Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 16. november 2006 15 tíðindi Føroysku húsarhaldini væl fyri Hóast økta lánibyrðu, so eru føroysku húsarhaldini væl fyri samanborið við donsk húsarhald. Hetta sýnir ein greining, sum Landsbankin hevur gjørt. Hóast hagtals­grundarlagið ikki er tað sterkasta, so gevur tað eina greiða mynd av, at útlánini til húsarhaldini eru økt heilt nógv, síðani nýggju og betraðu lánitilboðini komu á marknaðin fyri góðum ári síðani. Sammet við eitt nú Danmark, so er støðan hjá føroyska húsarhaldinum tó góð. Roknað sum lutfall av BTÚ, so eru føroyska lánibyrðan væl lægri, samstundis sum innistandandi í peningastovnum er væl hægri, staðfestir Landsbankin. Hinvegin gevur hetta seinasta ikki eina heilt greiða mynd, tí í Danmark er siðvenjan við at plasera uppsparing aðra staðni enn í peningastovni rættiliga sterk. Fiskavirkisvinnan: Tá fólk fella frá er eingin at taka eftir – Skulu vit fram­hald­ andi hava eina fiska­ virkisvinnu í Før­ oyum, kunnu vit ikki bara standa og hyggja at, meðan fólk fella frá, og eingin tekur eftir. Vit mugu gera nakað - og tað má vera nú, sigur formaðurin í Ráfiska­ keypara­felagnum, Andreas F. Hansen Fiskavirkisvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár var fundur og kjak í Vinnu­ húsinum um arbeiðsmeg­ ina á føroysku fiska­virkj­ unum í framtíðini. Fund­ urin tók støði í frá­greið­ ingini, sum Gransk­ing­ar­ depilin fyri økismenning hevur gjørt um hesi viður­ skifti. Tað var Ráfiska­keyp­ara­ felagið, sum stóð fyri til­ takinum, og tað var eisini Andreas F. Hansen, for­ maður í felagnum, sum beyð vælkomin. Dennis Holm, granskari, legði fram frágreiðingina, sum granskingardepilin hevur gjørt, og síðan hevði stjórin í Føroya Fiska­virk­ ing, Meinhard Jacobsen, sínar viðmerkingar. Eftir viðmerkingarnar hjá Meinhardi, sum um­­boðaði arbeiðsgevararnar, hevði Vígdis Johannesen, for­ maður í Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag, orðið vegna arbeiðstakararnar. Síðan var kjak um evnið, og at enda tók Magni Laksáfoss, búskaparfrøð­ ingur og orðstýrari á fundi­ num saman um. Sosialurin fer at venda aftur til fundin á vinnu­ síðunum komandi týsdag. Í dag hava vit skift orð við formannin í Ráfiska­ keyparafelagnum, Andreas F. Hansen, sum er virkis­ leiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood. Meira positivt Andreas heldur, at trupult er at siga, hvat kemur burt­ ur úr einum slíkum fundi, men hann fegnast um, at bæði Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður í fiski­vinnu­ málum og Jacob Vester­ gaard, landsstýris­mað­ur í útlendingamálum, vóru við á fundinum og kundu lýða á, hvussu umboð fyri arb­ eiðs­gevarar og umboð fyri arbeiðs­takarar lýsa støð­ una. – Eg haldi, at framløgan hjá formanninum í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Víg­ dis Johannesen, var meira positiv við atliti til útlend­ ska arbeiðsmegi í Føroy­ um, enn eg havi hoyrt áður frá arbeiðstakarans síðu. Tað haldi eg vera áhugavert, soleiðis sum støðan er – og væntandi verður í fiska­ virkisvinnuni í framtíðini. Andreas sigur, at Jacob Vestergaard eisini hevði orðið á fundinum og greiddi frá, hvørjum lands­ stýrið arbeiðir við til tess at gera skipanina við útlend­ sk­ari