Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 222 - 16. november 2006 Spurningurin um framtíðarinnar flogvøll er komin á dagsskrá, eftir at flogskiparar hava verið á fundi við landsstýrið. Tað er ikki heilt greitt í smálutum fyri almenninginum, hvat, ið er farið fram á fundinum, men sum skilst hava menn mælt til ein alternativan flogvøll í Føroyum. Frammanundan er komið ljósmála, at tað eru flogskiparar, ið halda, at flogvøllurin í Vágum er ikki tann lættasti at hava við at gera. Hetta er væl skilligt, tí onnur innflúgvingin er millum fjøll. Nú vita tey, sum hava lisið bøkurnar um stríðsárini, at flogvøllurin varð ongantíð gjørdur liðugur. Upprunaliga vóru tvær breytir projekteraðar, so lendingarviðurskiftini høvdu verið nógv betri og vælmøguleikarnir størri alt eftir ættini. Men onnur breytin varð spard burtur, tí kríggslukkan vendi, og tørvurin á hernaðarligum flogvølli minkaði. Hvat er nú til ráð at taka? Tað er ein stórur og torførur spurningur. Trygdin eigur at ganga fram um alt annað. Hetta merkir, at flogvølluirn í Vágum alt fyri eitt eigur at gerast tryggari, og hetta merkir, at hann eigur at verða longdur sum skjótast. Men sjálvandi eiga myndugleikarnir eisini at kanna alternativar møguleikar. Her er Søltuvík upplagt evni og ivaleyst eins áhugavert sum Glyvursnes. Verður Sandoy alternativið, so má undirsjóvartunnil gerast, og tað kann bara verða gott. Her ber so til at gera landsplanlegging við lít – um so er at Glyvursnes ikki er egnað. Tað er einki galið við at hava tveir flogvøllir í Føroyum. Tað gevur ivaleyst bestu trygd, og tá um trygd ræður eigur einki at verða spart. Tað er tí rætt av myndugleikunum at kanna aðrar møguleikar enn Vágar, so tað politiskt kann fáast ein avgerð í hesum sera týdningarmikla máli. Hinvegin er hetta eisini ein spurningur um pengar. Eitt er íløgan annað er raksturin. Ber okkara lítla samfelag hetta, ella er tað komið hartil, at tað má bera eina slíka útreiðslu? Vit eiga tí sjálvandi eisini at umrøða spurningin um raksturin av tveimum flogvøllum. Verður olja funnin við Føroyar, so kundi tað verið eitt hugskot, at fyrstu oljumilliónirnar fóru til at byggja alternativan flogvøll, tí hetta er nakað, sum kemur okkum øllum til góða. Samanumtikið má sigast, at tað stutta av tí langa her er, at núverandi vøllur má útbyggjast skjótast, samstíðis sum vit hugsa um nýggjan flogvøll – einaferð í framtíðini. Sosialurin Trygdin í hásætið Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. viðmerkingar Vit tosa ofta um siðvenju, at fólk og land er alt kristið av siðvenja. Frá barni hevur ein fingið sum barlast, at hann sum gav lívið eis­ini gav lívsins lógir og fyri­ skipanir. Eg havi seinri lagt merki til, sambært søgu og lívsroyndir, at ongin kann bróta hesar lógir, uttan tað fær negativar fylgir fyri tann einstaka ella fólkið sum heild, fyrr ella seinri. Fatanin av teim menn­ iskjansligu vilkorunum og forútsetningar, stilla tey krøv til ein kristnan, at hann má hyggja uppá rættarlagið við einum veruleikasansi og sakliga meta um tann tørv og endamál sum rætt­ urin skal síggja tilgóðar ella tæna. Tað vil als ikki siga, at hvørt eitt uppskot skal gjøgnumførast og gerast til lóg. Skal tann persónliga rættartilvitanin haldast í lívi má ein framhaldandi roynd av rættargrundarlagnum og innihaldi, endamáli og hátta­lagi støðugt fara fram. At ein ikki góðtekur hvat sum helst, er als ikki tað sama, sum ikki at respek­ tera hvønn annan sum menn­iskju. Tað hava vit skyldu til. Avgerandi fyri hin kristna er og verður tað lívssýni kristindómurin hevur givið honum. Men her er ein brátt inni í einum felti av spenningsmøguleikum, tá ið trúgvin er lív fyri ein­ um. Tey úrslit og støði, sum tann nógv lovprísaða humana rættarskipanin er komin fram til í dag, kann til tíðir koma í stríð við sjálva kristnitrúnna og tey krøv hon stillar. Trúgvin uppá ein