hósdagur 16. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 16. november 2006
11
Vit høvdu eina pisa kanning
í fjør. Hon var vánalig. Tað
kunnu vit skjótt gerast
samd um, og hvat gera vit
so? Ja, tað er ein góður og
áhugaverdur spurningur.
Skúlin, sum vit kenna
hann í dag, er ikki góð
ur nokk – tað vísur pisa
kanningin okkum. Fólka
skúlin,
ið
ikki
hevur
megna at førleikamenna
næminginum á fullgóðan
hátt, skal hava enn fleiri
næmingar inn í 2008. Teir
skulu inn á teir niðurslitnu
skúlarnir, við vánaligum
hølisviðurskiftum. Skúlar
nir hava illa nokk pláss. til
at hýsa teimum núverandi
næmingunum. Nú skulu
teir eisini taka tey 6 ára
gomul inn… Hví? Tí tað
gera hini!
Ja, tað gera hini. Men
er tað harvið sagt, at vit
eisini skulu gera tað? Tað
stendur í álitinum, at børn
skulu í skúla, tá tey eru
6 ár, men tað eru ongar
grundgevingar, uttan tær, at
hini gera tað.
Tað framgongur ikki
greitt í álitinum, hvør kem
ur at taka sær av undir
vísingini av teimum 6 ára
gomlu. Uppá spurning um
hetta á MMR, fái eg at
vita, at av tí tað er innan
skúlagátt, so eru tað lærarar,
ið koma at taka sær av hesi
undirvísing.
Um børnini skulu í skúla,
tá tey eru 6 ár, hvat hevur
skúlin so at bjóða, út yvir
vánalig hølisviðurskifti?
Um tilmæli verður fylgt,
verður undurvísingatalið
hækka, frá núverandi 3,6
tímar til 4 skúlatímar um
dagin. Síðani skulu børn
ini í ein líka so fullan frí
tíðarskúla.
Er nakað alternativ?
Vit kunnu hava forskúlar í
barnagørðinum.
Á dagstovninum á Argj
um, hava vit tey seinastu
6 árini haft eina stovu,
ið leggur seg tætt upp at
einum forskúla. Tey 6 ára
gomlu, ganga á einari stovu
fyri seg. Her eru leikur og
avbjóðingar, ið svara til
teirra aldur og menning.
Vit hava eina námsætlan,
ið leggur upp til at børnini
skulu mennast og búnast,
so tey eru klár at taka
ímóti tí avbjóðingini tað
er, at fara í skúla. Tey fara
gjøgnum eina stóra sosiala
og kensluliga menning –
vegna málrætta arbeiði á hes
um økið. Somuleiðis læra
tey at móttaka felagsboð,
at taka ábyrgd, læra egnan
samleika at kenna og annars
hava eitt hendingarríkt ár,
ið leggur bestu lunnar undir
víðari menning.
Hetta gera vit millum
annað, við at fara túrar. Vit
vitja ymisk støð og stovnar,
fyri at gera børnini varug og
vitug um tað samfelag, ið
er og verður teirra. Hvørja
viku hava vit rokning, vit
fara til fimleik og gera
ymiskar
uppgávur,
vit
hava tónleik og myndlist,
umframt nógv spæl millum
børnini.
Skúlasamstarv
Vit hava sera gott samstarv
við Argja skúla viðvíkjandi
skúlabyrjan. Í mai mánað,
fáa øll børn, ið skulu byrja
í fyrsta flokki á Argja skúla
eftir summarfrítíðina, eitt
bræv. Í brævinum verða tey
boðin vælkomin í frítíðar
skúlanum á Argjum, har vit
fara at hugna okkum, spæla
eitt spæl ella tvey og gera
eina telefonbók. Tey fáa eitt
papír, har tey skulu skriva
sítt navn, eftirnavn, bústað,
telefonnr., navn á foreldrum
og hvør er teirra besti vinur.
Hvørt barn hevur eina
mynd av sær sjálvum við.
Hesa líma vit á, áðrenn vit
margfalda bøkurnar, so øll
børnini fáa eitt eintak heim
við. Á hendan hátt eru teir
nýggju floksfelagarnir ikki
so nýggir tann dagin skúlin
byrjar.
Síðani verður fari oman
á Argja skúla har núverandi
fyrsti flokkur tekur ímóti.
Hetta er nakað tey eru sera
stolt av. Tey royndu jú tað
sama seinasta ár. Børnini
greiða nýggju næmingunum
frá, hvat ein ger í teimum
ymisku
lærugreininum,
rokning, føroyskt osf. Tey
fáa høvi at heilsa uppá
lærarnar, tey skulu hava
eftir summarfrítíðina. At
enda vera tey víst runt á
skúlanum. Hetta samstarv
er blivi betur ár fyri ár og
verður leypandi tillaga
okkara royndum og tørvi.
Vit eru sera glað fyri sam
starvi og síggja nýggjar
møguleikar í framtíðini.
