Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 224 - 20. november 2006 tíðindi Kunna í Vágum og Sandoy Stjórnarskipanarnevndin heldur fram við sínum kunnandi fundum, og hesa vikuna fara umboð fyri nevndina at kunna vágafólk og sandoyingar um arbeiðið við einari stjórnarskipan. Týskvøldið klokkan 19.30 verður fundur í auluni í skúlanum á Giljanesi, og mikukvøldið kl. 19.30 verður kunnandi fundur í Samljóð í Skopun. Eftir at umboð fyri nevndina hava greitt frá arbeiðinum, sleppa fólk at seta teimum spurningar. Sambýli í Sørvági Bygdaráðið í Sørvági hevur tað seinasta árið arbeitt við einari ætlan um at byggja eitt eldrasambýli í bygdini. Eitt uppskot er at byggja sambýlið ovarlaga í Útnyrðingsbønum, og eitt annað er at byggja niðri í gomlu bygdini. Hetta seinna er ein ætlan, sum arkitekturin Árni Winther hevur staðið fyri, og á heimasíðuni hjá kommununi stendur, at bygdaráðið hellir til hetta uppskotið. Landsstýrið hevur játtað at bera raksturin av sambýlinum. Seinastu fimm árini er bert skrásett eitt einstakt óhapp á vegnum millum Haldórsvík og Tjørnuvík Ferðsla Orð og mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tjørnuvík: - Sannlíkindini fyri ferðsluóhappum á Tjørnuvíkarvegnum eru sera lítil, verður upplýst frá Landsverki. Á stovninum hava tey eisini fylgt gongdini í ferðingarmynstrinum hjá tjørnuvíkingum og teimum sum annars ferðast eftir hes- um vegastrekki. Uppteljingar teirra vísa, at ferðslan í dag er umleið 250 bilar um samdøgrið. Og seinastu fimm árini hevur so bert verið eitt óhapp. Til samanberingar kann nevnast, at millum Havnina og Kollfjarðartunnilin vóru bara í 2005 heili 34 óhapp. - Ferðslan er sostatt sera lítil, og sannlíkindini fyri óhappum eisini lág sambært hagtølunum, upplýsir stovn- urin. Seta hegn upp Sosialurin hevur seinastu dagarnar víst á umstøðurnar hjá íbúgvunum í Tjørnuvík sum skulu av bygdini, annað- hvørt tað er til arbeiðis, skúla ella annað. Víst hevur somuleiðis verið á tørvin fyri bøttum ferðslusambandi og helst tunli. Sum skilst fer okkurt munagott at henda í hesum máli í 2008. Hagtølini frá Landsverki vísa, hvussu nógvir bilar koyra eftir vegastrekkinum og hvussu nógv óhapp sam- stundis eru skrásett her. Hóast fáu bilarnir og hetta einstaka óhappið, so verður kortini ásannað og staðfest, at á hesum vegastrekkinum kemur fitt av gróti niður á vegin, sum er til ampa fyri tey koyrandi. - Hetta er ikki bert galdandi á Tjørnuvíkarvegnum, men er eisini galdandi fyri onnur støð, har ein skal koyra gjøgnum líðir, verður sagt. Á Tjørnuvíkarvegnum er serliga ringt á einum 900 metrar langum vegastrekki gjøgnum Líðina. Fyri at bøta um trupul- leikarnar við grótinum er ætlanin at seta upp eitt trygdarhegn komandi ár. Hetta verður gjørt sum ein roynd á júst hesum strekkinum, har mesta grótið kemur á vegin. Slík hegn eru roynd í Noregi við góðum úrsliti. Bert eitt óhapp á Tjørnuvíkarvegnum Yvirfriðingarnevndin vrakaði ætlaðu linjuføringina við tunlinum til Dals. Neyðugt er tí at gera eina aðra linjuføring. samFerðsla Snorri Brend Dalur: Verandi vegur mill- um Húsavík og Dal er bæði smalur og ótíðarhóskandi. Umframt hetta kemur ofta grót niður á vegin. Og tí hava fólk í Sandoynni leingi havt ynski um at fáa gjørdan ein tunnil til bygdina. Higartil eru gjørdar jarð- frøðiligar kanningar, eins og kjarnuboringar eru gjørdar. Út frá hesum varð somuleiðis gjørt eitt pro- sjektuppskot, sum altso Yvirfriðingarnevndin vrakaði orsakað av náttúru- verndar ávum. - Arbeitt verður tí í løtuni við at finna eina aðra hóskandi linjuføring, verður sagt frá Lands- verki. Sambært fyrra upp- skotinum skuldi tunnilin verða góðar 2 kilometrar langur, og kom helst at kosta einar 100 mió. kr. Ætlanin er nú at veg- arbeiðini skulu bjóðast út í summar. Í ár eru játtaðar 7 mió. kr. til kanningararbeiðið. Náttúruverndin vann á tunlinum Linjuføringarnar til ætlaða Dalstunnilin, soleiðis at fólk kunnu koyra óttaleys úr Dali til Húsavíkar og víðari Mynd: landsverk.fo Ofta leikar har á hjá teimum fer›andi á Tjørnuvíkarvegnum. Men tíbetur er bara eitt einstakt óhapp skrásett á hesum vegastrekkinum seinastu fimm árini