mánadagur 20. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2006
13
Tørvandi trúvirði í før
oyska fjølmiðlaheiminum
og at gáttin er hækkað, so
føroysk fjølmiðlafólk ikki
fáa sersømdir á Danmarks
Journalisthøjskole,
er
veruleiki, støða má takast
til.
Ikki so sjáldan og kanska
serliga seinastu tíðina hava
nógvar atfinningarsamar
røddir verið frammi móti
føroyskum fjølmiðlum og
fjølmiðlafólkum.
Vit hava eisini sæð, tað
sum sjáldan hendir, og
sjáldan eigur at henda, at
fjølmiðla-fólk,
tíðinda-
leiðari og eg haldi, at ikki
færri enn eini trý í einum
syfti úr Kringvarpi Føroya
gjørdu eina roynd at fáa
sær rættvísi millum Føroya
fólk. Eisini ein blaððstjóri
við lograndi hala kendi
seg
noyddan
at
geva
Amnesti International eina
umbering, tí hann kanska
hevði verið ovurfegin í eini
oddagrein í blaðnum um,
at Saddam Hussain verður
tikin av døgum. Bert fyri
at taka okkurt hissini úr
rúgvuni.
Spurningurin er, um vit
eiga at seta so høg krøv til
okkara fjølmiðlafólk, sum
eru skapt út av 48túsund
borgarum. Her er ikki ser-
liga nógv at velja burtur úr.
Eisini nú vit uppliva, at
journalistháskúlin í Århus
krevur hækkaða gátt, og
vandi sostatt er fyri, at før-
oyingar ikki bara við ser-
sømdum fáa tvey sjálvsøgd
frípláss.
Fjølmiðlar ikki trúverdir
Fyri átta árum síðani kom
ein av “Fremads debat-
bøger”, skrivað av Peter
Bro, “Journalisten som
aktivist”.
Hann sigur m.a.: “Fjøl-
miðlarnir hava trupulleikar
í dag. Seinastu tíggju árini
er upplagið fallið javnt,
bløð hava latið aftur, og
fjølmiðlafólk verða nevnd
sum ein av landsins minst
trúverdu vinnubólkum”.
Soleiðis hevur ljóðað í
USA fyri 25 árum síðani,
sum í Danmark ljóðaði fyri
átta árum síðani og sum
føroyingar nú eru vaknaðir
við kaldan dreym.
Danir tóku hetta upp,
játtaðu pening til, at Odense
Undiversitet og RUC kundu
byrja fjølmiðlaútbúgving,
sum gjørt var í USA longu
í 1990.
Hóast eg nevndi, at
spurningur er, hvussu nógv
kann verða kravt av okk-
ara fjølmiðlafólkum, so
tykist fjøldin í føroyska
fjølmiðlaheiminum at reka
í somu ættir, hvørja ferð
okkurt er á vási. Ofta síggja
vit, at longu áðrenn málið
hevur tikið veruligt skap, at
so gott sum allir hava tikið
støðu – og somu støðu,
uttan at kenna málið.
Sprakla í villskapi
Hetta minnir meg ikki sørt
um, tá vit báðir beiggjarnir
vóru smádreingir onkuntíð
vóru á Galvinum saman við
pápa okkara og dyrgdu eftir
seiði í sterkum vestfalli.
Vit sótu og bíðaðu. Jú
so knappliga, kom seiðurin
upp, kastaðist, øll torvan
fór sama veg, spraklaði
eins, inntil hon hvarv aftur.
Løtu seinni, kom torvan
upp í øðrum staði, fór sama
veg, kastaðist eins í ávísum
villskapi, fyri síðani at
kava.
Flestu føroyingar vilja
helst geva mær rætt í, at
soleiðis tykist føroyski fjøl-
miðlaheimurin at hátta sær.
Insinueraður rasist
Tá eg varð settur Lands-
stýrimaður í m.a. útlend-
ingamálum, høvdu málini
framman-undan
verið
skilaleyst avgreidd. Fleiri
ítróttamál vóru ólógliga
avgreidd.
