mánadagur 20. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 224 - 20. november 2006
Góði Sjúrður. Jesus segði
ongantíð nakað um sam
kynd! So legg tú ikki tíni
orð í hansara munn!
Tú sigur eisini, eftir at
hava siterað úr PAULUSAR
brævið til Korinthmanna, at
tað er Guds orð. Eg veit, at
hetta er als ikki óvanligt;
men um so er, má øll Bíblian
vera Guds orð ikki so? Í so
fall er tað heldur ikki rætt,
tá tú sigur »Og Guð broytir
ikki meining!« Tí tað eru
jú ein rúgva av ósamsvari
í Bíbliuni millum Gamla
Testamenti og Nýggja. Á
ein hátt kann sigast, at tað
er júst tí, tey verða kallaði
Gamla og Nýggja.
Eitt dømi er í 1. Mósebók,
17. kap., at tað varð álagt,
ófrávíkiliga, at menn skulu
umskerast, og at tað skal
galda altíð sum tekin um
sáttmálan
millum
Gud
og Ábraham og hansara
avkom. Í versi 14 stendur
enntá:
»Men hin óumskorni,
hann, sum ikki er umskorin
á holdi yvirhúðar sínar,
hann skal verða oyddur úr
tjóð síni; hann hevur slitið
sáttmála mín.«
Ja so sigur Gud í Gamla
Testamenti (GT). Nakað
heilt annað síggja vit í
Nýggja (NT). Serliga hjá
Paulusi (sí serliga Galatara
brævið).
Vit kunnu eisini peika á
eina rúgvu av øðrum døm
um. Eisini innan NT er
ósamsvar. Tak t. d. munin
á Paulusi og Jákupi viðv.
trúgv aleina ella trúgv &
gerðir (Gal og Ják, 2, 14
26); og innan Paulusar
brøv eru eisini nøkur ikki
serliga samljóðandi dømir:
hann sigur fleiri ferðir, at
sølibat er tað besta, men í
1. Timotheus vil hann helst
hava, at fólk gifta seg.
Tað sær út til, at Gud gott
kann broyta meining. Ella
kanska skulu vit júst royna
at leita eftir Guds orði í
Bíbliuni, sum jú er skrivað
av monnum.
Er títt uppskot tað, at NT
er Guds orð? Tú sigur jú
einaferð, at ongin skal koma
og siga, at hetta (tín sitering
av Paulus) stendur í GT, tí
tað stendur í NT. Hetta er jú
ein greið ábending um, at
tú leggur størri dent á NT.
Men so kann øll Bíblian
ikki vera Guds orð Ha? Tí:
mugu vit ikki lurta eftir
øllum tí, sum Gud hevur
at siga?
Altso:
Tað er óheppi at kalla alt,
sum stendur í Bíbliuni, fyri
Guds orð.
Paulus er ikki Gud.
Jesus segði einki um sam
kynd (tað vit vita um).
Sjúrður Højgaard og »Guds« orð
lesandi
Gunnar
Isfeld
Farna mikudag prátaði eg
við tveir danir, fotograf og
journalist frá sjónvarpinum
hjá DR. Hesir gera sending
um m. a. viðurskifti, ið gera
Føroyar til eina sermerkta
tjóð í norðurlendskum høpi.
Teir høvdu verið í Føroyum
í 8 dagar, tosað við nógv
fólk, tó øll úr meginøkinum.
Spurdir høvdu teir onga
frágreiðing um, hví hugsanir
norðoyinga, suðuroyinga
og sandoyinga ikki høvdu
áhuga teirra.
Av mongum áhugaverdum
høvdu teir fest seg við, at
mong mettu Føroyar at vera
tað nærmasta, tú kemur
paradís á jørð. Hinvegin
høvdu teir, her í Føroyum,
lært, at Guðsmaðurin Lot
var ein brotsmaður, tí hann:
»havde drevet blodskam
med sine døtre«. Eg sá tað
tí sum ein forrætt at kunna
siga teimum alla søguna
um »tann rættvísa Lot«,
sum dag um dag píndist
av skammleysa atburði
hina gudleysu. Um hvussu
hann livdi so við Gudi, at
hann og døturnar báðar
vórðu einsamallar eftir, tá
ovurhonds synd hevði volt
deyða allra teirra, tey livdu
ímillum. Og eisini hoyrdu
teir frásøgnina um, hvussu
fyrst onnur og síðani
hin dótturin, fyri »at fáa
avkom«, gjørdu seg inn á
Faðir sín, góvu Honum at
drekka og lógu hjá honum.