arbeiðsmegi í Før­oy­ um meira liðiliga. – Hetta er áhugavert hjá okkum at hoyra – og tað er ikki minni átroðkandi at loysa málið, nú okkum vantar góðar reinskerarar hvønn dag. Úrslitið er, at vit fáa minni og minni fisk ígjøgnum maskinurnar, tí reinskerararnir eru av­ gerandi fyri, hvussu nógv fer í gjøgnum. Eingin tilgongd Andreas sigur, at høvuðs­ trupuleikin hjá fiskavirkis­ vinnun í Føroyum er hin sami, sum vit síggja í eitt nú Íslandi og Noregi. – Munurin er bara, at støðan, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini, longu kom til sjóndar í hinum báðum londunum fyri eini 10 árum síðan. Tey tóku avleiðingarnar og fylt upp við útlendskari arbeiðsmegi, sum hevur verið við til at hildið fiska­ virkisvinnuni – og øðrum vinnum – í hesum londum uppi. Hann vísir á, at eingin tilgongd er av fólki til fiskavirkisvinnuna. – Tá ið royndu fólkini fella frá, kemur eingin í teirra stað og tekur yvir. Tað merkir, at so hvørt, sum fólk eldast í vinnuni og ikki orka at arbeiða meira, minkar talið av reinskerarum, og tað er okkara stóri trupulleiki, sigur Andreas. Hann vísir til kanningina hjá Granskingardeplinum fyri økismenning, sum greitt sigur, at lítil og eingin tilgongd er til fiska­virkis­ vinnuna. – Skulu vit framhaldandi hava eina fiskavirkisvinnu í Føroyum, kunnu vit ikki bara standa og hyggja at, meðan fólk fella frá, og eingin tekur eftir. Vit mugu gera nakað – og tað má vera nú, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum av­­gjørdur. Gera okkara besta – Sum arbeiðsgevarar mugu vit gera okkara besta fyri at tey, sum eru í vinnuni, kunnu vera nøgd við um­ støðurnar, at tey kenna seg væl og trívast. Arb­eiðs­um­ støðurnar mugu soleiðis verða á høgum støði, og eg haldi, at lýsingin í Sosia­ linum herfyri av arbeiðs­ umstøðunum í vinnuni, var sera áhugaverd. Hann nevnir í hesum sam­bandi arbeiði, sum eitt nú Tavan í Leirvík ger fyri at fáa fólk at trívast í fiska­ virkisvinnuni. – Men eg stúri fyri, at alt hetta kortini ikki loysir tann trupulleika og veru­ leika, at tey ungu vilja útbúgva seg. Tí vænti eg ikki, at góðar arbeiðs­um­ støður sum heild fara at broyta tilgongdina til fiska­ virkini, leggur hann aftrat. Andreas F. Hansen ásann­ ar, at tey ungu als ikki hava hug at arbeiða í fiski, og hetta vísir kanningin hjá granskingardeplinum so týðiliga eisini. – Tey ungu fáa so nógv ”input” allastaðni, bæði um internetið og sjónvarpið, og hetta ávirkar ungdómin til at leita út um land­odd­ arnar og nema sær áhuga­ verdar útbúgvingar. Áhugaverd kanning Formaðurin í Ráfiska­keyp­ arafelagnum heldur, at kanningin hjá gransking­ ardeplinum er ógvuliga áhugaverd, men hon sigur í stóran mun bara tað, sum virkisleiðslurnar vistu frammanundan. – Kanningin vísir, at sjógvurin er nógv meira áhugaverdur fyri ungu dreing­irnar enn fiska­virk­ isvinnan, og fyri ungu gent­ urnar hevur fiskavirkis­ vinnan so gott sum slett ongan áhuga. Andreas F. Hansen vísir á, at eini 80% av teimum, sum arbeiða í fiska­virkis­ vinnuni, siga, at tey trívast væl, men kortini hevði helmingurin av teimum tikið av øðrum arbeiði, um annað arbeiði stóð teimum í boði. Sum tað sæst á myndini, so eru útlánini úr peningastovnum vaksin munandi meira enn innlánini seinastu tíðina