Fútin
mátti
veruliga í arbeiðsklæðini.
Onnur arbeiðsloyvi við
asiatum, sum livdu undir
øllum lágmarki og tí ólóg-
liga, vórðu meldað til løg-
regluna. Fútin hevði úr
at gera við at senda hesi
ólógligu av aftur landinum.
Hetta lívið skuldi halda
uppat, og eg má siga, at eg
ídag fegnist um, at bæði eg
og mítt ráð veruliga tóku
málið upp í álvara. Onkur
tyktist kanska fáa eina
ómilda viðferð, tað hendir
tíverri, men helt hetta lívið
fram, komu vit út í upp
aftur størri trupulleika, og
sum fútin segði: “ Fáa tit
ikki skil á hesum, sleppi eg
endanum”. Hetta var hóðast
alt danskt mál.
Orsøkin til at eg nevni
hetta aftur, er viðgerðin
fjølmiðlarnir
einstáttað
góðu málinum. Enntá var
oddagrein so mikið ólátað,
at hon meir enn insinueraði
meg at vera rasist.
Sjálvandi vóru fleiri av
fjølmiðlafólkunum inhabil,
og tí slettis ikki áttu at
havt sloppið at viðgjørt
hesi mál í okkara almennu
fjølmiðlum. Men vit eru
so fáment og mong eru so
nógva staðni, at tað ikki er
so lætt.
Fjølmiðlarnir ongan
áhuga
Ferð eftir ferð beyð Innlendis-
málaráðið
fjølmiðlunum
at koma til fyrilestrar,
fyri at fáa veruligt innlit
í útlendingamálið, sum er
danskt mál, og sum eisini
vórðu viðgjørd í vaksandi
arbeiðsloysi.
Tað var so gott sum heilt
uttan áhuga, tí stuttligari
var at koma við egnum
metingum og meiningum,
sjálvt um tær ikki vóru í
tráð við veruleikan. Hesir
meta seg jú vera fjórða
statsmaktin.
Sum seiðurin á Galvinum,
so komu torvurnar upp, øll
søgdu tað sama, spraklaðu í
villskapi fyri síðani at kava
og koma uppaftur í øðrum
plássi. Og øll so samfeld.
Føroysku fjølmiðlarnir
hava stórar trupulleikar,
í mongum førum ótrú-
verdir. Nú gáttin er hækk-
að á Danmarks Journal-
isthøjskole, so føroyingar
ikki
fáa
sersømdir
at
sleppa inn, verður spenn-
andi at fylgja við, um
broyting kemur í. Eingin
fjølmiðlaábyrgdara-lóg fer
at broyta trúvirðið, men
bert broyttur hugburður, og
her skal nógv broytast.
At enda haldi eg, at eg
fari at gera vart við, nú
fjølmiðlafólk dyrgja eftir
og strongja á, fyri at fáa
journalistútbúgving í Før-
oyum, fari eg at biðja
politikarar ikki lata seg taka
av fótum og leypa framav.
Vit hava meiri enn nóg
mikið av indavl í føroyska
fjølmiðlaheiminum. – Danir
fara eitt nú til Bretlands at
lesa.
Vit liva í eini tíð har
krøvini
til
samfelagið
eru
ovurhondsstór
ein
má undrast á, at ein fiski-
vinnutjóð við 48.000 tús-
und íbúgvum kann klára,
at uppi halda ein so høgan
livistandard, sum vit hava
her á Føroya landi. Í løtuni
er orðaskifti um skattalættar
og pansiónir í tingsalinum,
hettar er nakað sum við-
kemur okkum øllum á ein
ella annan hátt so ella so.
Eg eri frá 43 árganginum
vaks upp í eini tíð har
ansingarstovnar ikki vóru
uppfunnir. Hvør skúla-
drongur kundi arbeiða alt
tað hann hevði hug til, tað
var ein frøði at koma úr
skúlanum og tveita skúla-
taskuna av sær og fara inn
á Hulk at arbeiða sild, ella
oman á Sjóvarhøvda ella
út á Heygstøð at breiða
fisk út til turkingar, landa
skip sum komu at leggja
fiskin upp, alt hettar var
ein við til, sum smádrongur
í bygdasamfelaginum og
ikki at gloyma trolararnar
sum løgdu veiðuna upp á
Skála, jú tá vóru boð eftir
skúladreinginum.
