leygardagur 20. januar 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 20. januar 2001
39
38
Nr. 14 - 20. januar 2001
Frumsýning
Billettprísur: 65,- kr.
Leygardagin 20.01.kl. 2000
Leygardagin 20.01.kl. 2300
Sunnudagin 21.01.kl. 1900
Sunnudagin 21.01.kl. 2200
Leygardagin 20.01.kl. 2330
Sunnudagin 21.01.kl. 2100
Leygardagin 20.01.kl. 2115
Sunnudagin 21.01.kl. 2300
HAVNAR
BIO
www.in.fo/havnarbio
Leygardagin 20.01.kl. 1900
Sunnudagin 21.01.kl. 1845
Frumsýning
Fríggjadagin 26.01.
KOMANDI FILMUR
Dansiskeið
Um nóg nógv tekna seg verður dansiskeið í losjuni í Gøtu,
vikuskiftið 26.og 27.januar.
Undirvíst verður í eingilskum dansi: Fox-Trot, Quick-Step, Rock´n roll, valsi o.ø.
Skeiðið er fyri øll dansiáhugað: Pør-støk, børn-ung, nýbyrjarar og vandar
dansarar.Aldursmark 7 ár.Anna Kristin av Tvøroyri undirvísir.
Dansa verður í holdum
Kostnaður fyri skeiðið
Hold 1:
Børn 7-9 ár
Børn
kr.50,-
Hold 2:
Børn 10-14 ár
Vaksin
kr.150,-
Hold 3:
Nýbyrjarar
Hold 4:
Vandir dansarar
Fríggjadagin 26.januar
Leygardagin 27.januar
dansa vit hesa tíðir:
dansa vit hesar tíðir:
Hold 1:kl.15.00-16.00
Hold 1:kl.11.00-12.00
Hold 2:kl.16.15-17.15
Hold 2:kl.13.00-14.15
Hold 3:kl.18.00-20.00
Hold 3:kl.14.30-16.15
Hold 4:kl.20.15-22.15
Hold 4:kl.16.30-18.15
Tilmelding á tlf. 442122 og á tlf. 441944, frá mánakvøldinum 22. januar. Til
mikukvøldið 24.januar millum kl.19.00 og 22.00.
Leygarkvøldið 27.januar verður almennur dansur frá kl.23.00.
Kostnaður fyri dansin kr.50,-
Svimjifelagið Skeggjar
Starv sum KT-leiðari
á Føroya Gjaldstovu
leyst at søkja
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum KT-leiðari á Føroya Gjaldstovu er
leyst at søkja,nú KT-leiðarin ætlar at royna nýggjar avbjóðingar.
Gjaldstovan hevur seinastu árini arbeitt við at nýskipa almenna roknskapar-
verkið, og hevur tí lagt nógv arbeiði í at taka í nýtslu nýggjar EDV-skipanir,
sum eru beinagrindin í búskaparstýring landsins.
Tað er sera umráðandi, at tað arbeiðið, ið er gjørt fyri at náa tað stigið, gjald-
stovan er á í dag, kann halda fram í eini natúrligari tilgongd, og krevur hetta
eina støðuga menning og viðlíkahald av Búskaparskipanum landsins. EDV-
skipanirnar eru lívsæðrin í landsins búskaparstýring, og tí er KT-økið á gjald-
stovuni so týdningarmikið.
Í starvinum sum KT-leiðari, hevur ein góðar møguleikar fyri persónligari
menning,bæði fakliga og sum leiðari.
Starvið
Tú skalt vera leiðari av einari framtakshugaðari KT-deild,har tað í løtuni eru 6
fólk í starvi, við uppgávum sum fevna um gerð av yvirorðnaðum ætlanum
fyri KT-økið, menningaruppgávur, ráðgeving og undirvísing á KT-økinum,
umframt rakstur av einum fjøltáttaðum landsumfatandi EDV-kervi,ið fevnur
um bæði miðsavnaðar og miðfirraðar ambætarar, við arbeiðsstøðum kring
alt landið, ið byggir á Unix,Windows NT,Oracle og MS-SQL 7.
Ábyrgdarøkið
Starvið sum KT-leiðari er skipað sum deildarleiðarastarv beinleiðis undir
stjóranum og er limur í almenna KT-forum sum umboð fyri
Fíggjarmálastýrið.
KT-leiðarin hevur ábyrgdina av:
• Dagligu leiðsluni og fyrisitingini av EDV-deildini umframt netumsitingini
í Fíggjarmálastýrinum.
• At tryggja eina áhaldandi persónliga og fakliga menning av
starvsfólkunum á EDV-deildini.
• At orða KT-strategi og virkisætlanir hesum viðvíkjandi
• At menna EDV-trygd og EDV-politikk stovnsins og at góskutryggja KT-
økið
• At reka,menna og viðlíkahalda EDV-skipanir stovnsins t.d.
Fíggjarstýringarskipan landsins (FSL), ið er grundað á Oracle Applications
forritið.Nevnt kann verða,at ætlanir eru um brúk av internetinum til t.d.
sjálv-(av)greiðslu.
