hósdagur 16. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 16. november 2006
27
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Brendi postin
Norska postverkið hevur
givið einum postboði
sekkin, tí maðurin setti
eld á 400 kilo av posti
leygarnáttina
í
síðstu
viku. Undir avhoyringum
sunnudagin viðgekk mað
urin, at hann hevði sett
eld á postin undir einari
brúgv í Oslo, men hann
dugdi ikki reiðiliga at
siga, hví hann hevði gjørt
tað. Alt fór ikki upp í
royk, men tað mesta er
so illa farið, at postverkið
er farið undir at spyrja
fólk, um tey sakna nakran
post. Løgreglan er komin
upp í málið, tí tað er ikki
nóg stór revsing í sær
sjálvum, at hann hevur
mist arbeiðið. Løgreglan
sigur, at málið er eisini
revsivert sambært lógini,
og tí kannar løgreglan
tað í løtuni, skrivar Aften
posten.
Kaldir russar
Einki land hevur so stórar
gassgoymslur sum Russ
land, men kortini stendur
tað á hjá myndugleikunum
at útvega fólkinum nóg
mikið av gassi um veturin.
Seinasta vetur, sum var
tann kaldasti í Russlandi
í mong ár, sveik gassið í
trimum landspørtum, og
í Moskva noyddust mynd
ugleikarnir at skrúva eitt
sindur fyri gassinum til
fyritøkur og virkir, fyri
at húsarhaldini kundu
fáa nóg mikið. Tann
stóri trupulleikin tykist
vera, at gass er so bíligt
í Russlandi, at fólk leggja
ikki í at skrúva fyri ella
at spara.
Afturvaldur
Valnevndin í Demokrat
iska Lýðveldinum Kongo
kunngjørdi í morgun, at
Joseph Kabila er aftur
valdur sum forseti. Sam
bært nevndini fekk hann
58 prosent av atkvøðun
um,
og
mótvalevnið,
varaforsetin Jean-Pierre
Bemba, fekk 41 prosent.
Valið var tann 29. oktober,
men uppteljingin er ikki
liðug fyrr enn nú. Taparin
hevur longu boðað frá,
at hann ivast í, at alt er
farið rætt fram, og at hann
umhugsar, hvat hann nú
skal gera.
– Einki land útflytir so nógv gass sum
Russland, samstundis sum russar sita kaldir
Reuters
Segolene Royal verður
ofta umrødd sum
tann franska Hillary
Clinton
Í dag skuldu fronsku sosial
demokratarnir gera av, um
teir skulu stilla ta 53 ára
gomlu Segolene Royal
upp á forsetavalinum, sum
verður næsta ár.
Umleið 220.000 floks
limir hava atkvøðurætt, og
teir hava trý uppskot at velja
ímillum. Umframt Segolene
Royal eru tað fyrrverandi
fíggjarmálaráðharrin Domi
nique Srauss-Kahn og fyrr
verandi forsætisráðharrin
Laurent Fabius, sum gekk á
odda, tá fransmenn vrakaðu
ES-grundlógina í fjør.
Segolene Royal hevur
lagt teir báðar undir at hava
tosað niðrandi um kvinnur,
men tað avsanna teir.
Skipanin hjá fronsku
sosialdemokratunum sigur,
at fær eitt av valevnunum
meiri enn 50 prosent av
atkvøðunum, skal flokkurin
stilla viðkomandi upp á
næsta forsetavali. Fær eing
in av teimum trimum meiri
enn 50 prosent, verður nýggj
atkvøðugreiðsla í næstu
viku millum tey bæði, sum
fáa mest hesaferð.
Tann franska Hillary Clinton
verður Sergolene Royal ofta
kallað, og summi ímynda
sær tær báðar sum komandi
forsetar
Mymd: Reuters
Amerikanski hermaðurin
James P. Baker hevur við
gingið, at hann neyðtók
eina 14 ára gamla irakska
gentu, áðrenn hann myrdi
hana og familju hennara.
James P. Baker gjørdi
av at játta seg sekan, tí
á tann hátt sleppur hann
undan deyðarevsing. Tað
sigur verji hansara, David
Sheldon, við AP.
Tilburðurin í iraksku
bygdini Mahmoudiya verð
ur sagdur at vera ein av teim
um ringastu, sum hermenn
hava framt ímóti sivilfólki í
Irak. Sambært ákæruritinum
hjá amerikanska hernaðar
dómstólinum gjørdu fýra
hermenn seg inn á ta 14
ára gomlu gentuna Abeer
Qasim Hamza al-Janabi í
mars í ár. Aftaná drupu teir
hana, foreldur hennara og
eina seks ára gamla systir,
so eingin skuldi avdúka
illgerðina.
Í rættinum boðaði James
P. Baker frá, at hann var
sekur, og hann vitnaði ímóti
hinum trimum hermonn
unum. Teir hava ikki játtað
seg sekar og kunnu tí fáa
deyðarevsing, verða teir
dømdir sekir, skrivar AP
úr Fort Capbell í Kentucky,
har hernaðardómstólurin
er.
Elektron-málið
í rættinum
Norsku myndugleikarnir umhugsa at endurskoða
málið um russiska trolaran ”Elektron”, sum rýmdi
undan norsku sjóverjuni í fjør við tveimum norskum
eftirlitsmonnum umborð.
Í Russlandi er skiparin á ”Elektron” ákærdur fyri
ólógligan fiskiskap og fyri at hava tikið teir báðar
norðmenninar við sær í russiskan sjógv. Nú umhugsa
norsku myndugleikarnir, hvussu norska ákæruvaldið
skal avgreiða málið. Tann spurningurin fær serliga
áhuga, um skiparin verður fríkendur í Russlandi.
Viðgekk seg sekan í drápi
og slapp undan deyðadómi
Hon kann blíva
franskur forseti