Um tað lesa vit m. a., at
hann ( Lot ): »sansaði
hvørki, táið hon legði seg,
ella táið hon fór uppaftur«.
Sjáldsamt at danir, enntá
úr Bíbliuni, fáa skeivt endur
givið frá føroyingum!
Annars er søgan um Lot,
umframt ein áminning um,
hvussu álvarsliga Gud sær
upp á synd, ein fantastisk
frásøgn um kærleika og
trúfesti Guds til tann, ið
velur at liva lív sítt í áliti
á lyfti Hansara. Hevur tú
ikki lisið hesa frásøgn, fari
eg at viðmæla tær at gera
tað hon er skjótt lisin.
Tú finnur hana í 1. bók
Mósesar, seinnu helvt av
kap. 18 og allan kap.19.
Viðmerkingar Pæturs, í
2. Pætursbrævi kap. 2 frá
ørindi 6, eru eisini verdar
at lesa.
Fotografurin, journalisturin og hin rættvísi Lot
JenIs
av rana
Inspirering, involvering
og informering =
motivering
Bergun Kass
(bergun@post.olivant.fo)
Tankar – aftan á eina sera góða ráðstevnu í Norður
landahúsinum 9. november 2006 undir heitinum »krea
tivitet, innovation og upplivingarbúskap«.
Hvussu fáa vit fjølbroytni inn í arbeiðslívið?
Vit her nú kunnu byrja
Ja, bara við at spyrja
Hví møttu so fáir stjórar
og nevndarhetjur stórar?
Tó, ein fjølbroytt mannamúgva
(Sær) á breiðum hugaveingjum smúgva
Vælkomin! – við evnum øllum
og kreativum bjøllum
Tá framburð tú skalt inna
hjá fólki eins og vinnu
Tú byrja má í toppi
og seta nevnd og stjórn við luppi
Tað gamla vanabundna
Í Føroyum vit enn blunda
Fyri margfaldni í leiðslu
vit fáa helst ábreiðslu
Tann fakligheit sum dygd
Á nógv í dag er bygt
Vit leita eftir virðum
Í vøggugávu‘byrðu’
Nú tosa øll um HR
Man tað bara vera PR?
Um ikki hugburð rætta
Tú lítið gott vil frætta
Tann headhuntarin stóri
Dan Meiland, sigur um stjóra
“Har einki við at gera
EQ’ið stórt skal vera”. *
* EQ (Emotional Intelligence)
Um ikki evni ríku
at síggja stórt í ólíku
Hasard við sálir spælir
og mannalagnur kæru
Tað poppar upp sum froskar
orð og virðir tómir flosklar
Tá fjalir seg essensur
HR – tí ‘blørukonsistensur’
Tað er tí mín áheitan
eftir rætta fólki leita
Annað er bara bluff
Sum at pissa í buksurnar –huff huff
Tað gevur løtuvinning
tá eingin samanspinning
av lívsvísdómi og ‘gestum’
við kreativum kreftum
Løtur gamlar leiti upp
minnist Rip og Rap og Rup
Í Disney verð at kyrja
teir tíðum Gearløs spyrja
Mín vón um framtíð fróa
og starvs og lívsdygd góða
“Lat arbeiðsfólkið tosa,
liva, skapa og so brosa”.
PS: Inspirering, involvering og informering =
motivering (motivatión) kensluligur ‘intelligence’
Gevið keisaranum tað, ið
keisarans er og Guði tað,
ið Guðs er, segði Jesus, tá
skriftlærdir royndu at fáa
hann í felluna.
Jenis av Rana og faktotum
hansara, Bill Justinusen,
skulu hava alt, so sum sjón
– ella helst hoyrn – gongur
fyri søgn, tykir tað mær.
