mánadagur 20. november 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 224 - 20. november 2006
Tað avgjørdi løgtingið
fríggjadagin, at
løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, skal
svara tveimum
fyrispurningum
frá Høgna Hoydal,
sum snúgva seg um
skattalættan. Tveir
fyrispurningar, sum
herfyri vórðu tiknir
av skránni
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyri góðari viku síðani
setti Høgni Hoydal løg
manni tveir munnligar fyri
spurningar, um sosialu og
búskaparligu avleiðingarnar
av skattalættanum.
Løgmaður sýtti fyri at
svara spurningunum, og
vísti Bárð Nielsen, tí tað
spurningarnir vóru um
skatt, og tað mátti lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um svara fyri.
Løgtingsformaðurin hesa
løtuna
fyrispurningurin
varð reistur, var Óli Breck
mann. Hann var samdur
við Jóannes Eidesgaard, og
gjørdi hann av, at spurn
ingarnir ikki skuldu svarast
og heldur onki kjak skuldi
vera.
Hesa
avgerð
hevur
Høgni Hoydal síðani kært,
og eisini hevur hann sent
løgtinginum
munnligu
fyrispurningar
skrivliga.
Fríggjadagin avgjørdi løg
tingið so, at løgmaður skal
svara Høgna Hoydal upp á
hesar spurningar.
Við Útvarpið í gjár
segði Høgni Hoydal, at
hann heldur hevði ynskt at
fingið munnligt svar upp
á hesar fyrispurningar, tí
talan er um aktuell evni,
men at hann eisini sær hetta
sum eina ásannan av, at
løgtingið heldur tað var
rætt, at løgmaður skal svara
hesum spurningum.
Útvarpið segði eisini, at
Høgni Hoydal framvegis
ikki hevur fingið svar upp
á kæruna, um avgerðina
hjá løgtingsformanninum,
um at taka munnligu fyri
spurningarnar av skránni.
Prísirnir á sethúsum
eru øktir munandi
í ár í mun til í fjør,
tað tykist sum um,
at ein ávísur vøkstur
framvegis er
PRÍSVØKSTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað sigur Føroya Sparikassi
í einum skrivi á heimasíðu
sínari. Hagtølini frá triðja
ársfjórðingi í ár siga, at
ein framhaldandi vøkstur
er í sethúsaprísunum, men
at hesin vøkstur er nakað
minni enn við ársbyrjan.
Sambært
heimasíðuni
hjá Sparikassanum, so er
gongdin frá ársfjórðingi
til ársfjórðing rættiliga
skiftandi, men samanum
tikið eru sethúsaprísirnir
øktir munandi í 2006 í
mun til 2005, og tað tykist,
sum ein ávísur vøkstur
framvegis er.
Vøksturin í húsaprísunum
fyrst í árinum stóðst í rætti
liga stóran mun av broytt
um fíggingartreytum, so
sum lægri renta og longri
avdráttarmøguleikar. Núver
andi vøksturin er fyrst og
fremst orsaka av teimum
bjørtu
framtíðarvónum,
sum stóri eftirspurningurin
og virksemið í landinum
hevur við sær.
Tað staðfestir Sparikassin
á heimasíðu sínari. Spari
kassin vísir eisini á, at í
løtuni eru ongar ábendingar
um, at eftirspurningurin og
virksemið í samfelagnum
fer at minka. Hinvegin
sigur Sparikassin, at rentan
er hækkað nakað í ár, og
útlit eru framvegis til, at
rentan kann hækka aftur.
Hetta ávirkar húsaprísirnar
niðureftir.
Sparikassin sigur, at um
nógvu fráboðaðu byggi
ætlanirnar verða førdar
út í lívið, so skal roknast
við einari munandi øking
í útboðnum av húsum og
íbúðum. Hetta ávirkar húsa
prísirnar niðureftir, men
roknast skal ikki við einum
falli í prísunum.
Løgmaður skal
svara Høgna
Sethúsaprísirnir
øktir munandi í ár
Jóannes Eidesgaard, løgmaður