Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 222 - 16. november 2006 tíðindi Týskvøldið var nakað so forkunngt í Suðuroynni, sum framløga av nýggjari bók. Bókin um rokskiparan Jóan Petur hjá Mouritsi varð løgd fram undir hóskandi umstøðum og fullsettum pakkhúsi Bókaframløga Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Absalon Absalonsen legði týskvøldið alment bók sína um Jóan Petur hjá Mouritsi fram. Bókaframløgan fór fram í Stóra Pakkhúsi í Vági og hetta vóru sera hóskandi umstøður. Hølini eru hugna­ lig og umboða eisini eina farna tíð, nevniliga tíð­ ina, ið nýggja bókin um rok­skiparan snýr seg um. Nærri lýst er hetta tíðin við deyðsiglarum, sluppum, og tíðin við góðum fiskiskapi, har allar tøkar hendur tóku tøk. Og nógv av hes­um hevði júst samband við um­hvørvið kring pakk­ húsið. Og á vegginum í hugnaliga húsinum hanga eisini navnaskelti av nú farnum fiskiførum. Ein av hesum fornleivdum var júst navnaskeltið av Havgásini, ið Jóan Petur eisini sigldi við. Framløgan byrjaði við felagssangi, ið yrktur varð til høvið. Absalon Absalonsen segði síðani nøkur orð um bókina og síðani varð brot spælt úr útvarpssending frá 1957, har Jóan Petur greiddi frá vandaferð, har skipið nærum gekk burtur og um ta ávirkan, ið hetta fekk á lív hansara. Tygum eru omma mín Tónleikararnir John í Skemm­uni, Terji Nilsen, Finnbjørn Nielsen og Eddie Bech spældu og sungu síðani og so kom Absalon aftur við upplestri úr nýggju bókini. Skemtiligt og hugvekjandi var brotið um barnaár Jóan Peturs, tá hann fór allan vegin úr Vági og norður á Oyri til familjuna. Tá hann at enda kom vegin fram, hitti hann eina eldri konu., ið spurdi, hvør hann var. - Tygum eru omma mín, svaraði lítli pilturn! Eisini las høvundurin onnur brot, t.d. um tíðina í Føroyingahavnini. Hann handaði síðani eftir­ komarum hjá Jóan Peturi eintøk av bókini. Síðani stóð kaffi og prát á skránni og fólk høvdu høvi at hitta høvundin og blaða í bókini og ogna sær hana, um hugur var til tess. Eisini signeraði høvundurin bøkur. Yvir hundrað fólk leitaðu sær til bókaframløguna og tað var ein hugnalig løta í hugnaligum hølum, og fólk tóktust samd um, at talan er um forvitnisliga bók, ið bíðað hevur verið eftir. Kanningar skulu nú vísa, um norð­ havssildin er nærri tí gamla ferðamynstrinum. Tað kann fáa stóran týdning fyri føroyingar Fiskirannsóknir Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Síðani norðhavssildin kom afturíaftur fyri nøkrum árum síðani, hevur hon ongan­tíð verið so langt út á árið í føroyskum sjógvi sum í ár. Tað ber boð um, at sildin hevur staðið longri suðuri og longri vesturi enn hini árini og er tekin um, at hon nærkast tí gamla ferðamynstrinum um summ­ arið. Spurningurin er so, hvussu er um veturin. Tað er ongantíð kannað fyrr, men nú hevur Fiski­rann­ sóknarstovan leigað ”Trónd í Gøtu” og ”Norðborg” at kanna, hvar sildin stendur hesa tíðina á árinum, og úrslitið kann fáa stóran týdn­ing. Í fimmti- og sekstiárunum savn­aðist norðhavssildin inni á Lofoten-fjørðinum í Noregi um veturin, og soleiðis var eisini tey nógvu árini, hon helt seg burtur frá okkara leiðum. Tað gjørdi hon eisini í nítiárunum, men tey seinastu trý - fýra árini er broyting komin í, tí hesi árini hevur sildin hildið seg uttan fyri norsku firðirnar um veturin. Tað ger hon eftir øllum at døma eisini í ár, tí tá norska havrannsóknarskipið ”G. O. Sars” var og leitaði eftir sild fyrr í mánaðinum, var lítil og eingin sild inni við land. Harafturímóti var nógv sild uttan fyri Troms og Lofoten. Gott fyri Føroyar Jan Arge Jacobsen, fiski­ frøð­ingur á Fiskirann­ sóknar­stovuni, sigur, at úrslitið hjá ”G. O. Sars” er áhugavert, tí tað kann benda á, at sildin kanska stendur longri vesturi nú enn hini árini. Tí er ætlanin, at ”Tróndur í Gøtu” og ”Norðborg” skulu leita eftir sild vestan fyri økið, sum norska rannsóknarskipið leitaði í. Jan Arge Jacobsen sig­ ur, at tað er avgjørt ein fyrimunur fyri Føroyar, um sildin fer at halda seg longri vesturi. - Tað er tekin um, hon er í ferð við at taka tað gamla ferðamynstrið uppaftur, og at hon kemur vestur ímóti Føroyum og Íslandi um veturin. Tað hevði havt týdning fyri okkum, tí tað styrkir okkara støðu í samráðingum, sigur Jan Arge Jacobsen, sum sjálvur fer við ”Norðborg” at leita. Fiskirannsóknarstovan hev­ur leigað ”Trónd í Gøtu” og ”Norðborg” eina viku, og skipini skulu fyrst leita millum Føroyar og Ísland og eystan fyri Jan Mayen, áðrenn tey fara suðureftir. Áhugaverd bókaframløga í fullsettum pakkhúsi Áhugaverdar sildakanningar Meiri skattur Líkt er til, at klaksvíkingar og feløg í býnum hava goldið væl meiri í skatti í ár, enn kommunan hevði roknað við. Á fíggjarætlanini fyri 2006 metti býráðið, at kommunan fór at fáa 112 mió. krónur í skatti í ár, men nú vísa framrokningar, at talið helst verður umleið 123 mió. krónur, skrivar Norðlýsið. Í fjør var skattainntøkan hjá kommununi smáar119 mió. krónur. Klaksvíkar býráð er ikki liðugt at viðgera fíggjarætlanina fyri 2007. Flyta saman Á Tvøroyri hava mápartafelagið Lýsing og grannskoðaravirkið K-revisión gjørt av at flyta í felags hølir í býnum. Lýsing hevur eitt fjølbroytt virksemi, ið millum annað fevnir um skelti, klædnaprent, plakatir og annað, umframt at felagið ger einstakar upptøkur fyri Sjónvarpið. K-revisión hevur alt vanligt bókhalds- og grannskoðaravirksemi. og hevur higartil hildið til í húsunum hjá Kristiani Holbæk Kristensen, sum eigur felagið. (Kelda: www.sudurras.fo) Fólk tóktust samd um, at talan er um forvitnisliga bók, ið bíðað hevur verið eftir. Absalon Absalonsen signerar her bøkur Jan Arge Jacobsen: -Avgjørt ein fyrimunur fyri Føroyar, um sildin stendur vestari um veturin nú enn fyrr