Eitt nú er møguleiki fyri at
lærarin kemur út á stovnin,
at síggja børnini, og læra
tey at kenna, í teirra vanta
umhvørvið…
Tað eru nógv og sera
ymisk tilboð til tey 6 ára
gomlu í dag. Og tað meti
eg ikki er gott nokk. Vit
hava alt frá barninum, ið
er heima hjá mammu síni,
barnagarðin við blandaðum
aldursbólkum,
teimum
við ongum skúlabólki, og
teimum, ið hava skúlabólk
eina til tvær ferð um vikuna,
tey ið hava skúlabólk burtur
av, umframt ein forskúla.
Hóast hesar ymiskleikar,
meti eg tað vera besta boðið
at tað eru barnagarðarnir ið
hava forskúla. Pedagogarnir
hava bestu førleikar til at
taka sær av menningini hjá
børnum í hesum aldri.
Eg loyvi mær at ivast
í um føroyski fólkaskúlin
kann bjóða sama støði í
aug. 2008!
Skulu børn í skúla tá tey eru 6 ár?
Pedagogur a Dag
stovninum á Argjum
Majbritt
Jacobsen
Í
Dimmalætting
14.
november eitt áhugavert
orðaskifti við Óla Jacob
sen. Tað er so áhugavert,
at tað gevur mær stoff til
fleiri greinar.
T. d. hetta brotið:”...
Hann nevnir m. a. stríð
fyri at fáa kryvjimaskinur
umborð á ísfiskaskipini
og síðani stríðið fyri,
at menninir ikki skuldu
gjalda fyri hetta”. Sjó
menn spyrja: Hvat stríð
hevur Óli gjørt sær, at fáa
kryvjimaskinur umborð.
Ongin kennir hetta stríð.
Sum eg fyrr havi nevnt,
so kom kryvjimaskinan
30 ár ov seint. Meðan
útlendingar fingu hetta
møðsama arbeiðið auto
matiserað, stóðu føroyskir
sjómenn og kruvdu við
hond døgn eftir døgn eftir
døgn. Meðan Óli førdi
pennin móti skiftandi lands
stýrum, umsiting, útvarpi
og øðrum óviðkomandi,
píndi reiðarin manningina
niður. Sum limur í fiski
mannafelagnum havi eg
staðið upp í samfullar 43
tímar og kruvt. Nóg illa
úr oljuklæðunum. Bert
tí at reiðarin ikki vildi
automatisera
arbeiðið.
Hetta er ikki reyp, tað
kenna allir trolaramenn
til.
Menn leggjast uppi í
góðum árum, niðurslitnir.
Var viljin til staðar, so fór
Óli við læknaváttanum í
hondini til reiðararnar og
setti krøv. Læknaváttanir
upp á niðurslitnar sjómenn
eru lættar at fáa hendur á.
Tíverri. Og hjálpti tað ikki
so var at fara í bløðini
og venda kanónini rættan
veg.
Enn mangla nógvar
kryvjimaskinur.
Arbeiðsumhvørvi
er
eitt púra ódyrkað øki hjá
Fiskimannafelagnum.
At Óli steðgaði fyri,
at
manningarnar
ikki
sjálvar skuldu gjalda fyri
maskinurnar, átti hann at
tagt við. Har fór eg inn
í málið, tá manningarnar
vóru kroystar longur enn
lógligt er, og teir onga
hjálp høvdu fingið frá
Fiskimannafelagsformann
inum.
Tað er ein søga fyri seg,
sum eg kann venda aftur
til seinni.
Antidiskrimineringslógin
er til fyri at verja útsettar
minnilutabólkar í samfe
lagnum. Jú meira nágreini
lig ella útgreinað hendan
lógin er, jú sterkari verður
rættarverjan og við tí sam
stundis eitt tryggari sam
felag. Samkynd eru, sum
tað skilst á øllum brøgdum,
ein útsettur minniluti í Før
oyum, eftirsum eitt para
graffískoytið um, at man
skal verða vardur uttan mun
til seksuella orientering
skal vekja slíka mótstøðu.
Hendan mótstøða er altso
í sær sjálvum prógv um,
hvussu nógv tað er brúk
fyri hesari lógini, og hvussu
nógv hesin minnilutabólkur
hevur fyri neyðini at verða
vardur av henni
Fleiri NEI-sigarar sum
kalla seg kristnar, vísa til
Guðs orð fyri at ávísa, at
tað at vera samkyndur er
skeivt, og at samkynd tí
ikki skulu fáa eitt serstakt
pláss í lógini. Eg eri kristin,
men standi púra spyrjandi
um, hvussu man kann vísa
til orð Bíbliunnar, og í sama
andadrátti
fullkomuliga
gloyma tað grundleggjandi
í kristna gleðiboðskapinum:
Ger móti øðrum, sum tú
vilt onnur skulu gera móti
tær. Tann, ið er uttan synd,
kastið fyrsta steinin. Dømi
ikki, tá skulu tit ikki verða
dømd.