Hettar er alt ein farin
tíð skúladreingirnir hava
ikki henda møguleika í
dagsins samfelag, krøvini
til ungdómin at nema sær
útbúgving er nógv størri í
dag og ein verður sitandi á
skúlabeinki langt upp í árini
og tað at verða fiskimaður
verður ikki mett nakað
serligt longur, men tað var
tað ein sá fram til í mínum
uppvøkstri, at sleppa at
mynstra umbor eitt skip so
broytast tíðir.
Samfelagið Føroyar rópar
eftir arbeiðsmegi, serliga
innan fiskaarbeiði er brúk
fyri nógv fleiri hendrum
og talan er um at innflyta
arbeiðsmegi. Eg ivist onga
løtu í, at tað ganga nógvir
menn og kvinnur runt um
í okkara landi, sum eru
komin til pansións aldurin,
men gott kundu hugsa sær
at arbeitt framvegis, men
vegna forðingar í pensións-
loftinum loysir hettar seg
bara til tú hevur nátt hettar
lofti so mást tú bara seta teg
hendur í favn tí tú verður
straffaður um tú fert forbí
hettar lofti.
Góðu
politikarar
her
er
nakað
hjá
tykkum
at taka fatt uppá og fáa
broytt sum skjótast, einki
eiður at forða manni ella
kvinnu í at arbeiða,uttan
ein skerdur arbeisførleikið.
Arbeisgleðin hjá tí einstaka
borgaranum má ikki skerj-
ast vegna skattaloft og
avgjøldum av øllum møgu-
ligum sløgum.
Vit kunna til dømis nevna
egningaskúrðarnar runt um
í
útiróðraumhvørvinum,
har pansinonistarnir gera
eitt stórt arbeiði við at
halda útiróðrinum í gongd,
haraftrat hevur tað ein stór-
an sosialan týdning at hava
egningarskúrar at fara til,
tað gevur daglidegnum
innihald og meining so er
tað eisini tann fordeilur, at
tú kemur og fert, sum tú
hevur evnir til. Men her
kemur aftur hettar ólukku
lofti sum tú rennur teg í
móti í skattaskipanini hettar
er púra meiningsleyst í
mínari verð, ístaðin skuldi
ein betalt skatt av tí ein
forvinnur og verði giraður
til at arbeitt eftir evnum, tað
vildi givið nógvar krónur
meir til samfelagið í skatti,
er tað ikki tað vit hava brúk
fyri ?
Hoyrdi mann einafer
siga, at hann hevði ongantíð
verði so illa við, sum tann
dagin hann fekk bræv frá
arbeisgevara um, at hann var
fallin fyri aldursgreinsuni
og av teirri grund mátti
gevast í einum arbeiði,
sum hann var ógvuliga
glaður fyri. Hesin merkiligi
varðin á lívsleiðini, sum
vit øll koma til um okkum
unnist lívið, ein hurð verð-
ur latin aftur vit hava nátt
aldursmarkið verður sagt
og hvat so? Vónandi hava
vit øll tá hurðar, sum standa
opnar inn í ein ríkan og
meiningsfyltan pensións-
aldur, her henda tíbetur
nógv góð og positiv tilboð
til pansionistarnar.
Tosa verður í hesum
døgum
nógv
um
eitt
visiónstorg, sum verður
sett á skinnarin skal koyra
samfelagið Føroyar inn í
framtíðina til eina tilverðu,
sum er óbeskriviliga deilig
verður sagt, í einum togi
eru nógvar kupegir har tann
ferðandi kann njóta ferðina
ella keða seg, fólk stíga av
og fólk koma uppí, øll hava
eitt steðgið pláss, sum tey
síggja fram ímótir. Vónandi
koma vit Føroyingar ikki at
missa okkara lívsvirðir á
ferðinini inn í framtíðina,
kemur familian Føroyar at
hava tað eins gott og vit
hava tað í dag ? Góða ferð
víðari ynskist øllum við
Harrans ríku signing inn í
framtíðina.
