, um liðið hevur allar
leikarar tøkar. SÍ vann sein-
asta vikuskiftið eitt sett
ímóti Fram, so ikki er ó-
hugsandi, at teir kunnu gera
eitt ella annað á heimavølli.
Dysturin
í
Sørvági
verður
kl.
16.00
sunnudagin.
Dráttur skal
møta Fleyr
Bert tveir kvinnudystir vera
hetta vikuskiftið. Dráttur
skal møta Fleyr, sum í sein-
astu viku óvæntað tapti 3-1
ímóti ÍF, men seinni vann
3-1 á Fossánesi. Um Drátt-
ur framvegis skal varveita
oddasessin, skal eisini hes-
in dysturin vinnast, tí
Mjølnir, sum er ájavnt í
stigum og hevur verið Før-
oyameistari í fleiri ár, ligg-
ur bara og bíðar eftir møgu-
leikanum, at vágaliðið skal
snáva.
Dysturin á Giljanesi byrj-
ar kl. 13.00 sunnudagin.
Eisini í Trongisvági
Hin dysturin í meistara-
deildin hjá kvinnum verður
í Trongisvági ímillum TB
og Fossánes. Fossanes hev-
ur higartil ikki fingið nakað
stig, so í prinsippinum
skuldi hetta verið ein av-
greiðsluspurningur, men
seinasta vikuskiftið vann
liðið sítt fyrsta sett í lands-
kappingini, so um TB ikki
hevur eyguni við sær á
vøllin, kann sigurin fara
norður um fjørðin.
Dysturin byrjar í Trongis-
vági kl. 13.00
VB fer norður um
fjørðin um viku-
skiftið, har tær skulu
gera teir báðar fyrstu
dystirnir í endaspæl-
inum av sær
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast landsdystirnir móti
Litava standa á skránni, so
liggur allur fyrstudeildar-
hondbóltur í landinum ikki
lamin. VB fer norður um
fjørðin, og sum tær so ofta
gera, verða tveir dystir at
avgreiða hjá teimum.
Tann fyrri av hesum
verður í høllini á Giljanesi,
har uppflytararnir úr Sólj-
uni taka ímóti leygardagin.
Sunnudagin gongur leiðin
so til Havnar, har tær spæla
undan landsdystinum.
Í grundspælinum endaði
VB við einum sigri á
Stjørnuni, og einki er at
taka seg aftur í, at tær ætla
at halda fram við at vinna
dystir sínar. Nakað sum
eisini er neyðugt, um tær
skulu gera sær vónir um at
vinna seg longur upp á
stigatalvuna. Hetta skuldi
eisini verið gjørligt, um
hugt verður at úrslitunum
úr grundspælinum, men
serliga kann dysturin móti
Neistanum vísa seg at vera
torførur, nú havnarliðið
hevur fingið Katrin á
Neystabø við aftur á liðið.
VB hevur tó til tíðir spælt
sera væl í ár, og megna tær
at finna rætta spælið fram,
er einki at ivast í, at tær fara
at hava fýra stig við sær, tá
tær sunnukvøldið leggja
leiðina suður aftur um
fjørðin.
Støðan 1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1. VÍF
1
1 - 0 - 0
389
211
178
14
2. Stjørnan
1
0 - 0 - 1
353
288
65
10
3. VB
0
0 - 0 - 0
304
227
77
9
4. Neistin
0
0 - 0 - 0
256
269
-13
5
5. Kyndil
0
0 - 0 - 0
270
323
-53
5
6. Sóljan
0
0 - 0 - 0
218
319
-101
2
7. Tjaldur
0
0 - 0 - 0
169
322
-153
1
Føroyameistar-
arnir til Sørvágs
Tvær ferðir VB
v/ Charlotte Ellendersen
N. Finsensg¿ta 25 ¥ 100 Trshavn
Tel. 32 11 11
Sosialurin - 311820
Mnamorgunin 22.01.
byrjar ts¿lan.
Vit hava barnakl¾Ýi
0-16 r
Alexei Shirov
vælkoyrandi í
Wijk aan Zee
Í krútsterku stór-
meistarakapp-
ingini hevur
Shirov eftir fimm
umførum lagt út
við fullari megi,
meðan Kasparov
og eitt nú Kramnik
eisini hava fingið
góða byrjan. Tað
mest áhugaverda
talvið var hósdagin
tá Kasparov og
Kramnik telvaðu,
og hóast kasparov
hevði munin varð
úrslitið ikki
óvæntað javnleikur
TALV
Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
Í hesum døgum leikar
hart á hjá fjúrtan stór-
meistarum í hollendska
bynum Wijk aan Zee,
og tað hevur so sanni-
liga eisini verið at sæð
á talvborðunum. Lang
og áhugaverd talv sum
eru merkt av vinnara-
vilja er skráin hvønn
dag. Allir skulu telva
ímóti hvørjum øðrum,
tað vil siga trettan um-
før.