• At menna og viðlíkahalda EDV-skjalfesting stovnsins,ið fevnir um
skjalfesting av EDV-skipanum,tøkniliga bygnaðinum,avtalum við EDV-
útvegarar o.t.
• At umsita KT-fíggjarætlan stovnsins,herundir samráðast og gera avtalur
við EDV-útvegarar.
• KT-verkætlanum stovnsins,ið umframt projektleiðslu fevnir um
kravfesting,undirvísing og innkoyring av nýggjum skipanum.Nevnt
kann verða,at ein nýggj felags lønarskipan fyri allar almennar stovnar
skal setast í verk í vár.
• Dagliga rakstrinum og umsjónin av tøknliga infrastrukturinum,sum m.a.
fevnir um tvær HP9000,HP-UX 11.0 teldur,Windows NT net-ambætarar
og umleið 250 teldur.
Førleiki
Tann, ið verður settur, skal helst hava hægri útbúgving og drúgvar royndir í
beinleiðis arbeiði við fyrisitingarligum skipanum t.d. at hava forritað, gjørt
kravfestingar ella hava verið verkætlanarleiðari í tíllíkum arbeiði, sum krevst
fyri at umsita nevndu ábyrgdarøki.Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til
bókhald og roknskap.
EDV-deildin hevur eisini markamót til nógvar aktørar uttan fyri stovnin, tí er
tað so umráðandi,at viðkomandi,ið verður settur,hevur góð samstarvsevnir,
fyrisitingarligt hegni og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Vit rokna við,at tú hevur hollan kunnleika til KT yvirhøvur,og at tú hevur lætt
við at seta teg inn í nýggj amboð innan KT-økið.Tað er avgjørt ein fyrimunur,
um tú kennir til Oracle-amboðini, so sum Oracle Browser, Oracle Discoverer
og Oracle Report Writer.
Lønarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Landsstýri og viðkomandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við viðmælum og prógvum mugu vera Gjaldstovuni í hendi í
seinasta lagi 12.februar 2001 og skulu sendast til:
Føroya Gjaldstova
P.O.Boks 2009
FO-165 Argir
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran,Leif Abrahamsen.
Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans og hevur um
hendi ein part av almennu lønaravgreiðslunum.Ábyrgdarøkið kann natúrligt
liðast sundur í hesar høvuðsuppgávur:
Landsins roknskaparhald - herundir menning, viðlíkahald og rakstur av
landsins roknskaparskipan. Gjaldstovan førir í dag bókhald fyri tær flestu
høvuðskonturnar á fíggjarlógini og heldur roknskap við ogn og skuld
landskassans. Stovnurin umsitur eisini fleiri almenn lán og avgreiðir allar
útgjaldingar úr landskassanum og ger landsroknskapin.
Lønarumsiting fevnir um eina menning, viðlíkahald og rakstur av eini
miðsavnaðari skipan til útgjalding av almennum lønum.Verkætlanin byrjaði
í 1999 og verður fyrsti partur av skipanini tikin í nýtslu til várs.Skipanin verður
liðugt innførd 2003.
Á Gjaldstovuni starvast í dag umleið 30 fólk.Stovnurin er skipaður í 4 deildir,
sum eru roknskapardeild, lønardeild, fíggjardeild og EDV-deild. Deildarleið-
arnir saman við stjóranum eru leiðsla stovnsins.
Biologassistentur
til Føroya
Náttúrugripasavn
Føroya Náttúrugripasavn er stovnur undir Undir-
vísingar- og mentamálastýrinum og fevnir um
Plantusavnið og Djórasavnið.
Føroya Náttúrugripasavn hevur til endamáls at
granska, savna, varðveita, handfara og framsýna
landsins náttúrufrøðiligu virði. Herundir arbeiðir
Djóradeildin eisini við havsúgdjórum, ið er máls-
økið hjá Fiskimálastýrinum.
Við tí endamáli at menna granskingina av hav-
súgdjórum verður við hesum søkt eftir biologass-
istenti á Djóradeildina á Føroya Náttúrugripa-
savni.
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá bioligassistentinum er at
verða hjálparmaður í sambandi við verkætlanir
um havsúgdjór og herundir at savna tilfar til
djóradeildina á savninum.
Viðkomandi skal eisini kunna taka lut í øðrum
arbeiði á djóradeildini á Náttúrugripasavninum.
Førleikakrøv
Kravt verður,at umsøkjarin:
• hevur kunnleika og royndir viðv.
havsúgdjórum
• hevur royndir til sjós
• dugir at tosa enskt
• hevur vanligt koyrikort
Treytir
Setanartreytir og løn verða sambart sáttmála
millum
Fíggjarmálastýrið,
og
avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálastýrið, og
arbeiðsplássi verður Føroya Náttúrugripasavn.
Setanin fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar
undir tí,umframt hini aðalstýrini.
