mánadagur 20. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 224 - 20. november 2006
tíðindi
Nú Løgtingsins
Umboðsmaður
er komin til ta
niðurstøðu, at tað var
ólógligt at siga hann
upp, fer Jóan Petur
Davidsen, yvirlækni,
helst at krevja
endurgjald
Almenn umsiting
og uppsAgnir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er púra greitt, at eg
fari víðari við málinum.
Jóan Petur Davidsen,
yvirlækni, er væl nøgdur
við, at Løgtingsins Um
boðsmaður er komin til
ta niðurstøðu, at tað var
ólógligt at koyra hann
frá sum leiðandi yvir
lækna á skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Og í stuttari viðmerking
ger hann púra greitt, at
málið endar ikki her, men
at hann fer víðari við.
– Løgtingsins Umboðs
maður kemur til ta greiði
niðurstøðu, at í hesum málið
er tænastumannalógin, fyri
sitingarlógin og øll vanlig
sømiligheit skúgvað til
viks.
– Niðurstøðan er heilt
greitt, at lógliga eri eg ikki
koyrdir frá sum leiðandi
yvirlækni. Og tað má so
eisini merkja tað, at eg eigi
løn sum leiðandi yvirlækni
hetta seinasta árið, síðani
eg var ólógliga frákoyrdur.
Jóan
Petur
Davidsen
sigur, at tað er í øllum
førum væntar hann, at hann
fer at stevna Almanna og
Heilsumálaráðnum,
har
hann fer at krevja endur
gjald fyri skaða og skamm.
Annars sigur hann, at
hann skal tosa við sakførara
sín í vikuni um, hvussu
farast skal fram hereftir.
Tað eydnaðist hvørki
at fáa eina viðmerking
frá Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni
í
almannaog heilsumálum,
ella frá Allan Skaalum,
sjúkrahússtjóra.
Les meiri á síðu 7.
Umhugsar endurgjald
Almanna- og heilsumálaráðið má nú fyrireika seg at enda í rættinum, har tað verður kravt at
betala endurgjald