Telvað eru nú fimm
umfør, í gjár var frídag-
ur og sætta umfar verð-
ur telvað í dag.
Kasparov legði best
út við at vinna tvey tey
fyrstu talvini, men hev-
ur síðani leikt tríggir
javnleikir á rað, har
tann seinasti var ímóti
heimsmeistaranum
Kramnik, sum eisini
hevur hálvtfjórða stig.
Talvið teirra millum er
í blaðnum í dag. Ein
annar av kanónunum
hevur somuleiðis hálvt-
fjórða stig, nevnliga
tann álopssinnaði, ungi
russin Morozevich.
Fide heimsmeistarin
Anand hevur ikki
rættiliga sett ferð á við
sínum fyra javnleikum
og einum vunnum talvi.
Ein av javnleikunum
varð ímóti Kasparov.
Fide HM finalisturin
Shirov hevur hinvegin
sett sína egnu kós, og
higartil hevur hon hiln-
ast væl. Try vunnin talv
og tveir javnleikir gev-
ur honum fyrsta pláss,
men hann hevur tó ikki
enn møtt Kasparov,
Kramnik ella Anand, so
enn er ringt at meta um
hansara møguleikar.
Støðan eftir 5. umfar:
1. Shirov 4 stig
2. Kasparov 3,5
3. Kramnik 3,5
4. Morozevich 3,5
5. Adams 3
6. Anand 3
7. Ivanchuk 2,5
8. Timman 2,5
9. Leko 2
10. Topalov 2
11. van Wely 2
12. Fedorov 1,5
13. Piket 1,5
14. Tiviakov 0,5
Øgiliga javnt í odd-
inum, men ikki óvanligt
tá so javnir telvarar lut-
taka. Vert er at nevna
støðuna hjá Timman.
Hann hevur møtt heilt
sterkari mótstøðu;
Kramnik, Morozevich,
Topalov, Leko og
Shirov og hevur 50%.
Enn kann hann, tann 49
ára gamli hollendarin
Jan Timman.
Hevur Timman yvir-
raskað á ein positivan
hátt, hava Leko og
Topalov fingið heldur
ringa byrjan, men í
niðara endanum enda
teir allarhelst ikki eftir
lokna kapping.
Í dag hittast:
Shirov-van Wely
Morozevich-Kasparov
Kramnik-Anand
Leko-Adams
Piket-Timman
Fedorov-Ivanchuk
Topalov-Tiviakov
Eftir at vit nú hava tveir
heimsmeistarar, Kram-
nik og Anand, vera
nógv eygu vend ímóti
teirra dysti í dag. Tosað
hevur verið um sokall-
aðan World Prestige
Match millum teir
seinni í árinum, men
einki er avgjørt í hesum
malið.
Fylgjast kann við
talvunum og kappingini
live á fleiri heimasíð-
um. Her eru tvær teirra;
www.kasparovchess.co
m og www.corus-
group.com/coruschess/
home.html, har eisini
fleiri webkamera fylgja
við.
Talvið hesa vikuna
Kasparov,G (2849)-
Kramnik,V (2772)
Corus2001 Wijk aan Zee (5),
18.01.2001
1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 Nf6 4.0-0
Nxe4 5.d4 Nd6 (Kramnik velur
frábrigdi Berlin Wall í sponsku
byrjanini. Hetta gav honum góð
úrslit í HM dystinum ímóti júst
Kasparov) 6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Nf5
8.Qxd8+ Kxd8 9.Nc3 Ke8 10.h3 Be7
11.Bg5 Bxg5 12.Nxg5 h6 13.Nge4
b6 14.Rfd1 Ne7 15.f4 Ng6 16.Rf1
h5 17.Rae1 Bf5 18.Ng3!? Ne7 (Ikki
gott er at taka á c2 vegna 19. f5)
19.Nxf5 Nxf5 20.Kf2 Nd4 21.Rc1
Rd8 22.Rfd1 Ke7 23.Ne4 h4 24.b4
(við h4 steðgar Kramnik
kongafinnum, meðan b4 steðgar a5
og c5. Sera positionelt telva av
báðum) Rh5 25.Ng5 Rhh8 26.Rd3
Ne6 27.Nxe6 Kxe6 28.Rcd1 Rd5
29.c4 Rxd3 30.Rxd3 a5 31.bxa5 Ra8
32.Ra3 Kf5 33.Kf3 Ra6 34.c5!