Umsókn
Umsóknir, við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum, mugu vera Føroya Náttúrugripasavni
í hendi í seinasta lagi 1.februar 2001.
Umsóknir skulu sendast til:
Føroya Náttúrugripasavn, Debesartrøð, V.U.
Hammersheimsgøta 13,100 Tórshavn
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at
ringja til Náttúrugripasavnið á tlf.318588 og tosa
við Dorete Bloch, stjóra.
FØROYA NÁTTÚRUGRIPASAVN,
Djóradeildin
Fútalág 40
100 Tórshavn
Tlf.318588
Fax 318589
E-mail:doreteb@ngs.fo
Frá Leirvíkar
Arbeiðsmanna-
felag
Ársaðalfundur Leirvíkar Arbeiðsmannafelag verð-
ur 21.februar 2001.
Tíð og stað verður kunngjørt seinni.
Dagsskrá sambært lógum felagsins.
Uppskot
til
ársaðalfundin
skal
vera
nevndarformanninum í hendi í seinasta lagi 14.
februar 2001.
Leiðari
til MRCC-Tórshavn
Í samband við at Fiskimálastýrið nú fer at seta á stovn
eina føroyska havbjargingarmiðstøð,MRCC-Tórshavn
(Maritime Rescue Co-ordination Centre), verður her-
við lýst eftir samskipandi leiðara.
Starvið inniber m.a.hesar uppgávur:
• Dagligt sum fultrúi hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni (V&B) við ábyrgd fyri MRCC-
Tórshavn
• Samskipandi leiðari á MRCC-Tórshavn,tá SAR
(leiting og bjarging) støður koma fyri
• Hevur ábyrgd av SAR átakinum,leggur tilrættis og
tekur endaligar avgerðir
• Samskipar átakið við tí útgerð og fólki,mett verður
neyðugt.
• Samstarv við stovnar/feløg í Føroyum og
uttanlanda
• Ferðing til samstarvsfundir
Førleikakrøv:
• Hægstu nautisku ella aðra viðkomandi útbúgving
• Dugir væl at samskifta á føroyskum,
norðurlendskum og enskum
• Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
• Hollan kunnleika til teldur
Vaktar- og Bjargingartænastan bjóðar:
eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt starv, við at upp-
byggja og reka eina føroyska bjargingarmiðstøð eftir
fyriskipanum hjá altjóðafelagsskapinum IMO.
Ískoytis útbúgving.
Persónligar eginleikar:
duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar
partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum.
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 34.lønarflokki
sambært avtalu millum Tænastumannafelag Lands-
ins og Fíggjarmálastýrið. Setanarøkið fevnir um Fiski-
málastýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðal-
stýrini og Løgmansskrivstovuna.
Meira fæst at vita:
um starvið við at venda sær til Djóna Weihe, tlf. 31 10
65 ella 31 39 80,teldupost dw@vb.fo
Umsóknir:
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir
skulu verða Vaktar- og Bjargingartænastuni post-
rúm 347, 110 Tórshavn, í hendi áðrenn 01. februar
2001.
Størvini vera at seta 15 februar ella eftir nærri avtalu.
Løn sambært avtalu við avvarandi yrkisfelag.
Størvini eru treytað av mynduleikagóðkenning og at
skipanin verður sett í verk.
Fiskimálastýrið
Yvirlýsing
Formaðurin
í
Havnar
Arbeiðs-
mannafelag ber fram ósonn tíðindi
Útvarpið bar um vikuskiftið tíðindi um, at Karl
Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
ber tey tíðindi,at hann ongantíð hevur sagt,at lim-
irnir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag skuldu gerast lim-
ir í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Eisini verður Karl Johansen í útvarpinum endurgiv-
in fyri at siga,at hann á fundi við undirritaðu feløg,
hevur mælt til at samráðingar verða um viðurskift-
ini, nú Kollafjarðar Kommuna er løgd saman við
Tórshavnar Kommunu.
Undirritaðu feløg skulu við hesum gera vart við, at
hesi tíðindi frá Karl Johansen er beinleiðis í stríð við
veruleikan.
Á fundinum sum hildin var, boðaði Karl Johansen
frá, at eingin annar møguleiki var enn at limirnir í
Kollafjarðar Arbeiðarafelag gerast limir í Havnar
Arebiðsmannafelag.
Hóast bæði undirritaðu feløg og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag mæltu til at samráðingar vóru tiknar
upp fyri at fáa greiðu á viðurskiftum, so vísti Karl
Johansen avgjørdur aftur yvirhøvur at samráðast
um hendan spurning.
Tað er átaluvert, at fakfelagsformaður ikki bert
fremur ágang móti øðrum fakfeløgum, men síðani
stingur halan millum beinini, og enn meira
átaluvert er tað, at sami formaður ber beinleiðis
ósann tíðindir í føroyskum fjølmiðlum.
Tórshavn,tann 18.1.2001.
Ingeborg Vinther
Hans Madsen
Føroya Arbeiðarafelag
Kollafj.Arbeiðarafelag
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192