hósdagur 16. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 16. november 2006
7
tíðindi
Skifti í landsstýrinum
Grønlendingar hava fingið tveir nýggjar landsstýrismenn.
Fyrst bað landsstýrismaðurin í heilsu- og umhvørvismálum,
Asii Chemnitz Narup, um at sleppa úr landsstýrinum.
Hesum eftirlíkaði landsstýrið og hevur valt Agathu Fontain
úr IA til nýggjan landsstýrismann. Í hesum viðfangi gjørdi
Hans Enoksen, landsstýrisformaður, av at velja Tommy
Marø úr Siumut til landsstýrismann í mentamálum ístaðin
fyri Doris Jakobsen.
Hava flogið í hálvt ár
FaroeJet kundi í gjár hátíðarhalda fyrsta hálva árið sum
virkandi flogfelag. Hetta heldur felagið vera eitt gott høvi
til at fáa eitt meira aktivt samskifti við viðskiftafólkini,
og er eitt lítið lutakast fyriskipað til hetta. Felagið
biður nevnliga viðskiftafólk senda sær teldupost við
viðmerkingum um nøgdsemi, og hvat møguliga kundi
verið øðrvísi. 29. november verður so lutur kastaður
millum innkomnu tildupostarnar um tveir ferðaseðlar
til Danmarkar. Innsendu teldubrøvini skulu innihalda
upplýsingar um navn, bústað og tlf-nummar.
Navigator
leggur frá
landi aftur
Eftir at hava ligið við
bryggju í fleiri vikur,
fer Atlantic Navigator
á nýggjan túr
seinnapartin í dag.
Fiskiskapur
Orð & mynd:
Snorri Brend
Ánirnar: Hesar seinastu
dagarnar hevur verið
nógv virksemi við havna
lagið í Ánunum.
Meðan summir arbeiða
við at rigga havnalagið
til, eru onnur í ferð við
at rigga hetta stóra farið
til nýggjan túr.
Navigator hevur ligið
við bryggju av tveimum
orsøkum - í fyrsta lagi
vegna fiskaloysi, men
eisini tí at ógreiða var
um
sáttmálarnar
hjá
manninginum.
Tað skilst, at fremmand
fiskifør hava borið eyga
við svartkjaft eystanfyri
Føroyar. Haraftrat komu
sáttmálaviðurskiftini hjá
manningini í rættlag fyrr
í mánaðinum, har tey
fáa eina munandi lønar
hækking, bæði í ár og
komandi ár.
Nú er so klárt at fara
nýggjan túr. Mynstrað
verður umborð seinna
partin í dag.
Atlantic Navigator riggar
til nýggjan túr
Jóhan í Niðristovu er
flogovasti hjá Atlantic
Airways, og millum
royndastu føroysku
flogskipararnar.
Hann heldur, at vit í
tosinum um nýggjan
flogvøll og útbygging
av núverandi, mugu
skilja tingini sundur
FLOGVØLLUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Tað er sera týdningar
mikið at skilja í millum,
at vit í hesum tosinum
hava við tvey ymisk mál
at gera. Annað snýr seg um
útbygging av núverandi
flogvølli, og hitt snýr seg
um ein flogvøll sum ikki
er í dag, men møguliga
kemur
einaferð
longur
frammi í tíðini, sigur Jóhan
í Niðristovu, flogovasti hjá
Atlantsflog.
Jóhan
í
Niðristovu
vísir á, at vit í dag onki
annað alternativ hava til
flogvøllin í Vágum, og tí er
týdningarmikið at halda fast
um ætlaðu broytingarnar á
flogvøllinum. Tí sum hann
vísir á, so er ætlanin við
einum nýggjum vølli so
langt frammi í tíðini.
Jóhan í Niðristovu sigur
eisini, at tað er ógvuliga
umráðandi at halda fast um,
at talan skal vera um ein
alternativan flogvøll.
– Talan má vera um
ein alternativan flogvøll,
og tí mugu ábøtur eisini
gerast á núverandi flogvøll.
Verður tað ikki gjørt, so
fer hann ikki at kunna
brúkast í framtíðini, og so
verður nýggi flogvøllurin
ikki eitt alternativ, men
bara tann einasti vøllurin,
sum vit hava, sigur Jóhan í
Niðristovu.
Av ábøtum og broytingum
Jóhan í Niðristovu mill
um annað nevnir, er at
fáa eina glíðibreyt, fleiri
innflúgvingarljós, útbyggj
an av terminalinum í
Vágum og ikki minst at
leingja um vøllin. Hann
vísir á, at flogvøllurin ikki
hevur verið fyri munandi
broytingum síðani 1988, og
at tað tí verður neyðugt at
gera ábøtur.
Jóhan í Niðristovu slær tó
fast, at einasti flogvøllurin,
vit hava í landinum, er
góður og tryggur.
Tvey ymisk mál
– Vit mugu fyri alla
tíðina halda fast um,
at um vit byggja ein
størri og betri flogvøll
enn tann í dag, so
kemur hann at ávirka
núverandi flogvøll
soleiðis, at hesin ikki
fer at kunna brúkast,
og tíð er tað ótrúliga
týdningarmikið
at vit halda fast
um ætlanirnar at
útbyggja verandi
flogvøll. Tað sigur
Hans Meinhard á
Høgabóli, flogovasti
hjá FaroeJet
FLOgVØLLUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hann vísir á, at ein nýggjur,
størri og betri flogvøllur
helst fer at hava við sær,
at flogfeløgini útvega sær
onnur størri flogfør enn
í dag, sum eru bíligari í
rakstri og hava fleiri setur.
– Er verandi flogvøllur
ikki útbygdur tá, so verður
hann óbrúkiligur, og so
eru vit í somu støðu sum
í dag, har vit bara hava
ein flogvøll, sigur Hans
Meinhard
á
Høgabóli,
sum er samdur við Jóhan
í Niðristovu um, at tá vit
tosa um nýggjan flogvøll,
so má vera talan um ein
alternativan flogvøll.
Ikki bodnir við
Jóhan í Niðristovu skilir
annars ikki heilt tað, sum
kom fram í Útvarpinum
týsdagin, tá tíðindi bórust
um, at Bjarni Djurholm hevði
verið á fundi við umboð
fyri flogskipararnar.
– Okkara flogskiparar
vóru ikki við á tí fundinum,
og tí ber ikki til at siga,
at teir (Vinnumálaráðið,
blðm.) hava verið á fundi við
umboð fyri flogskipararnar,
sigur Hans Meinhard á Høga
bóli, sum harmast um, at
flogskipararnir hjá FaroeJet
ikki hava fingið fundarboð
í hesum málinum.
Í áður umtalaðu útvarps
sending framgekk eisini, at
flogvøllurin í Vágum ikki
var meiri enn næstbest. Vit
spurdu tí Hans Meinhard
á Høgabóli, um hann er
samdur við hesi fatan.
– Hugsa vit geografiskt
og í mun til veður og vind,
so finna vit ikki nakað
dreymapláss í Føroyum til
ein flogvøll, og í so máta
kunnu vit siga, at vit í Før
oyum ongantíð fáa meiri
enn næstbestu loysina, sigur
Hans Meinhard á Høgabóli,
flogovasti hjá FaroeJet.
Útbygging og alternativan vøll
– Er verandi flogvøllur ikki útbygdur
tá ein nýggjur kemur, so verður tann í
Vágum óbrúkiligur, og so eru vit í somu
støðu sum í dag, har vit bara hava ein
flogvøll, sigur Hans Meinhard á Høgabóli
Mynd: Jens Kristian Vang