(her fær kasparov nærum vinnandi
fyrimun, men nú setur Kramnik alla
sína sterku verjuskipan í gongd) f6
35.Re3 Rxa5 36.e6 Ra8 37.e7 Re8
38.a4 Kg6 39.Re6 Kf7 40.Rxc6 Ra8
41.cxb6 cxb6 42.Rxb6 Rxa4 43.Re6
Ke8 (43...Ra8 tapir vegna 44. e8
Rxe8 45. Rxe8 Kxe8 46. Kg4)
44.Re4 Ra3+ 45.Re3 Rxe3+ 46.Kxe3
f5 javn
Í hávetur-summar-veðrin-
um við trevjagøtuna Strø-
get liggur hugnaliga kirkj-
an Helligåndskirken og
goymir at fornum ljóði og
skuggum av menniskja-
kroppum, ið darta út og inn
tann líðilanga dag – vakir
yvir sálum, sum ikki eiga
sýru í vegg, men flyta seg
fram við hesar múrar á
stummari nátt eins og øsku-
littir vetrarfuglar við fjøru-
klett.
Leygardagin 2. des. var
rungandi ljómur í hesi
kirkju av Kappanum, um
Reykjanes í Enniberg.
Fólk
uppvaksin
undir
Norðlýsinum komu inn um
kirkjugátt við sínum heim-
liga húsroyki og funnu sær
ein sess á eikifjølum úr
miðaldarligum grøngrón-
um runnaskógi. Synd at
siga at hetta var rekaviður
úr Søltuvík, tú sat á. Einki
ormetið sprek er undir
hesum bitum í hesi kikju í
kongaliga staðnum. Her
skortaði einki. Náðiligir
hava danir ikki verið, tá ið
bygningar hava verið reistir
í Keypmannahavn úr svørtu
miðøld til dagin í dag.
Gomlu kirkjunar heima á
landi næla ikki úr rossa-
sporið í so máta, men anda-
liga royndust tær og hava
staðið seg væl móti sjó-
ráma, vindi, stormi og
brennandi sólskinni eins
væl sum hesar burðar-
dyggu, steinsettu glastri-
kirkjurnar í danska høvuðs-
staðnum.
Nógv fólk trein inn um
kirkjugátt henda seinrapart.
Ikki komu tey at lurta eftir
háfloygdum, listakendum
kórsangi, men vildu bert
hoyra jólaløg á sínum
eygna máli. Tikið verður
onkuntíð til: Eymur er
hann, ið agni sparir - ……
og eymur er tann, sum av
landi er skotin, um føroyskt
mál, føroyskan skaldskap
og føroyskan sang. Tað var
hetta, sum hekk uppi yvir
tær, tá tú so smeikin leitaði
tær sess á onkrari eikifjøl
mannfólkamegin
hesa
sangløtu upp undir advent-
ina ár 2000 í vøkru Heil-
agu andans Kirkju.
Fleiri av teimum, sum
komu inn eftir gólvinum,
eru vaksin upp á smáum
plássum. Hetta vóru bygda-
fólk. Tað var eins og leitaðu
tey sær í sama stólin sum
heima. Har sum foreldur,
abbar og ommur høvdu
sitið í ár so mong – boygt
høvur, sungið og lurtað.
Løtan var vígd tær og tín-
um, málinum, adventini,
teprum mánlýsi yvir Blá-
bjørgum, Gjógvarafjalli og
jólunum.
Lat tað verða sagt, at hesi
kór vóru ikki sør. Herluf
sáli, plagdi at siga: Vit
syngja, tí okkum dámar at
syngja. Sanggleðina skriv-
aðu tey í kirkjuvegg, tróðr-
ið, altarborð og doypifunt.
Harpa Harðardóttir leiddi
íslendska kirkjukórið í
Keypmannahavn, sum lat
íslendskt í heimligan jóla-
sang og rák av útlendskum
jólaløgum í skrúð av Bessa-
støðum í Akranes.
Íslendska kvinnukórið í
Keypmannahavn – stjórnað
av Sigriður EyÞórsdóttir,
sang sera yndisliga – javnt,
reint og kvinnuliga. Tann
íslendska kvinnan er so
hábærslig. Haldi ikki taki
munnin ov fullan, at henn-
ara høvuðburður ber av
frælsi og aldargomlum
mentanar húsroyki í máli
og skaldskapi Íslendara
eiga nógv góð manskór,
men teir hava sanniliga eis-
ini góð kvinnukór, og hetta
útisetrakórið smæddist
ikki burtur.
