mánadagur 20. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2006
9
tíðindi
Vikuskiftið hevur
ikki verið av teimum
strævnastu, men
løgreglan hevur ikki
sitið hendur í favn,
og hava teir tykist
við eitt sindur av
hvørjum
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Frágreiðingin um vikuskiftið
hjá løgregluni fyllir 16 síður.
Ikki hava verið stórmál á
skránni, men eitt sindur av
hvørjum hava teir havt at
gjørt.
Kavin og kuldin hevði við
sær, at fleiri bilar fóru útav
í hálkuni. Ongin álvarsskaði
stóðst av nøkrum av hesum,
men í eina førinum var
løgreglan noydd at fara
víðari við málinum, tí at ein
maður helst hevði fingið
dekan ov nógv niður um av tí
sterka slagnum, so har varð
blóðroynd tikin og so koyrir
málið víðari.
Í Trongisvági fór eisini ein
bilur útav í hálkuni. Bilurin
var fullur av ungdómun,
men hóast tað sá ógvusligt
út og lætt kundi endað sera
álvarsamt, so spældi alt væl
av og talan var bara um
materiellan skaða.
Tríggir knústir rútar
Sjáldan fer eitt vikuskifti
framvið uttan herverk, og í
so máta var farna vikuskiftið
onki undantak. Tríggjar
fráboðanir fekk løgreglan í
Havn um herverk, og í øllum
trimum førunum var talan um
knústar rútar hjá handlum í
býnum. Telebúðin, Thomas
Dam Ítrottur og Mótaskálin
høvdu staðið fyri skotum,
og úrslitið síggja tit á hesi
síðu.
Vildi hjálpa løgregluni
Í samband við knústa
rútin í Telebúðini, so helt
ein unglingi, at hann átti
at geva løgregluni eina
hjálpandi hond við upp
kláringararbeiðinum. Hetta
helt løgreglan ikki var so
snilt, og bað mannin um
at sleppa sær avstað. Tað
vildi hann ikki, og so var
løgreglan noydd at handtaka
mannin. Hann verður nú
skuldsettur fyri brot á
politiviðtøkurnar.
Av øðrum tingum úr rap
portini hjá løgregluni stendur,
at uppi í Nonnuskúlanum
hugnaðu nakrir ungdómar
sær við at knúsa fløskur og
larma øgiligt. Tá løgreglan
kom á staði, tóku hesir
beinini á nakkan og so hendi
ikki meiri enn tað sama.
Løgreglan var eisini úti,
og biði fólk um at dempa
tónleikin, tí grannarnir ikki
fingu svøvnfrið. Og sum
tað síðsta hevur løgreglan
eisini koyrt full fólk heim úr
býnum.
Tað er í høvuðsheitum tað,
sum løgreglan hevur tykist
við um vikuskiftið.
Løgreglan ikki sitið hendur í favn
Hóast tað sá ógvusligt út og lætt kundi endað sera álvarsamt, so spældi alt væl av og talan var bara um materiellan skaða, tá hesin
bilurin fór útav í Trongisvági leygardagin
Mynd: Áki Bertholdsen
Brell fluttur
Handilin Brell, sum higartil hevur verið í Bringsnagøtu
Havn, er nú fluttur í Dr. Jacobsensgøtu, har hann heldur
til í gomlu hølunum hjá Bixini, sum eru beint yvir av
Keypssamtøkuni. Eigararnir siga, at nýggja staðið er væl
egnað til handilin. Samstundis hevur Brell lagt á annan
bógv og hevur nú spesialiserað seg í kaffi, te og konfekt og
tí, sum hoyrir til. Harumframt hevur handil stempulkannur,
mokkakannur, teegg og annað.
Hetta er úrslitið av, at onkur um vikuskiftið hevur stytt sær stundir við at bróta rútar í miðbýnum í Havn
Myndir: Rólant Waag Dam
Limafundur
Felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum heldur limafund í
Havn sunnudagin 26. november. Fundurin verður í MBF
húsinum við Íslandsvegin og byrjar klokkan 15. Har fer
Bjarki Ellefsen, oyrnalækni, at tosa um deyvascreening av
nýføddum børnum, og tá hann er liðugur, verður hugnaløta
við sangi og øðrum á skránni. Samstundis fáa áhugað
høvi at tekna seg sum limir í Felagnum fyri Hoyribrekað
í Føroyum.