leygardagur 20. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Det Danske Bibelselskab
Peter Birch, forlagschef
Listasavn Føroya og Det
danske Bibelselskab åbner
på lørdag en udstilling med
Hendes Majestæt Dronning
Margrethe II’s biblelske
vignetter i Tórshavn. Vig-
netterne og den særlige
bibeludgave, de er blevet
skabt til, vil kunne beses i
Listasavn Føroya i period-
en 20.januar-18 februar.
Rigs- og slægtsbibelen ud-
kom i slutningen af år 2000
på færøsk, grønlandsk og
dansk. Udstillingen er nær-
mere beskrevet i vedlagte
folder.
Den færøske udgave af
Rigs- og slægtsbibelen ud-
kom i forbindelse med en
omfattende fornyelse af
den samlede færøske i
bibelkollektionen i slut-
ningen af år 2000. De nye
tidsvarende færøske bibel-
udgaver er blevet til i et tæt
samarbejde med Det Dan-
ske Bibelselkabs stiftsud-
valg på Færøerne og det er
vort håb, at biblerne vil
blive til glæde og velsignel-
se i folk og kirke på Fær-
øerne.
Í dag verður ein kendur
klaksvíkingur, Eskild Norð-
búð, 80 ár, og verður í hes-
um sambandi ynskt hjarta-
liga tillukku við degnum.
Hóast komin til árs, so er
Eskild framvegis sera lætt-
ur á fótum – og sinnið
hevur hann eisini lætt.
Hugsaði um, tá hann fyri
nøkrum árum síðani var
illa sjúkur. Eg møtti hon-
um, tá hann var komin á
føtur aftur, og segði nakað
soleiðis: »Nú, ert tú komin
fyri teg aftur, Eskild?«, og
hann svarar, lættur sum
altíð, at tað skuldi bara
manglað…
Eskild hevur altíð verið
heilhjartaður javnaðarmað-
ur, og var hann soleiðis sera
virkin í Norðoyar Javnaðar-
felag, kanska serliga í
fimmti- og sekstiárunum,
tá hann var nevndarlimur
og eitt skifti formaður.
Eskild
varð
valdur
í
kommunustýrið í Klaksvík,
sum sat frá 1966-70.
Hjartaliga tillukku við
degnum, Eskild!
Vinarliga
Vilhelm Johannesen
Jóannes Eidesgaard
Eg havi mangan í mínum
stilla sinni undrað meg
yvir, hvussu samstarvssinn-
aður
og
semjusøkjandi
Edmund Joensen hevur
verið í rættaliga drúgva tíð
av hesum andstøðuskeiði
okkara. Samstarvið hevur
verið fyrimyndarligt bæði
okkara millum og millum
tingfólk úr bæði Javnaðar-
flokkinum og Sambands-
flokkinum. Okkara felags
styrki og okkara felags
áhugi í at arbeiða saman
hevur ligið í tí álvara, sum
báðir flokkar hava sæð í
politisku ætlan samgong-
unnar - nevniliga full-
veldisætlanini.
Men í Sosialinum í gjár
og í Dimmu fyri nøkrum
døgum síðan sóu vit góða
gamla Edmund Joensen
aftur. Í greinini, sum ber
heitið “Eingin øsing”, sigur
sambandsformaðurin,
at
Anfinn Kallsberg, Høgni
Hoydal og eg skulu vera
samdir um, at friður skal
valda, meðan loysingin fer
fram, tí vit í útvarpinum
høvdu mælt til eitt siðiligt
og virðiligt orðaskifti fram
til fólkaatkvøðuna.
Speirekandi, argandi og
eina og aleina við trúgv upp
á egin politisk evni, bólkar
Edmund Joensen knappliga
formann Javnaðarfloksins
saman við oddamonnunum
í fullveldisætlanini. Og
knappliga verður hansara
egni samstarvsflokkur í
andstøðu bólkaður saman
við loysingaflokkunum. Og
niðurstøðan hjá Edmundi
Joensen er, at nú eiga øll
tey, sum vilja varðveita
ríkisfelagsskapin, bert ein
hyrða, og hann eitur sjálv-
andi Edmund Joensen.
Eg skal gera skjótt av í
hesi grein.
Fyri tað fyrsta, so er
Javnaðarflokkurin
har,
hann altíð hevur verið.
