Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 222 - 16. november 2006 tíðindi Oddvør Johansen: Úr køksvindeyganum ÚR KØKSVINDEYGANUM er savn av søgum og hugleiðingum eftir Oddvør Johansen. Her verður gjørt gjøldur við smakkdómarunum, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á ein máta. Sum vilja vera við, at tað bara eru teir, ið duga at skriva í Føroyum, og at kvinnur als ikki áttu at verið limir í rithøvundafelagnum. Men her eru eisini tekstir um gerandisdagin, um hvussu nógv ein bensinstøð við bilvaski kann órógva grannarnar, hvussu allur lívshugur hvørvur, tá ið tú fært feour og um Havnar bý, hvussu vakur hann er – og kundi verirð. Men tað eru eisini hugleiðingar um ferðing um Vest­mannasund, summarbræv úr Keypmannahavn, og um eina føroyska kvinnu, hvørs lívsleið hevur verið øðrvísi enn hjá teimum flestu. Teir mongu stubbarnir eru allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá. Bókin er 149 síður til longdar og kostar 220,- krónur. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Snorra Edda Í SNORRA EDDU ber til at lesa um, hvussu gomlu norðbúgvarnir hugsaðu sær, at heimurin varð skaptur burtur úr holdi og blóði á eini livandi veru, og hvussu heimurin fer at ganga undir, tá ið allar óndar kreftir savna seg at drepa, brenna og týna alt. Greitt verður frá gomlu gudunum, sum av lyndi er líkir menniskjum. Hvussu svik og fals, góðlyndi og kærleiki trívast millum gudar, hvussu teir bera í bøtuflaka fyri síni mistøk, og hvussu teir royna at halda tí ónda skák mát. Poul Vestergaard týddi. Bókin er 154 síður til longdar og kostar 240,- krónur. Sprotin gav út. Vølsungasøga VØLSUNGASØGA er grundarlag og íblástur til Nibelungen Ring hjá Wagner og til Ringanna Harra hjá Tolkien. Hon greiðir frá allari ættini hjá Sjúrði Fávnisbana, hvør faðirin og fedrarnir vóru, hvaðan svørðið kom, hví tað brotnaði, hví Favnir legðist á gullið, hvaðan gullið kom, og hvar tað endaði. Søgan er høvuðsfrumsøgnin í evropiskar andsmentan, bókmentan, kvæðum og tónleiki. Og nú er hon í føroyskari týðing, eftir Poul Vestergaard. Bókin er 162 síður til longdar og kostar 240,- krónur. Sprotin gav út. Gunnar Staalesen: Kvinnan í køliskápinum Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við. Frú Samuelsen stúrir fyri soninum Arna, sum arbeiðir á einum boripalli í Norðsjónum. Hann plagar altíð at skriva henni nøkur orð, tá ið hann er í landi, men hesaferð hevur hon einki frætt frá honum. Og vertinnan í Stavanger hevur ikki sæð hann í fleiri dagar. Varg Veum fer til Stavanger. Men har er eingin, sum tekur málið í álvara – Arni Samuelsen er ein róligur og skynsamur fýrur; hann man fara at koma afturíaftur, tá ið hann skal út aftur á oljuleiðina. Heldur ikki vertinnan hevur stórvegis at brigda honum, hóast har var rok inni hjá honum eina náttina herfyri. Og inni í íbúðini tykist alt vera í fínasta lagi. Líka til Varg Veum letur køliskápið upp … Hugin Eide týddi. Bókin er 192 síður til longdar og kostar 198 krónur Útgávur sein Lagt til rættis: Rigmor Dam Lucy Cousins: Malja fer á bókasavnið Lucy Cousins hevur bæði skrivað og myndprýtt músina og vinir hennara. Søgurnar um Malju eru einfaldar og egnaðar til tey smáu. Tær eru um gerandislív, har eru litríkar tekningar, stuttligar hendingar, spæl og ævintýr, soleiðis sum gerandislív eisini kann vera. Bókin Malja fer á bókasavnið sigur frá um, hvussu stuttligt tað kann vera á bókasavni, har kanst tú lesa bøkur um alt møguligt, hyggja at myndum, brúka teldu, hoyra søgu og serliga at fáa frið, tí á bókasavni er kvirt, og verður tú ikki liðug við bókina, so kanst tú læna hana heim við. Niels Jákup Thomsen hevur týtt Malja fer á bókasavnið, hon er egnað til tey 2-4 ára gomlu og er innbundin. Bókin er 26 blaðsíður og kostar 85 krónur.