hósdagur 16. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 16. november 2006
Mark Haddon:
Gátuføra málið um hundin
í náttini
Jólabókin er aftur í ár á tremur
við góðum, nýskrivaðum
søgum og yrkingum og
spennandi hugnaligum ítrivi
at gera til jóla. Teknað til
søgurnar og yrkingarnar hava
ung listafólk.
Bókin er sum undanfarin ár
bygd upp sum kalendarabók
frá 1. desember til jólaaftan,
men tú kanst nýta hana sum
tú vilt. Av ítrivum kunnu
vit nevna prýði til jólatræið,
konfekt, prýði úr fjøruni,
nissur, einglar og hugnaligar
lanternur.
Skrivað hava: Oddvør
Johansen, Arnbjørn Ó.
Dalsgarð, Halldóra Dam,
Gitte Klein, Marjun
Kjelnæs, Mina Reinert,
Alexandur Kristiansen,
Elin Mortensen, Sámal
Kristian Jacobsen og Ella
Smith Clementsen. Teknað
hava: Kari Roarsdóttir, Janus
á Húsagarði, Jóannes Lamhauge, Annika Lávík og Heiðrikur á
Heygum. Fotomyndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.
Mín jólabók 2006 er ein bók til alla familjuna at hugna sær
við í myrku tíðini fram til jóla; er eisini væl egnað at brúka í
barnagarði og skúla.
Mín jólabók 2006 er sum stór myndabók til støddar, 88
blaðsíður, prentað í litum og innbundin. Hon kostar 150 krónur.
Og stjørnan lýsti sum ein sól
OG STJØRNAN LÝSTI SUM EIN SÓL er ein jólakrubba, sum russiska listakvinnan
Anastassija Archipowa hevur sniðgivið og málað.
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við
jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý
dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri
mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir,
Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Og stjørnan lýsti sum ein sól er skapað í heitum, kraftfullum litum, og figurarnir
eru listarligir á at líta. Alt er júst, sum vit altíð hava ímyndað okkum, at fjósið í
Bethlehem hevur verið.
Jólakrubban, ið er ætlað at standa frammi í jólamánaðinum, kostar 120 krónur.
Fílur og vinir
– Søgubók við klistrimerkjum
og Fílur og vinir. Lita og lær
Fílurin, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags
gevur út í hesum døgum, er ikki ljósareyður,
men hevur allar ælabogans litir. David Mc
Kee hevur skapað puntuta fílin, sum er ein
ábending um, at tað er í lagi at vera øðrvísi.
Heftini, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags
gevur út, kunnu brúkast sum ítriv hjá børnum
í allari jólastákanini, sum skjótt fer at byrja,
og eisini saman við foreldrunum, sum lesa
fyri barninum, samstundis sum barnið sleppur
at spæla við í søguni við klistrimerkjum.
Heftini eru tvey: Fívil og vinir. Søgubók
við klistrimerkjum, við søgu og litføgrum
myndum og tveimum síðum við klistrimerkjum
at seta á síðurnar og Fívil og
vinir. Lita og lær, við tekningum av Fívli og øðrum frumskógardjórum, sum barnið
kann lita. Heftini eru 18.bls. og kosta 48 krónur hvørt.
Mín jólabók 2006
astu vikurnar
Allen/Brooks/Wells
Spælibarnið
Bókin til tey 0-1 ára gomlu er ein
litføgur bók við útskornari pappdukku,
sum hongur í einum silkibandi. Til ber at
flyta dukkuna runt í bókini og seta hana
inn ymsa staðni í søguni. Á henda hátt
kann barnið, sum lurtar, taka lut í søguni
um barnið, sum spælir úti og inni.
Bókin er prentað á hart papp, er 10
blaðsíður og kostar 75 krónur
Bókin, sum Bóka
deild Føroya
Lærarafelags nú
gevur út, hevur
vakt miklan ans,
síðan hon kom út
í Onglandi í 2003.
Hon hevur fingið
tiltikna Whitbread
Book of the Year
heiðurslønina og
fleiri aðrar prísir.
Nakað serligt er
yvir hesi bókini,
lesarin gerst hugtikin
av heiminum,
soleiðis sum hann
tekur seg út fyri
høvuðspersóninum
Kristoffuri.
Kristoffur er
fimtan ára gamal.
Hann býr í Swindon
saman við pápa sínum og
gongur í skúla.
Hann hevur Asperger og
hevur skil fyri støddfrøði
og náttúrurvísindi, men
hann skilir ikki menniskju,
og atburður teirra tykist
honum mangan sera løgin.
Tá ið hann ein dagin
finnur hundin hjá
grannanum dripnan, ger
hann av at fara undir
at skriva eina søgu
um morðgátuna. Tað,
Kristoffur ikki veit, er,
at hann eisini kemur at
avdúka loyndarmál, sum
ger, at grundarlagið, sum
hann byggir sína tilveru
á, fer at ridla undir
honum.
Bókin er upprunaliga
ætlað sum ungdómsbók,
men hevur víst seg at
vera líka væl egnað sum
vaksnamannalesnaður.
Heilt víst er hon sera
umráðandi at lesa hjá
fólki, ið eru um børn,
sum hava Asperger, men
samanumtikið verða vit
øll klókari av at lesa
Gátuføra málið um
hundin í náttuni.
Mortan Vang hevur
hegnisliga týtt bókina,
sum er 246 bls., heft
við klaffum og kostar
150 kr.
25
tíðindi
➘