mánadagur 20. november 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2006
11
Uppgávur hjá aktingar
manninum
Djóraverndarfelagið
Sóley Haraldsen
Vit vilja við hesum skrivi upplýsa øllumum hvussu
arbeiðsøki hjá aktingarmanninum í Tórshavnar Komm
unu er :
1. Blívur hundur upptikin av aktingarmanninum er
arbeiðsgongdin hendan :
Um hundurin hevur hundatekin við navnið og tlf ella
chips, blívur eigarin uppringdur um at koma og avheintað
hundin á politistøðini. Fyri at fáa hundin útflýggjaðan
skal eigarin gjalda 300 kr.
Útflýggjan av hundum fer fram á politistøðini kl 9 00
og kl 16 00 seinnapart gerandisdagar.
Um hundurin ikki verður heintaður til avtalaða tíð,
kann aktingarmaðurin geva nýggja tíð, fyri meirikostnað
fyri eigaran.
Hevur hundurin ikki spjaldur ella chips verður
hundurin havdur í varðveitslu í 3 dagar. Vistarhaldið
fyri samdøgrið er 125 kr. Eisini verður lýst um hundin,
har upplýsningar um slag stødd og farvu eru. Talvan har
lýst verður á hongur á býráðshúsinum í gongugøtuni,
og verður nevnd svarta talva.
Er hundur burturblivin skal eigarin ringja til politi
støðini, teir liggja inni við øllum upplýsingum um
hundurin er upptikin.
2. Fyri kettur, gæs, høsn og onnur smádýr, er sama
mannagongd, men tó verður dýrið haft í varveitslu í 8
døgn. Upptøkugjald er 125 kr. vistarhald er 35 krfyri
samdøgrið.
Sera sera umráðandi er, at fáa kettur chips merktar,
tá erfaring vísur at hálsbond oftani detta av, og tískil
hevur aktingarmaðurin ongan møguleika fyri at síggja
hvør eigur kettuna.
3. Seyður, verður eisini lýst í 8 dagar. Upptøkugjald
er 125 kr. Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, tey
fyrstu 6 samdøgrini er 60 kr og síðan 35 kr. Seyður
verður útflýggjaður á varveitslustaðnum.
4. Ross og onnur stórdýr, útflýggingargjald 600 kr.
Fóður fyri hvørt nýkomið samdøgur dýrið er í varveitslu
(uttandura) 125 kr.
Aktingarmaðurin og politiði taka støðu til um yvamál
eru t.d. viðvíkjandi tali av djórum og varðveitslutíð.
Kommunusamanleggingin
verður soleiðis borin fram,
at fólk standa eftir við eini
óprógvaðari sannføring um
at kommunusamanlegging
er gull og grønar líðir har
sokallaði
“kraftsentur”
spíra og spríkja upp mest
sum av sær sjálvum, íbúgv
andi megin í lokal og heim
staðarkennsluni er ikki brúk
fyri longur.
Tað
merkisverda
við
hesum miðvísa samanlegg
ingararbeiði er at eingin
ítøkiligur positivur og nega
tivur listi hevur verið at
sæð, meðan orð hava ikki
trotið í luftini um allar teir
ókendu møguleikarnar ið
fólkið kann vænta sær, sam
an við ikki heilt sørt av
ókendum vanlukkum um
ikki treytaleyst verður tikið
við lovaðu leysu lyftunum.
Tað einasta fasta í hesum
málið er ein leys giting
um hvat skal leggjast út
til kommununar komm
ununar vita ikki og løg
tingsmenninir vita heldur
ikki.
Um eg ditti mær at gita
um t.d. skúlamál fella
100% til kommununar,
so verður ikki bert talan
um eitt lønarkontór, men
um starvsnormeringar við
tilhoyrandi lønarútreiðslum
– tá kemur heilt vist at
standa á teimum barnafá
tøku skúlunum og komm
unustýrislimunum í teimum
“víðu”
kommununum,
eingin ivi um tað – kanska
eisini á teimum bygdunum
ið eru nær uppat hvørjari
aðrari, sum t.d. Sanda
vágur/Miðvágur, Leirvík/
Gøtudalur og Toftir/Runa
vík.