Fríggjadagin í farnu
viku samtykti í løgtingi,
at Jóannes Eidesgaard
kortini skal svara skriv
ligum
spurningi
frá
Høgna
Hoydal,
sum
hann, við hjálp frá Óla
Breckmann sum sat í løg
tingsformanssessinum, í
fyrstu atløgu snúði sær
undan at svara, tá teir
vóru settir munnliga.
Hósdagin 8. november
var løgmaður í tinginum.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins hevði m. a sett
løgmanni tveir spurningar
um avleiðingar av skatta-
og sosialpolitikkinum hjá
samgonguni.
Løgmaður kroystur upp
í ein krók
Løgmaður trein á røðara-
pallin, og í ein illsintisrøðu,
sum bar brá av einum
kroytstum
løgmanni,
snúði hann sær undan at
svara spurningunum.
Um hann í síni javnað-
arsál hevur ilt við at greiða
Føroya fólki frá, hvørjar
avleiðingarnar eru, tá
skatta – og sosialpolitikkur
samgongurnar
fer
at
merkjast millum landsins
borgarar,
er
sjálvandi
ilt at meta um, men
løgmanssessurin er helst
somikið fjálgur, at útsølan
av javnaðarhugsjónini er
eitt rímiligt gjald. Hin
møguleikin er sjálvandi,
at løgmaður ikki – uttan
víðari er førur fyri at greiða
frá hesum avleiðingunum,
um so er hevur hann
sum samgonguleiðari ein
trupulleika.
Bjargingarkransurin
frá Breckmann
Óli Breckmann, sum sat
í formanssessinum í ting-
inum hesa løtuna, gjørdi
skjótt av, tá løgmaður
var liðugur at niðurgera
bæði spyrjarin og ting-
skipanina sum heild, tók
løgtingsformaðurin yvir
og gjørdi ikki matari enn
at taka spyrjaran av ræði,
tók setta spurningin av
skránni, í meðan hann
skírdi tingarbeiði at vera
“sirkus” og “glantrileik”.
Tað er týðuligt at hetta
var avtalað spæl millum
Óla Breckmann og løg-
mann.
Virðing fyri tinginum?
Hendingin var ein skam-
blettur fyri tingarbeiðið –
men Jóannes Eidesgaard,
løgmaður hevur áður víst,
at tá til skarpskeringar
kemur, er virðingin fyri
tingarbeiðinum so sum
so, og serliga um arbeiðið
og innihaldið ikki heilt
gongur soleiðis sum løg-
maður vil hava tað. At Óli
Breckmann stuðlar undir
er kanska heldur ikki so
løgið, tí maðurin hevur
eisini víst, at hann metir
tingsins røðarapall at vera
sítt egna talurør út til allar
føroyingar, og so kann tað
gera tað sama hvat hann
velur at siga – alt ber til.
Løgmaður skal svara
Tá spurningurin bleiv
settur skrivliga, samtykti
løgtingi at løgmaður skal
svara. Møguliga fyri at
byrgja upp fyri svarinum
upp á klaguna frá Tjóð-
veldisflokkinum,
men
greitt er, at løgmaður nú
hevur allar møguleikar
fyri at fáa eitt svar frá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum, og svarið
kann so eisini undirbyggj-
ast við eitt sindur av
“góðum
borgarligum”
skatta – og sosialpolitikki
frá Fólkaflokkinum.
Fjølmiðlafólk á Havnargøtum
og seiðurin á Galvinum
Áki
AndreAsen
JógvAn við
keldu
MAlMberg d.
Olsen
Bert nakrir tankar
Tá Breckmann tók
tingskipanina av ræði
og hjálpti Eidesgaard
viðmerkingar