persónligan Guð, sum livir og virkar í tilveruni, hevur sett hin kristna inn í viðurskiftir av lívsavgerandi eyðkennum Livandi Guðstrúgv er her, væl á merkja, ikki nakar leysur spekulativur heila­ spuni. Hon hevur sína grund í tí søguligu sannroynd, at Guðs sonur, Jesus Kristus hevur livað í hesum heimi, útint sítt verk her, sambært Guðs vilja og opinberað hansara ævigu ætlan við øllum menniskjum, óansæð lit og hugburð. Sannleikin ella fylgjan av hesi opinbering Kristusar, soleiðis sum hon møtir okkum í Halgu Bók, hevur tann kristni fingið staðfest ígjøgnum persónlig upp­ livilsi og royndir. Tann kristna trúgvin førir inn í eitt andaligt lívs­sam­band, sum umfatar og gjøg­num­ streymar alla persón­lig­ heit­ina, í øll­um lívs­viður­ skiftum. Børnini góvu forfedrunum skuldina Einki umráði í manna­ lívin­um kann, sum nevnt, isolerast frá kristnu trúnni, enn minni tey virðir og realitetir, sum knýta seg til rætt og rættartilvitan. Okkara lóggávuvald hevur eina lógarbroyting til við­ gerðar í løtuni. Hesi gløð­ andi kúluni av einum upp­ skoti, hava Norðanlond og onnur somuleiðis sitið við í føvninginum og brent seg av. Viðtøkan hevur við tíðini opnað eitt port­ur inn í samfeløgini, av fylgi­ lógum, sum verandi ættar­ lið heystar fruktirnar av og komandi fara at bøta fyri. Ísraelittarnir, sum frá tingsins røðarapalli, hava verið tiknir til inntøku fyri umrødda uppskot, hava eitt orðatak frá eini tungari og torførari tí fyri land og fólk. Ein av framtíðarprofetum teirra (Ezekiel kap. 18,2) spyr teir: “”Hví hava tit hetta orðatakið í Ísraels landi: ”Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ring­ar tenn?”” Tað sigst at ímill­um tað burturførda ættar­liðið tosaði man um, at hetta høvdu forfedrarnir ábyrgdina av, at tey sum fólk havnaðu í Babylon. Fruktin á trænum sær møguliga góð út og inni­ haldið í boðskapinum, reklam­uni, er hitt sama sum í urtagarðinum á sinni. Men tað verður serverað á annan hátt, meiri tíðarhóskandi og modernað. Hetta er tí samfeløgini og vit sjálvi eru so framkomin, verður tað sagt. Tað tykist sum man er í harðari kapping um hvør ið skal føra ann í at seta flestar guðleysar lógir í gildi í Norðanlondum og Europa. Og nú tykjast føroyingar at vera komnir inn á banan eisini. Higartil hevur stríðið ver­ ið ført í fjølmiðlunum. Eftir standa nú nøkur fá, kvinnur og menn, sum skulu spæla finaludystin í nærmastu fram­tíð. Áhugavert hvat kem­ur at standa í søguni aftaná um úrslitið. Í einum samfelagi har alt er relativt, kann man gera mistøk, bara meirilutin ger sama feilin. Har saknurin av Guðs sannleiksorði er vorðin nærmast sum ein lívs­stílur, skulu øll bara gera tað, sum ein hevur tað best við. Úrslitið er har eftir. Tað er fyrst og fremst suður­ oyingar sjálvir, ið skulu berjast fyri, at koma úr nagga­tódnini. Onkur ljósglotti hómast, tey ungu innan svimjing og fótbólt samstarva, kanska kappróður og vaksna­ mannadeildir innan aðrar ítróttargreinir eisini tora at fara út um bøðgararnar. Tað hevði víst, at ungdómurin í Suðuroy torir og hevur dirvi til, at bróta garðar niður, ið tey tilkomnu ikki klára ella hava dirvi til. Kjakiå um, hvør hevur skylduna av trupulleikunum er drepandi og kann vaksa øllum upp um høvdið, hetta er ótolandi, og øll verða tappað fyri orku og skapanarhug. Fyri at koma burtur úr hesum mugu vit hyggja frameftir, læra av gomlum syndum og tora at taka avgerðir, sum møguliga ikki eru so vælumtóktar av øllum. Oftast hevur tað víst seg, at tey ið ikki vilja hava broytingar og ikki tora at fara út um bøðgararnar, eru tey, ið fáa minst av skafti, tað verður bara til kjaftaslit hjá teimum, tí sum orðatakið sigur: einki er ómøguligt, tá ein sjálvur ikki skal gera tað. Jóhs. M. Olsen Suðuroy Finnleif Guttesen Súru ber fedranna góvu børnunum ringar tenn Nær kemur Suðuroyggin úr naggatódnini? SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800