Eldraøkið líkist nakað
skúlaøkinum, við kommu
nalari luttøku við bygning
unum. Um tað verður lagt
út í fullum líki, so slepst
neyvan undan at javna
okkurt eftir muninum mill
um gamalt og ungt fólk,
serliga sunnanfjørðs. Hetta
sigur so mikið, at innlendis
málaráðharrin eigur at byrja
við tí sunnara endanum á
kommunumálunum. Tann
norðari endin er ikki so
ringur at greiða, um ikki
annað so greiðir hann seg
í sjónum.
Tað sum kundi verði
gjørt, er at lati Tórshavnar
kommunu tikið størri part
ar á seg sum tað fyrstu
royndina. Sandoyggin hevði
verið eitt gott og veruligt
royndarøki í verandi líki.
So hvørt sum Norðan
fjørðs verður bundið upp
aftur tættari saman, so
dragnar Sunnanfjørðs sam
svarandi longur burtur. Hetta
elur í okkum norðanfjørðs
eina spakuliga ótilvitaða
skuldarkennslu, sum kann
skapa grundarlag fyri eini
neyðugari tilgongd um
serlógir fyri Surðuroynna.
Hesa tilgongd síggja vit
longu nú í tí politisku
havsbrúnni.
Kommunumálaráðharrin
eigur at leggja sína orku í
okkurt slag av kommunu
pakka fyri Suðuroynna
við serlógum samtyktum
av løgtinginum, møguligt
sum eina kommunu, um
tað er best fyri Suðuroynna.
Kommunal inntøkujavning
í oynni kundi verið í pakk
anum, um talan verður um
fleiri enn eina kommunu.
Kommunusamanleggingin –
miðvíst arbeiði í leysari luft
Eiði
Jógvan
í Løðuni
Sitandi formaður í F.F. er
í øðini, tí sjómenn hava
kosið sær eitt valevni, ið
fer at koppa honum. Og so
kallar hann seg demokrat í
Útvarpinum.
Fyri fyrstu ferð í 18 ár
rillar stólurin.
Í blaðgrein 17.11. sigur
hann meg vera desperatan
eftir at blíva formann í F.F.
Lat meg sláa rimmarfast,
at eg ongar persónligar
ambitiónir havi um henda
postin. Eg eri í einum góð
um starvi og havi ongantíð
trivist betur. Men hesi árini,
eg havi siglt, havi eg sæð,
hvussu nógv liggur á láni
hjá Óla. Í 4 ár havi eg
loddað stemningin fyri for
manninum millum skips
felagar, og hann er akkurát
0.
Alla hesa tíðina eri eg
biðin um at stilla upp, men
havi sagt nei. Í telefonini
og á fundum havi eg roynt
at purra mannin út. Uttan
úrslit. Tá so menn byrja at
ringja av skipum nú í heyst
og kæra sína neyð, játti
eg. Mótsett Óla so kenni
eg umstøðurnar hjá sjó
monnum á egnum kroppi,
eg havi tilfar at vera í blað
kjaki í hálvantriðja mánað
út í eitt, og eg havi orku
til tað.
Eg havi onki at missa,
men fær sitandi formaður
3 ár aftrat, sum hann ætlar,
so verður sjómaðurin tann
stóri taparin, og tað hevur
hann ikki uppiborið. Bara
tí stilli eg upp.
Eg skal venda aftur til
kryvjimaskinurnar, tí sjálv
andi lýgur undirritaði ikki.
Hóast Óli er í øðini, helt
eg, at eg skuldi vitja hann
ein dagin. Tað gekk ikki,
sum eg ætlaði. Tað er eisini
ein spennandi søga, sum
kemur seinni. Tí verður
hetta framhald.
Dan R.
PeteRsen
Desperatión
Spurningurin um ein framt
íðar flogvøll í Føroyum
er nú blivin aktuellur aft
ur, millum annað av tí
útbygging av Vága lufthavn
sum nú verður framd og av
flogvanlukkuni á Stord.
Trygdin
Tað er at fegnast um, at
flogskipararnir blanda seg
uppí, og siga sína meining
um flogvallaviðurskiftini í
Føroyum, og eg eri vísur
í, at allir føroyingar eins
og flogskipararnir, fyrst og
fremst hugsa um trygdina í
flogferðsluni, so líkamikið
hvar ein komandi flogvøllur
verður bygdur, so er fyrsta
kravið, at trygdin innan øll
økir í flogferðsluni er í lagi.
