Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2006 5 tíðindi Úrslitið av grein 13 kanningunum, løgreglan gjørdi herfyri, góvu føroyingum tilsamans 87.875 í bót polititíðindi Rólant Waag Dam rolant@sosialurin Í viku 42 og 43, frá 16. til 29. oktober, gjørdi løg­ reglan sokallaðar grein 13 kanningar um alt landið, har serliga hugt var eftir ljósunum. Úrslitið var mill­ um annað, at føroyingar fingu tilsamans 87.875 kr. í bót hesar dagarnar. Tilsamans 2519 akfør vórðu kannað, tað var ikki hjá øllum, at alt var í lagi. Løgreglan skrivaði 465 frágreiðingar, og hesar søgdu nógv ymisk ting. Í kanningunum legði løg­ reglan seg serliga eftir at kanna ljósini, og hjá 93 akførum vóru hesi ikki í lagi. 247 fólk nýttu ikki trygdarbeltið, og 106 bil­ førarar høvdu ikki koyri­ kortið hjá sær, tá teir vórðu kannaðir. 10 akfør høvdu ov vánalig dekk, og tríggir førarar koyrdu ávirkaðir, sigur frá­ greiðingin frá løgregluni um grein 13 kanningarnar, sum vórðu gjørdar frá 16. til 29. oktober. Bilar í betri standi Verður hugt at gongdini seinnu árini, so eru bæði góð og minni góð tøl at síggja. Taka vit góðu gongd­ ina fyrst, so eru ljósini betri enn tey hava verið. Í 2004 vóru ljósini hjá 173 kannaðum bilum ikki í lagi, í 2005 høvdu 136 bilar trupulleikar við ljósunum, men í ár vóru bara 93 bilar, ið høvdu trupulleikar við ljósunum. Verður hugt at dekkunum, so vóru høvdu 23 bilar trupulleikar av hesum í 2004. Í fjør høvdu 27 bilar ov vánalig dekk, men í ár høvdu bara 10 bilar dekk, sum ikki kundu góð­ kennast. Sambært Kára Thorsteins­ son, politikommisseri, so skal ein partur av frá­ greiðingini í hesum síggjast aftur í, at bilpakkin seinastu árini eru vorðnir munandi betri. Ljósini bresta ikki bara uttan víðari, og dekkini slítast heldur ikki so skjótt. Bilførarar sum skúlanæmingar Í mun til í fjør, so vóru tað heldur fleiri førarar í ár, sum ikki høvdu koyri­ kortið hjá sær, tá teir vórðu steðgaðir. Tølini eru heldur svingandi frá árið til ár, men tað vísir seg altíð at vera ein afturvendandi trupulleiki, at fólk gloyma koyrikortið. Tá tey so verða steðga, so trýtur ikki við undanførslum, og minna førararnir mest um skúlanæmingar, ið hava gloymt at latið stíl inn. – Tað liggur í hinum jakkanum, liggur í hinum bilinum eru tær mest van­ ligu undanførslurnar, flenn­ ir Kári Thorsteinsson, sum eisini hevur hoyrt fólk spurt, um tey ikki bara kunnu hava eitt avrit av koyrikortunum í bilinum. Tað ber sjálvandi ikki til, tí eitt fotokopi er ikki prógv um nakað sum helst. Óviljað manndráp Ein vaksandi trupulleiki, er fólk, sum koyra óbundin. 247 førarar vórðu tiknir uttan at brúka trygdarbelti, og tað harmast løgreglan øgiligt um. – Tað er ein øgiliga stórur og keðiligur trupulleiki. Koyrifrálæran leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk nýta trygd­ arbelti, men hetta sær ikki út til at rína við, sig­ ur Kári Thorsteinsson, politikommisserur. Men eitt ung, sum koyra uttan trygdarbelti, eitt annað er børn. – Ofta síggja vit foreldur sita íbundin í bilinum, meðan barn teirra stendur leyst á baksetrinum. Tá er trygdin hjá foreldrunum í lagi, men vit kunnu bara ímynda okkum, hvar barn­ ið endar, um bremsað verður harðliga, sigur Kári Thorsteinsson. Kári Thorsteinsson vísir á, at talan er um ein sera stóran trupulleika, og hann sigur seg ræðast hesa líkasælu og ikki minst avleiðingarnar av henni. Eitt er, hvat í ringasta føri kann henda, men eftirspæli av einari møguligari van­ lukku má eisini havast í huganum. Vit hava dømi um, at fólk eru dømd fyri óviljað manndráp, har tey hava koyrt skilaleyst og onkur, sum hevur verið við bilinum hevur latið lív, og at koyra við óbundnum børnum er sanniliga eisini skilaleyst. Føroyingar fingu 87.875 kr í bót Varda Verkstaðið inni á Bakkahevur jólasølu Varda Verkstaðið inni á Bakka í Vági hevur í ár jólasølu í fyrrverandi skóbúðini hjá Solveig og har letur mánadagin upp sonn jólagávubúð Tey á Verkstaðnum á Bakka í Vági gleða seg veruliga til jóla. Áður hava tey tikið lut á jólasølustevnum, men í ár hava tey egna jólasølubúð. Tey hava riggað hølini, har Skósølan hjá Solveig var, til eina sanna jólasølubúð, ið letur upp mánadagin 20. november. Har fæst alskyns jólaprýði, so sum bundnar nissur og mýs, dúkar, trænissur við lykt, pylsupressarar, skeribretti, skerpikjøtskerarar, jólafólk úr steini og málningar og rammur og mangt annað. Allar vørur kunnu bíleggjast eftir ynski viðvíkjandi liti og máti. Opið verður fram til jóla frá klokkan 13 til 17:30.