Um Jesus hevði komið
til Føroyar ár 2006 er einki
ivamál um, í hvørjum parti
Hann hevði verið. Hann
hevði, sum altíð, verið í
parti við teimum útstoyttu
ella teimum veiku og
hevði aldrenn góðtikið, at
ein so human og umráð
andi lóg sum lógin um
antidiskriminatión og tess
ískoyti bleiv sett spurnar
tekin við
Um tú av religiøsum
orsøkum heldur, at tað
at vera samkyndur er ein
synd, so gloym ikki, at vit
við kristnum grundarstøði
skulu møta okkara med
menniskjum, syndarar ella
ikki syndarar, við toleransu,
kærleika og miskunsemi.
Lat tann Guð tú trýrt á
avgera, hvat sum er synd og
hvør er syndari, og latum
okkum menniskju heldur
smíða jarðiskar lógir, sum
verja okkum móti allari
forfylging, og fremja eitt
humant samanhald, har tað
er pláss fyri okkum øllum
at liva.
Fiskimenn, ið hava fing
ið skaða ella á ein hvønn
hátt stríðast við heilsuna,
hava í langa tíð følt seg
illa viðfarnar; ja fiskimenn
kenna seg ofta verri fyri,
enn teir ringastu brotsmenn
irnir.
Tað verður mangan tikið
til, “ein skal verða sterk
ur fyri at vera sjúkur,” her
verður víst til vantandi
umsorgan frá almennari
síðu. Nógv høvdu helst
kallað tað ágang frá myndug
leikum
og
almennum
stovnum. Almannastovan,
Tryggingasamband Føroya
og aðrir stovnar hava ymsar
forðingar, ið kunna gera tað
trupult hjá fiskimanninum
at fáa tað útgjald, sum
hann hevur goldið fyri.
Hetta verður á fakmáli
rópt tekniskar forðingar.
Slíkar forðingar kenna vit
væl frá altjóða handli, og
eru tær undanførslur fyri at
sleppa frá at halda galdandi
avtalur. Ein forðing, sum
fiskimenn renna seg í
ferð eftir ferð er, at teir
eru ov seinir at boða frá
skaðanum, teimum hevur
verið fyri. Hetta hevur ført
við sær, at fleiri fiskimenn
ikki rættliga hava hættað
sær undir, at kravt teirra
rætt sum borgarar í hesum
landi. So kann ein velja
at kalla tað eina tekniska
forðing
ella
sálarligan
ágang. Úrslitið verður tað
sama, fiskimaðurin verður
við sviðið so.
Tað er tí neyðugt, at nakað
verður gjørt, um fiskimenn
skulu fáa nakað, sum teir
bæði hava goldið fyri og
hava uppiborið. Men ein
kann ikki vænta, at tey sum
vara av slíkum málum, fara
at geva fiskimanninum tað
hann eigur. Millum hesi fólk
tykist breið semja verða um,
at vanligur mannarættur
ikki er so umráðandi, tá
talan er um fiskimenn.
Dømi: ein løgfrøðingur
sigur í ramasta álvara, at
fleiri lógarbrot, sum vórðu
staðfest á Almannastovuni
vóru í fínasta lagi. Niður
støðan hjá hesum fólkum
er tann, at eitt nú fiskimenn
ikki eru vardir av lógini.
Tí er bara eitt at gera hjá
fiskimonnum, tað er at
berjast fyri sínum rætti.
Hesin rættur skal vinn
ast við at leggja trýst á
myndugleikarnar, um neyð
ugt, skal flotin verða lagdur.
Flotin skuldi verið lagdur
fyri fleiri árum síðani, tí so
høvdu bæði myndugleikar
og reiðarar verið noyddir
at givið fiskimonnum tað,
teir høvdu uppiborið tá,
og uppgávan hjá komandi
formanni í Fiskimanna
felagnum hevði verið mun
andi lættari nú. Men eg eri
klárur til hesa uppgávu og
gleði meg at stríðast fyri
tann føroyska fiskimannin,
sum er stoltleiki Føroya.
Nógv
rumbul
hevur
seinastu tíðina verið um
koyrifrálæru og próvtøku
av koyrikorti til motor
súkklur.
Ætlaðin við umtalaðu
kunngerðini hevði til enda
máls at verja ungdóm
okkara, soleiðis at hann
ikki sluldi koma sær
í óføri av ókunnleika í
ferðsluni.
Júst tað øvugta er hent.
Hetta tí at lógarbrot ella
umsitingarligt fusk er
framt í føroysku lands
umsitingini. Kalla tað
nú hvat tú vilt, men týdn
ingurin er tann sami og
avleiðindarnir hareftir.
Vinnumálaráðharrin
vildi vera við, at hetta ikki
var lógarbrot. Men hann
hevði ikki nakað annað gott
orð at kalla “syndromið”.
Helt víðari uppá, at slíkt
ikki far avleiðingar fyri
umsitingina sum so.
Jú takk, slíkt eru vit so
von við og hetta er heldur
onki umdantak.
Dan R.
Petersen
Óli og kryvjimaskinan
Torshavn
Katarina Hyltén-
Cavallius
Hjalmar N.
Poulsen
Koyrikort, Lógarbrot og
umsitingarligt fusk
Latið okkuum menniskju smíða jarðiskar lógir
Toftir
Jan
Højgård
Sjúkir fiskimenn! Brotsmenn?
viðmerkingar