Hvørki Edmund Joensen
ella nakar annar kann gera
okkum til loysingarflokk,
hóast vit ikki sum hann seta
okkum á afturpartin og
bara siga “noy”. Javnaðar-
flokkurin er ikki fyri loys-
ing, hóast Edmund Joensen
dúgliga áður hevur roynt at
givið okkum hetta spjaldr-
ið, men vit hava hin vegin
einki ímóti, at vit føroying-
ar átaka okkum størri og
størri ábyrgdir av hesum
landi. Hetta er alt lýst ná-
greiniliga í okkara sjálv-
stýrislóg. Fyri tað næsta, so
vil eg veruliga mæla til eitt
virðiligt og sinniligt orða-
skifti fram til fólkaatkvøð-
una, tí tað skylda vit Føroya
fólki. Harvið er ikki sagt, at
vit ikki fara at bera boð-
skapin kláran og greiðan
fram. Okkara rødd skal
ríkiliga hoyrast, tá tann tíð
kemur.
Men hetta var sanniliga
hugstoytandi at lesa fyri
okkum í tingmanning Javn-
aðarfloksins, tí ikki so lítið
arbeiði liggur frá serliga
okkara síðu í tí felags
arbeiði, sum er komið frá
stóru andstøðuflokkunum.
Men uppaftur meira hug-
stoytandi er tað at vita, at
Edmund Joensen trýr, at
arbeiðið fyri framhaldandi
ríkisfelagsskapi
verður
styrkt av, at hann nú vil
vera í sjálvdrátti. Við egn-
um vilja roynir hann at seta
kílar niður ímillum Javn-
aðarflokkin og Sambands-
flokkin. Hann átti at vitað,
at slíkt bert kann styrkja
samgonguna.
Nú kundi Edmund ikki bara sær longur
Heilsan til
Eskild Norðbúð
Bíbliufrasýning
í Havn
Nr. 14 - 20. januar 2001
11
10
Nr. 14 - 20. januar 2001
Almennir fundir
hjá Hvalvíkar bygdarráð í 2001
verða hesar mánadagar kl.19.00:
08. januar
13. august
12. februar
10. september
12. mars
08. oktober
09. apríl
12. november
14. mai
10. desember
11. juni
Mál, sum skulu verða viðgjørd á Bygdarráðsfundi
skulu vera kommununi í hendi 7 dagar áðrenn
fundin.
Frá 01.februar verður kommunuskrivstovan opin
soleiðis:
Mánadag kl.08.00–13.00
Týsdag
kl.08.00–13.00
Mikudag
kl.08.00–13.00
Hósdag
kl.08.00–13.00
Hvalvíkar
Bygdarráð
Frá útskiftingarnevndini
fyri Hvalvík
Ongar atfinningar eru komnar til góðskumeting-
ina,sum varð framløgd á fundi tann 5.des.2000.
Eftir § 51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 við seinni
broytingum verður góðskumetingin latin serskild
til ákæru.
Kærufreistin er 3 mánaðir frá 20. januar 2001 at
rokna.Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stíl-
ast til Yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin,
postboks 28, 110 Tórshavn. Kærurnar skulu vera
Sorinskrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 20
apríl 2001.
Góðskumetingin er til skjals hjá kommununi í Hval-
vík og á Matrikulstovuni í Tórshavn.
MATRIKULSTOVAN
KUNNGERÐ
Kanningarstjóri
til Jarðfrøðisavnið
Eitt nýtt starv sum kanningarstjóri á Jarðfrøði-
savninum er leyst at seta frá 1. apríl 2001 ella
skjótast til ber.
Arbeiðsøki
Kanningarstjórin verður leiðari á Kanningar-
deildini. Gjøgnum virkna luttøku í dagliga
jarðfrøðiliga arbeiðinum skal kanningarstjórin
samskipa kanningarvirksemið á stovninum.
Kanningarstjórin skal kunna átaka sær ein
høvuðsleiklut í at tryggja stovninum eitt jarð-
frøðiligt fakumhvørvi á høgum fakligum stigi,
sum á nøktandi hátt kann loysa allar viðkomandi
oljujarðfrøðiligar eins væl og meira alment jarð-
frøðiligar uppgávur og í hesum sambandi eftir
tørvi samskifta og samstarva við aðrar heimligar
og altjóða kanningarstovnar, oljufeløg og ráð-
gevarafyritøkur v.m.
Við atliti at umsitingini av oljutilfeinginum og at
oljujarðfrøðiligum kanningum í síni heild skal
kanningarstjórin somuleiðis kunna átaka sær ein
høvuðsleiklut í eitt nú samskipanini av jarðfrøði-
liga eftirlitsvirkseminum og í ráðgevingini í
sambandi við at leggja til rættis framtíðar
útbjóðingarumfør og leitivirksemi í síni heild.
