hósdagur 16. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 222 - 16. november 2006
tíðindi
Útgávur seinastu vikurnar
CJJ Yrkingasavn:
September í
bjørkum sum
kanska eru bláar
Carl Jóhan Jensen hevur ongantíð verið
nær á námind so góður yrkjari sum nú.
Hann hevur evnað sær sín egna stíl og
teimum, ið dámar nútíðarligar yrkingar,
kunnu fegnast um hetta avrik.
Carl Jóhan er eisini framúr upplesari,
og tí er útgávan ein fløga, sum Carl Jóhan
hevur lisið allar yrkingarnar inná.
Fløgan kostar í handlunum 182 krónur
og verður á marknaðinum 16. november
Kvørnin er komin
Nú er aftur ein Kvørn í handlunum við hópin av
forvitnisligum tilfari. Tað er Sands Bygdasavn,
sum hevur siðsøguliga tíðarritið út eina ferð um
árið, og hendan er tann níggjunda í røðini.
Ólavur Clementsen skrivar um bóndagarðarnar
í Trøðum á Sandi, sum upprunaliga var ein 24
marka garður, men seinni er lagdur sundur,
so har í dag eru fýra eins stórir garðar. Hann
skrivar eisini um herviligu havhestasjúkuna, sum
herjaði í tríatiárunum.
Palli Dalsgaard skrivar um, hvussu posturin
varð fluttur um veturin í kavaveðri.
Partur av dagbók verður endurgivin í hesi
Kvørnini. Tað var ungur danskur hermaður,
sum skrivaði hana í 1898, tá ið hann arbeiddi í
syðra parti av Føroyum sum hjálparmaður við
kortlegging av landinum.
Hanus A. Samuelsen hugleiðir um myrku
tíðina í Húsavík, har sólin ikki sær stóra part av
vetrinum.
Kvørnin er 68 blaðsíður og kostar 80 krónur.
Innovasjón og avlæring
Í mai mánaði í ár var stór norðurlendsk ráðstevna á Læraraskúlanum,
sum varpaði ljós á nýskapandi virksemi í pedagogiskum arbeiði. Heitið
á ráðstevnuni var Innovation og aflæring. Nú eru fyrilestrarnir, ið hildnir
vóru á ráðstevnuni, komnir út í tveimum bókum, sum Pauli Nielsen, ið
var rektari á Læraraskúlanum, hevur ritstjórnað.
Í fyrru bókini eru allir høvuðsfyrilestrarnir, og teir eru ikki bert
áhugaverdir fyri lærara og pedagogar og teir myndugleikar, sum varða av
tílíkum virksemi, teir hava eisini almennan áhuga.
Seinna bókin er eitt fjølbroytt savn av greinum um granskingararbeiði
innan flest allar lærugreinar og innan almennan pedagogikk, sum
granskarar úr øllum Norðurlondum løgdu fram á ráðstevnuni. Bøkurnar
fáast í bókabúðunum.
Nordisk litteratur 2006
– Ein bókmentalig handbók
Tíðarritið Nordisk
Litteratur tekur í hesi
útgávuni samanum
menningina innan
norðurlendskar bókmentir
síðani aldaskiftið.
Greitt verður frá um
framstigini innan týddar
bókmentir, og hvussu
tvær skaldsøgur, ið komu
út í 1990’unum - Frøken
Smillas fornemmelse for
sne og Heimur Suffíu,
hava slóðað fyri einum
hópi av týðingum úr
norðurlendskum málið til
Evropeisk mál.
Nordisk Litteratur kom
út á fyrsta sinni í 1993, og
var upprunaliga ætlanin
í fyrsta lagi at gera vart
við bókmentaheiðursløn
Norðurlandaráðsins. Síðani
er árbókin víðkað, bæði í
vavi og vali av evnum, men
tey, ið eru stillað inn til stóra norðurlendska prísin hava altíð stóran leiklut
í tíðarritinum. Nordisk litteratur er 184 blaðsíður.
Svenning Tausen:
Orð og orðað
ORÐ OG ORÐAÐ skjýtur upp, hvussu bøtt kann verða
um ússaligar orðingar, sum ofta eru at síggja á prenti og
ofta eru at hoyra.
Brúka vit orðið ”ynskja” rætt?
Hvørji orð skúgvar ”luttaka” burtur?
Hvat er galið við samansetingum við ”av”?
Nær brúka vit orðið ”byrja” skeivt?
Verður orðið ”framleiðsla” rætt brúkt?
”Kende til” eitur tað ”kenna til” á føroyskum?
Ber til at ”fremja álop” á føroyskum?
Er ”orsakað av” góð føroysk orðing?
Eitur tað ”atsókn móti”?
Slíkir spurningar verða viðgjørdir í hesi bókini við
dømum úr fjølmiðlamáli.
Bókin er 185 síður til longdar.