Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2006 3 tíðindi Whale and Dolphin Conservation Society hevur gjørt ein teknifilm, sum skal lýsa grindadráp í Føroyum, men hesin filmur, sum ikki er heilt nýggjur, er fullur av villleiðandi upplýsingum GRINDADRÁP Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Whale and Dolphin Conservation Society sigur seg vera altjóða røddin fyri verju av hvalum, delfinum og teirra umhvørvi. Filmurin er gjørdur í 1989, men hevur nú funnið sína leið út á alnetið. Tað sigst, at tað er kendi sjónleikarin Anthony Hop­ kins, sum leggur rødd til filmin, men tað hevur enn ikki eydnast okkum at fingið staðfest, um so er. Men vit kunnu staðfesta so mikið sum, at filmurin er fullur í villleiðandi upp­ lýsingum. Fyri so vítt er tað einasta sanna í filminum, at vit í Føroyum drepa grind. Restin er ógvuliga grov ósannindi í enda í annan. Sambært stutta filminum, so vitja grindahvalirnir í Føroyum einaferð um árið. Ongin veit hví, men soleiðis er tað bara, verður sagt. Sambært filminum, so gleða øll í Føroyum seg til henda dag, og íbúgvarnir fyrireika serligar bátar, soleiðis at teir kunnu taka í móti hvalunum. Nógv verður gjørt burtur úr at lýsa, hvussu ræðuligan deyða hvalarnir fáa og sagt verður eisini, at tess meira hvalarnir ýla, tess meira nýtir fjøldin drápið. Filmurin er lagdur út á YouTube, har beinleiðis leinkjan er HYPERLINK ”http://www.youtube.com/ watch?v=IWgrl0377Kg” http://www.youtube.com/ watch?v=IWgrl0377Kg, men sæst eisini við at fara inn á www.kjak.fo Ein hin størsta fyri­ tøkan í landinum, Føroya Tele, hevur lagt seg út í kjakið um samkynd og sigur í eini starvslýsing, at trúgv, húðalitur, kynslig sannføring og onnur persónlig viðurskifti einki hava at siga SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroya Tele fyllir 100 ár í ár, men hevur sum fyritøka megnað at fylgt við sam­ tíðini og endurnýggjað seg sjálva alla tíðina, soleiðis at fyritøkan altíð er við í fremstu røð. Nú hevur fyritøkan enntá yvirhálað Føroya Løgting. Í hvussu so er, tá tað kemur til at nevna samkynd. Niðast í eini lýsing eftir fólki til starvsfólkadeildina stendur soleiðis: “Á Før­ oya Tele taka vit ikki dagar ímillum ættarslag, húðalit, tjóðskap, og etniskan upp­ runa, trúgv ella kynsliga sannføring.” Við Vinnuvitan sigur stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, soleiðis: ­Tað besta vildi sjálvsagt verið, at tað als iki var neyðugt hjá okkum at skriva hesi orð í starvslýsingina, men vit kenna, at í løtuni er neyðugt, tí tað er av størsta týdningi, at so nógv og so ymisk fólk sum gjørligt hava hug at søkja starv hjá okkum sigur Andras Róin. Vinnuvitan hevur somu­ leiðis spurt Andras Róin, um hetta ikki er talan um eina politiska viðmerking, og til hetta svarar stjórin í Føroya Tele soleiðis: ­ Um hetta er ein politisk viðmerking, er torført at siga, eg vil heldur rópa tað eina viðmerking til samfelagsstøð­ una sum heild, sigur Andras Róin. Samkynd vælkomin á Føroya Tele Ósannur teknifilmur um grindadráp í Føroyum