Krøv til umsøkjaran
Umsøkjarar mugu hava hóskandi akademiskt
prógv innan jarðfrøði og/ella jarðalisfrøði, hollar
royndir innan oljuleitingaryrkið og innan jarð-
frøðiligt kanningarvirksemi í síni heild umframt
góð samstarvs- og leiðaraevni. Kunnleiki til og
royndir
innan
sedimentologiskt
og/ella
stratigrafiskt arbeiði er ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Magistarafelag Føroya.
Roknast má við einum langtíðarstarvi. Tó verður
starvið í fyrstu atløgu tíðaravmarkað frá tveimum
til fimm ár, alt eftir hvat partarnir kunnu semjast
um.
Fyri at tann, ið settur verður, skal kunna verða við
í fyrireikingararbeiðinum fram ímóti teimum
fyrstu boriverkætlanunum komandi summar,
eigur starvið at verða sett skjótast til ber og í
seinasta lagi 1.apríl 2001.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Martin V. Heinesen, Jarðfrøðisavnið, tlf.
357000,fax 357001,t-bræv martinh@jfs.fo
Umsóknir við hjáløgdum CV, avriti av embætis-
prógvi, frágreiðing um arbeiðsroyndir v.m., skulu
vera Jarðfrøðisavninum í hendi í seinasta lagi 12.
februar 2001. Adressan er: Jarðfrøðisavnið,
Brekkutún 1,Postsmoga 3169,110 Tórshavn.
Jarðfrøðisavnið, sum áður var deild á Føroya
Náttúrugripasavni,
er
nú
skipað
sum
vísindaligur kanningarstovnur undir Oljumála-
stýrinum.
Samstundis virkar stovnurin í
kolvetnisumsitingini sum samskipaður partur
av
stýrinum
við
ábyrgd
fyri
øllum
jarðfrøðiligum viðurskiftum. Jarðfrøðisavnið
hevur til endamáls at savna,
varðveita,
handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti
av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av
landsins
jarðfrøðiligu
náttúruvirðum.
Stovnurin skal virka fyri, at lóggáva og
umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum
verður grundað á framkomna og dagførda
jarðfrøðiliga vitan.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
ALS
Arbeiðsloysisskipanin
P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn
Tel 349550 • Fax 349551
teldupostur: als@als.fo
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri
bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita
arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 22
fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur
stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á
arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri.
Deildarlei›ari til ALS
Starvi› sum deildarlei›ari á Tryggingar- & ávísingardeildini er leyst at søkja
Høvuðsuppgávan hjá deildar-
leiðaranum er, í góðum sam-
skifti við starvsfólkið, at leiða
og skipa dagliga arbeiðið á
deildini.
Tryggingar- & ávísingardeildin,
sum í løtuni hevur 12 starvs-
fólk, umsitur:
• vanligan arbeiðsloysisstuðul
• fiskavirkisskipanina
• arbeiðsávísing
• førleikagevandi tiltøk
• farloyvisstuðul
• flyting millum A-kassar og
• arbeiðsloysistrygging fyri
sjálvstøðug vinnurekandi
Starvið er fjølbroytt og avbjóð-
andi. Deildarleiðarin skal tí
hava hóskandi útbúgving og
góðar starvsroyndir, umframt
hava gott innlit og áhuga í før-
oyska arbeiðsmarknaðinum.
Viðkomandi skal vera før/ur
fyri og hava hug til, við sam-
starvi og virkisfýsni, framhald-
andi at menna tænastustøðið
hjá deildini.
Arbeiðsloysisskipanin stendur
støðugt fyri broyttum arbeiðs-
fortreytum, og skal deildarleið-
arin hava evnir at tillaga seg
broytingum í arbeiðsumstøðu-
num.
Deildarleiðarin myndar, saman
við deildarleiðaranum fyri
Fíggjar- & fyrisitingardeildina
og stjóranum, dagligu leiðsl-
una á Arbeiðsloysisskipanini.
Løn sambært avtalu.
Starvið verður at seta sum
skjótast. Skrivlig umsókn við
avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum skal verða
Arbeiðsloysisskipanini í hendi
í seinasta lagi týsdagin 23.
januar 2001.
Umsóknir skulu stílast til
Elisabeth O. Gaardbo, stjóra á
ALS, sum kann geva nærri
upplýsingar um starvið á
telefon 349537.