Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VARPIÐ Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› F R Í G G J A D A G U R   1 7 .   n o v e m b e r   2 0 0 6 TV3 Sunnudagin kl. 20.00 Gothika Miranda Grey er kriminalsálarfrøðingur, og er hon serfrøðingur í at meta um, hvat er rationelt, logiskt og tilrokniligt. Hon arbeiðir á stovninum, har maður hennara er stjóri, og serliga verður ansað eftir ótilrokniligum kvinnum. Ein dagin kemur ein gátufull ung kvinna inn, og tað gerst byrjanin til marruna hjá manninum hjá Mirandu. Dagin eftir, at kvinnan er komin inn, verður hann nevnliga funnin myrdur, og alt bendir á, at Miranda stendur handan morðið. Kanal4 Týsdagin kl. 20.25 QTV Øll hava síni loyndarmál. Tey smáu fittu, sum vit til stuttleikar krógva, og tey stóru tungu, sum krevja stórt dirvi at tosa um. Og øll koma tey á skíggjan á QTV. Louise hevur í loyndum boðið sjeikinum við í sjónvarpsstovuna. Hann hevur føðingardag, men hevur ikki ánilsi fyri, hvat bíðar honum. Cathrina er nærum besett av at avdúka loyndarmál. Og tað eydnaðist SvF Týsdagin kl. 21.20 Gilda Tann harðrendi argentinski kasinoeigarin Ballin Mundson bjargar lívinum á svikaranum Johnny Farrell. Skjótt verður Johnny høgra hond hjá Mundson, men grugg kemur í, tá Mundson giftir seg við sprundinum Gilda. Tí Gilda og Johnny hava kenst, og tá tey hittast aftur koma nógvar ósambærligar kenslur undan kavi. Rita Hayworth er framúrskarandi í høvuðsleiklutinum í hesum klassikaranum. Hendan útgávan er nýumvæld. DR1 Mánadagin kl. 22.25 Vilde hjerter Nicolas Cages hevur leiklutin sum rebellurin, Sailor, sum saman við síni elskaðu Lua fer á ferð eftir dustmiklu landavegunum í Villu Hjørtunum hjá David Lynch. Ein orginalur og intensur romantiskur spenningsfilmur, sum á vegnum hevur heystað gyltu pálmarnar í Cannes.