Grønlendara høvdu tvey
kór Mik og Aavaat. Mik var
tað minna kórið og ikki
skortaði sanggleðin í hes-
um kórum. Sangararnir
livdu við í tí, ið sungið
varð. Í hesum kórum kend-
ist stór sanggleði. Tú bleiv
góður við sangin, ið borin
varð fram, hóast tú lítið
skilti av tí, ið sungið var,
men neistin av hesum løg-
um glógvaði í eygunum á
sangarunum. Norðurlend-
ingar og evropear hava mist
nakað her. Vit hava ilt við at
tóna út í sanginum og vísa
okkara gleði. Hetta duga
grønlendingar. Yndisligar
vóru
tær
grønlendsku
kvinnurnar í tjóðbúnaðin-
um. Okkara búni er vakur,
men, men telist ikki tann
grønlendski kvinnubúnin
millum vakrastu búnar í
heiminum? Mik var undir
leiðslu av Margit Gjødsbøl
Farsø og Aavaat undir
leiðslu av Mads Lumholt.
Í Húsakórinum var nógv
fólk undir leiðslu av Sunn-
leif Rasmussen. Kvinnur-
nar vóru í tjóðbúna og
stóðu tær fremst sum ynd-
isligar snjósóljur, sóu gott
út og goymdu at monnun-
um ….minnist meg rætt
vóru teir í myrkum klæð-
um, summir við opnari
skjúrtu, onkur við slipsi og
ikki so fáir í hvítari skjúrtu.
Kórið tók seg væl út, og var
hetta stórsta kórið á hesi
konsert. Tú hevði vænta
gnellandi ljóm úr hesum
hópi, men so var ikki.
Hugsast kann, at Sunnleif
hevði valt at haldið ljómin
á einum støði, har javnvág
var ímillum røddirnar.
Hetta er ein góður máti, hó-
ast summum dámar betur at
sopranirnar bera øllum
uppi og hinar røddirnar eru
grundin undir kórljóðinum.
Kórið kastaði væl uppá-
Eitt barn er føtt…. Eg gleð-
ist
so….Lítla
barn
í
fjósi….. Tað sótu seyða-
menn á vakt. Taldi tú eyg-
uni, hugsi eg, at Sunnleif
misti ikki nakað eygað hesa
løtu við kóri sínum av
sangbulinum. Útisetum er
hetta til mikla tign og
miklan sóma at halda fast
við føroyskan sang, før-
oyskan skaldskap og før-
oyskt mál. Bókadagin í
Føroyahúsinum sang kórið
yrkingar av Chr. Matras, so
hetta kór hevur alstóran
týdning fyri trivnaðan mill-
um sangglaðar føroyingar í
høvuðsstaðnum.
Felagssangur var eisini á
skránni og endaði konsertin
við einari grønlendskari
jólasálmi – Tussiaqatigiin-
neq – orð: Rasmus Berthel-
sen (uml.1855) lgtr: Johan
Kleist, har øll reistu seg úr
sati, og sungu av hjarta.
Lagið er sera innarligt, og
var hetta ein góður endi á
einari konsert, sum var fyri
útisetar, sum eru eymir og
góðir við tað, sum er teirra.
Frits Johannesen
Føðingardagsheilsa til
Jógvan Nónsgjógv á 70 ára degnum
Tað má sigast at vera beinrakni tá
skaldið Fr. Petersen yrkti sálmin:
»Tíðin rennur sum streymur í ár«. Vit
mugu tó ásanna at vit fylgja við, men
gerast kortini eldri so hvørt árini líða.
Hvør skuldi trúð tí, at Jógvan longu
er komin so mikið til árs, men tað
sleppur eingin undan, men hevur ein
heilsuna tá gera árini ikki so nógvan
mun.
Farið ikki á hesum sinni, at gera so
nógv burtur úr lívi tínum sum
gjáarmaður, men at tú hevði verið ein
góður borgari fyri Gjáar bygd tað
kennir hvørt mansbarn í bygdini til, og
var títt dagsverk skrivað í bók, ja so
fylti tað fleiri hundrað síður.
Eg vil á hendan hátt ynskja tær
hjartaliga
tillukku
við
70
ára
føðingardegnum sum verður 19.
januar, við Guds ríku signing í
komandi tíðum, við brot úr yrkingini
hjá S. M. Zachariassen, sum hann yrkti
1895:
Og, faðir góði, signing gev,
tí annars batar ei mítt strev,
eg ongan frama fái.
Um dagsverk mítt skal eydnast mær,
eg studning fáa má frá tær,
tú mást mær geva náði
til at virka
tær til æru,
hvar eg fari;
bøn mín leita
skal til tín um hjálp at veita.
Bergfinn Joensen
Atlantsljómur í Andans
heilagu Kirkju