hósdagur 16. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 16. november 2006
5
tíðindi
Fýra næmingar í
tekniska skúla hava
fingið 13 fyri eina
bólkaverkætlan. - Tað
góða samstarvið var
orsøkin til, at tað gekk
so væl, siga tey
SKÚLI
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Ein bólkur úr SIT-1 í tekn
iska skúla í Havn hevur
fingið 13 fyri eina verkætlan.
Tey ganga á el-deildini.
Í bólkinum vóru Bjarni
Skaalum, Mortan Olsen,
Jytta Olsen og Benjamin
Hansen. Verkætlanin eitur
”El orka í Føroyum”.
Hesi fýra hava arbeitt við
verkætlanini í tvær vikur.
Tó hava tey ikki havt frí úr
skúlanum til at gera verk
ætlanina.
- Vit fingu nakrar fáar
tímar hvønn dag til at skriva
verkætlanina, sigur Bjarni.
Fyrsta próvtal
Tey lótu verkætlanina inn
fríggjadagin 3. november og
skuldu verja hana munnliga
mánadagin eftir.
- Vit fingu 11 fyri upp
gávuna, men fingu 13, tá ið
vit vardu uppgávuna, sigur
Jytta.
Tey fáa ein samlaðan
karakter - eitt 13-tal -, sum
fer beint í prógvið. Hetta er
ein góð byrjan hjá teimum
fýra.
- Vit eru sera glað og
errin, sigur Mortan.
Nógv hugsa helst, hvat
skal til fyri at fáa 13.
- Vit vóru sera málrættað
og seriøs, og tí fingu vit
eisini eitt gott úrslit. Vit
arbeiddu eisini sera væl
saman. Tað skal eitt ordiligt
liðarbeiði til at fáa 13, tá ið
vit eru fýra. Vit kendu ikki
hvønn annan nakað serligt,
áðrenn vit fóru í holt við
hesa verkætlanina, sigur
Bjarni.
Framløgan 20
minuttir longri
enn ætlað
- Vit fyrireikaðu okkum væl.
Vit høvdu skrivað stikkorð
niður og vistu, hvør skuldi
siga hvat, sigur Jytta.
- Vit improviseraðu tó
eisini nógv, og tað hevur
helst bjargað okkum 13-
talinum. Framløgan skuldi
vera 20 minuttir, men hon
varð einar 40 minuttir, sigur
Bjarni.
Tey vita ikki heilt, hvat
tey ætla eftir SIT-1. Tey
hava møguleika at taka SIT-
2, ella tey kunnu fara í
læru.
- Eg fari at brúka hetta
árið til at finna útav, hvat
eg vil. Tá ið tað nú gekk so
væl við hesari uppgávuni,
hugsar tú sjálvandi um at
fara handanvegin, sigur
Bjarni.
Tey vilja fegin takka
lærarunum fyri stórt hjálp
semi.
- Lærararnir hava hjálpt
okkum væl. Eisini vilja vit
fegin takka SEV. Vit høvdu
samrøðu
við
Klæmint
Weyhe og nýttu ein film
hjá SEV, sum vit løgdu løg
til í okkara Power Point
framløgu, siga tey.
SIT´arar eru
ikki sibbar
Til endans vilja tey fegin
jarða mýttuna um, at tað
einans eru sibbarnir, sum
ganga á tekniska skúla.
- Fólk halda, at tað eru
einans tey, sum ikki tíma
at ganga í skúla, sum fara á
tekniska skúla. Serliga tey,
sum ikki tíma tey skrivligu
fakini. Vit halda tó, at
støðið í okkara flokki er
høgt. Tú brúkar eisini nógv
tey skrivligu fakini á El-
deildini. Tað er tó serliga
støddfrøðiligt, siga tey øll.
Peran er í hvørt fall í
ordan hjá hesum fýra 13-
tals næmingunum.
Rætting
Í grein okkara Jensina
vann singer/songwriter
var ein villa komin í.
Vit skrivaðu, at Høgni
Reistrup var kendur úr
bólkinum Deja Vu. Hetta
skuldi sjálvandi verið
Lawetz. Vit biðja lesaran
um at umbera okkum
fyri hesa villu.
Í vikuskiftinum verður
ungdómsvikuskifti í Missi
ónshúsinum á Glyvrum.
Romain Zannou úr Benin
kemur til Føroya at tala
á møtunum. Romain var
í Føroyum í fjør, har ið
han talaði til ársmøtini hjá
Heimamissiónini. Nú kemur
hann so aftur á klettarnar.
Romain er vegleiðari og
undirvísari hjá pastorum í
heimlandinum Benin.
Tað er ungdómsnevndin
í Glyvra Missiónshúsi, sum
skipar fyri vikuskiftinum.
Jeffri Johannesen úr Lamba
hevur eisini verið við í
arbeiðnum at fáa Romain
aftur til Føroya.
- Vit eru fegin um at hava
hann her aftur. Romain
dugir væl at tala. Vit vóna
serliga at røkka teimum
ungu hetta vikuskiftið. Av
tí sama verður sangur og øll
møtini sum heild ungdómlig
í stíli, sigur Jeffri.
Fríggjakvøldið og leygar
kvøldið
byrjar
møtið
klokkan 20. Sunnudagin
byrjar tað klokkan 18. Fyri
reikararnir siga, at øll eru
vælkomin.
Ungdómsvikuskifti
á Glyvrum
Peran í lagi hjá13-tals næmingum
Í samband við, at Sofus Clementsen tók við
starvinum sum stjóri á Pf. Postverk Føroya
1. oktober 2006, verður almenn móttøka á
Frímerkjadeildini, Traðargøta 38, Argir,
fríggjadagin 17. november 2006 frá kl.
16.00 til 18.00
Móttøka
Nevndin í Pf. Postverk Føroya
Peran er í lagi hjá Bjarna Skaalum, Jyttu Olsen, Mortan Olsen og Benjamin Hansen. Tey hava fingið 13 fyri eina verkætlan um el-orku