hósdagur 16. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 222 - 16. november 2006 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Undir dystinum hugsaði eg ikki so nógv um, at hetta var
seinasti dystur hjá mær, men tá eg fór av vøllinum eftir dystin,
tá kendist tað eitt sindur løgið.
Lassin Isaksen, fótbóltsdómari
- Hetta var ein
fantastiskur endi,
sigur Lassin Isaksen,
sum mikukøldið
dømdi sín seinasta
altjóða dyst. Lassin
hevði samstundis
seinasta bríkslið
á 134 ára gamla
leikvøllinum
Landsdowne Road,
sum nú fer í søguna
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikukvøldið segði Lassin
Isaksen farvæl til sína
drúgvu uppgávu sum fót
bóltsdómari. Lassin dømdi
í farna mánaði sín sein
asta dyst í føroysku lands
kappingini, og mikukvøldið
takkaði hann fyri seg í
altjóða fótbólti.
Tað gjørdi hann á Lands
downe Road í Dublin, har
írska landsliðið spældi sín
seinasta landsdyst. Dysturin
var ímóti San Marino, og
Írland vann 5-0. Robbie
Keane úr Tottenham skoraði
trý av málunum.
- Hetta var ein fantastiskur
endi at fáa. Stemningurin
var sera góður millum
teir 34.000 áskoðararnar,
og tað gekk væl at døma.
Spælararnir vóru lættir at
fáast við, og eingin brúkti
seg um nakað, sigur Lassin
Isaksen.
Uppgávan var ikki tann
torførasta,
men
Lassin
loysti hana væl, og før
oyski dómarabólkurin fekk
góð skoðsmál frá eygleið
arunum.
Ikki so strævið
Tað var eisini markerað á
Landsdowne Road, at hetta
var seinasti dysturin hjá
Lassin Isaksen.
- Teir nevndu tað í hátal
arunum í hálvleikinum, og
eg fekk eisini púra óvæntað
onkra gávu eftir dystin.
Undir dystinum hugsaði eg
ikki so nógv um, at hetta
var seinasti dystur hjá mær,
men tá eg fór av vøllinum
eftir dystin, tá kendist tað
eitt sindur løgið, sigur Lass
in.
- Dysturin gjørdist ikki
so strævin, sum onkrir aðrir
dystir hava verið. Eg havi
teljara á, so eg veit, hvussu
nógv eg renni undir einum
dysti, og eg rann rímiliga
nógv. Men Írland hevði so
nógv spæl, at dysturin var
ikki um allan vøllin - tað
mesta gekk fyri seg á aðrari
helvtini.
Gott skoðsmál
Tveir eygleiðarar fylgdu
við avrikinum hjá føroyska
dómarabólkinum,
sum
umframt Lassin Isaksen
eisini var mannaður við
Jón Kára í Brekkuni, Jens
Albert Simonsen og Petur
Reinert.
- Eg haldi, at eg kann
siga, at vit fingu sera gott
skoðsmál eftir dystin, og
tað eri eg eisini fegin um.
Annar av eygleiðarunum
var tann sami, sum eg hevði
til mín fyrsta altjóða dyst,
sigur Lassin.
- Hetta var eitt upplivilsi
fyri lívið, og nú hetta skuldi
hava eina enda, so kundi
tað ikki verið betur, sigur
hann.
Stjørnurnar
órógvaðu ikki
Millum spælararnar á írska
landsliðnum eru stjørnur,
sum fólk kenna væl frá
Premier League, men hetta
nervaði ikki avrikið hjá
Lassin.
- Eg hugsaði als ikki um
hetta undir dystinum. Eg
dømdi dystin sum allar aðr
ar dystir, men aftaná kann
eg saktans staðfesta, at á
dómaraseðlinum vóru nógv
kend nøvn, sigur Lassin.
- Írsku spælararnri vóru
góðir at fáast við, og teir
vístu fair-play ímóti liðnum
hjá San Marino.
Ferðin hjá føroysku dóm
arunum til Írlands eydnaðist
sera væl. Teir fingu sera
góða viðferð frá sínum
írsku gestum, og so fingu
teir eisini høvi at heilsa
upp á ein gamlan kenning
-
fyrrverandi
Premier
League-dómaran Dermot
Gallagher, sum áður hevur
verið í Føroyum og dømt.
Lassin sløkti á Landsdowne Road
- Hetta var eitt upplivilsi fyri lívið, og nú hetta
skuldi hava eina enda, so kundi tað ikki verið
betur, sigur Lassin Isaksen um sín seinasta dyst
sum dómari í altjóða fótbólti
Billard
toppurin
dystast í
Klaksvík
Billard
Tíðindaskriv
Sum vanligur siður
hevur verið í mong ár,
so byrjar billardárið
við Haldor Holm kapp
ingini
í
Klaksvík,
har fimm teir bestu
spælararnir í landinum
bresta saman. Hesir
eru: Hendrik Petersen,
Krisjan Suni Høgnesen,
Karsten Hansen, Son
hard Johannessen og Jan
Müller. Hetta er 16 árið
at kappast verður um
Haldor Holm steypið.
Fyrstu ferð var í 1989,
tá Jan Müller megnaði
at fáa sítt navn í stóra
og vakra steypið, sum
Billardsamband Føroya
lat Klaksvíkar Klubba
at kappast um og hava í
varðveitslu. Endamálið
við kappingini var at
heiðra tað arbeiði, sum
Haldor Holm hevði
gjørt fyri billardspælið
í Føroyum. Kappingin
skuldi vera byrjanin
uppá billardárið, og í
kappingini skuldu vera
5 av landsins bestu
spælarum.
Kappingin
verður
spæld í Klaksvíkar
Klubba
fríggjadagin
og leygardagin. Byrjað
verður fríggjadagin kl.
16, tá Sonhard Johannes
sen og Jan Müller fara
til borðið. Føroya Bjór
hevur verið sponsor til
kappingina á hvørjum
ári.
Føroyameistarakapp
ingin er nakað seinkað
í ár men farið verður í
gongd síðst í november
ella fyrst í desember.
Kappast verður helst í
A og B bólkinum.