Vága Floghavn
Vit hava flogvøllin í Vág
unum, sum ætlanir hava
verið frammi um í nógv ár
at forleingja og nútíðargera,
tó at einki er komið burtur
úr. Nú sær út til, at vit
endiliga fara í holt við at
forleingja sjálvan vøllin
og nútíðargera onnur viður
skifti, sum hava við flog
vøllin at gera, og tað haldi
eg er uppá hægstu tíð.
Komandi flogvøllur
Men hvar er so besta pláss
ið at leggja ein annan flog
vøll í Føroyum? Er tað í
Søltuvík, á Skorðhaddini,
ella á Glyvursnesi?
Sjálvandi
skulu
allir
møguleikar kannast, og
sjálvandi skal flogvøllurin
gerast har trygdin er best,
og atkomumøguleikarnir
góðir, bæði hjá ferðafólki
og farmi. Eisini mugu atlit
takast til, at flogvøllurin
ikki verður bygdur á einum
staðið, sum viðførur at
mjørki hylir hann og verandi
flogvølli samstundis.
Skulu flogvallirnir tí
eisini vera eitt alternativ til
hvønn annan í samband við
trupulleikar við komu og
fráferðir tá mjørki er, so er
Skorðhæddin og Vágarnar
allarhelst besta loysnin.
Myndugleikarnir
Tað er tí ein sjálvfylgja,
at allir møguleikar skulu
kannast, hvar ein komandi
flogvølli í Føroyum skal
gerast, og tí undrar tað
meg, at Bjarni Djurholm
landsstýrismaður,
sáldar
Skorðhæddina frá longu nú
og sigur, at ein framtíðar
flogvøllur ikki blívur bygdur
á Skorðhæddini, við at boða
frá, at kanningarnar hvar
ein framtíðar flogvøllur í
Føroyum skal gerast, koma
ikki at umfata øki á Skorð
hæddini.
Hetta er einki minni enn
ein skandala, og farið eg tí
at heita á Bjarna Djurholm,
um at hava Skorðhæddina
við í kanningunum, vísandi
til, at Skorðhæddin av ser
frøðingum hevur verði søgd
at vera tað besta ella næst
besta plássi til ein framtíðar
flogvøllur í Føroyum.
Flogkunnleikin
Eg meti eisini, at flogskip
ararnir, saman við allari
aðrari serfrøði innan flog
ferðslu, eiga at vera við til
at siga, hvar ein komandi
floghavn í Føroyum, trygdar
messiga og funktionelt
liggur best.
Framtíðar floghavn
Útvarp Føroya segði á mid
degi hósdagin, at ein lendis
kanning, sum eitt norskt
felag hevur gjørt, hevur
staðfest, at Skorðhæddin
ikki er egnað sum øki til
ein alternativan flogvøll.
Tí eru veðurstøðir settar
upp á Glyvursnesi og í
Søltuvík, sum skulu gera
veðurmátingar á økjunum
næstu árini. Sostatt er Skorð
hæddin avskrivað uppá
blankt papír, og áðrenn
politiski myndugleikin er
sloppin til orðana um hvar
kaningarnar um framtíðr
flogvøll skulu gerast.
Fyri mær sær tað út
sum, at avgerðin um fram
tíðar floghavn er tikin
úr hondunum á politiska
myndugleikanum, og ístað
in verður tað eitt norskt
felag, sum skal avgera tann
spurningin.
Allir møguleikar kannast
Sjálvandi skulu øll økir
har ein framtíðr flogvøllur
í Føroyum kann gerast
kannast, og tí er tað ófor
svarligt at avskriva Skorð
hæddina, sum av serfrøð
ingum hevur veri mett sum
eitt tað besta økið at byggja
flogvøllin á.
Tá so kanningarnar eru
lidnar, vilja úrslitini vísa,
hvar tryggasta plássið er at
gera eina framtíðar floghavn
til ferðafólk, postflutning,
vøruflutning og loftvegis
útflutning av fiskafram
leiðslu, sum vil vera tann
fíggjarligi grundstuðulin
undir floghavnini.
So Bjarni Djurholm, lat
Skorðhæddina vera ein
natúrligan part av kanning
unum um hvar besta og
tryggasta plássið er til fram
tíðar floghavn í Føroyum.
Framtíðar flogvøllur á Skorðhæddini
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
aLfReD
OLsen
viðmerkingar