Hetta skiltist av orðaskift
inum á løgtingi, ið varpað
varð út á teimum rásum,
vit hava til taks. Hvørt teir
meta seg saman við keisaran
ella tann almáttuga kunnu
áhoyrararnir sjálvir meta
um. Í hvussu so er tóktist
tað mær, at teir báðir
høvdu einki at ivast í –
sambært
orðaskiftinum:
Alt sum bendir frá kós
teirra, fór lúskt niður og
norður! – Óhugnaligt er
tað sera óhugnaligt. At
hesir inkvisitorar eins og
í svartastu miðøld tykjast
at fáa so stóra undirtøku
millum eitt fólk, ið metir
seg at vera mentað – fyri
ikki at siga hámentað – er
ilt at skilja.
Klappus kemur eftir tykk
um, fara tit oman í Urð,
uttan at onkur hevur eyguni
eftir tykkum, var ein vanlig
ávaring til okkara smábørn
í 193040 árunum í Kvívík,
tá vit leitaðu okkum oman
at sjóvarmálanum at fiska
murtar og hugna okkum. –
Klappus var ein ræðumynd.
Hesin sami klappus kemur
helst eftir øllum, ið víkja
frá hugburði teirra beggja
– Jenis og Bill. Alla náttina
eftir orðaskiftið á tingi,
segði onkur mær, hevði
hendan lindisrásin válkað
sær í síni eggjan at fáa allar
sínar proselytar at vísa fra
sær alt, ið víkur frá áskoðan
teirra. Óhugnaligt – sera
óhugnaligt!
Kjarnin í málinum er, at
tveir ella tríggir tinglimir
hava lagt fram eitt uppskot
um vernd teirra í minniluta.
Hvør ella hvørji eru hesi í
minniluta ? Í hesum føri
eru tað tey samkyndu..
Finnur Helmsdal, Anita
á Fríðriksmørk, Heidi Peter
sen og onnur tignarlig fólk
úr øðrum flokkum, hava
talað søk teirra í minniluta,
ið søkt verður at. Virðiliga
og sáttliga bóru tey fram
sjónarmið síni.
Eru vit veruliga flutt
aftur í miðøld? Ilt er at
samanbera; men talebanar
og víðgongdir fundamental
istar í miðeystri spreingja
seg sjálvar og onnur í
luftina til tess at koma í
Himmiríki.
Hástórir og sjálvrættvísir
fettu Jenis og Bill sær afturá
á tingsins røðarapalli. Teirra
var sjálvrættvísin eyðsýnd,
sum eisini Gerhard Logn
berg
skeyt
seg
undir.
HARRIN miskunni okkum.
Tað hava vit hvønn dag og
hvørt kvøld fyri neyðini at
biðja.
Lítið á leið tykist mær
at vit eru komin, tá eitt
mentað fólk, vit kalla okk
um, gevur tílíkum fólki
so stóra undirtøku. Einki
tykist at rína við tey, og
sjálvrættvísin lýsir av and
liti teirra. – Nógv av lýs
ingarorðunum havi eg sam
bært pressulógini í hesum
høpi ikki loyvi til at nýta.
Kortiliga liggja tey á
mær sum knívur á hørðum
horni.
Teir helma ikki í! Tað
seinasta ið hoyrdist í tíðind
unum í útvarpinum í vikuni
var uppskot teirra um at
herða rúsdrekkalóggávuna.
Nú skulu Ívar og aðrir læra
at haga sær. Teir skulu ikki
sleppa at smakka sær á fyrr
enn nakað væl er liðið á
dagin. Helst skulu teir verða
koyrlaflongdir alment á
Vaglinum, har Jenis og Bill
eru profossar(teir ið útinna
revsingina).
Kanska tráa teir eftir at
gerast halgimenni. Verður
lagt nóg ofta eftir teimum,
halda teir seg ivaleyst hava
vunnið spælið. –.
Á Heiðaskákinum
í november 06
Gevið keisaranum tað, ið keisarans
er og Guði tað, ið Guðs er
Ívar I
versen
viðmerkingar