Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 224 - 20. november 2006 Maria Arge Myklebust úr Havn, vanliga nevnd Systi hjá Bil-Óla, búsitandi í Myklebust á Harøy pr. Ålesund, andaðist sunnudagin 75 ára gomul mánadagur, 20. november - 12:35 Poula Jacobsen fødd Joensen ættað frá Gjógv, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Lágargarði fríggja- dagin 17. november, 80 ára gomul. Kistan fer av Lágargarði í kvøld kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.00 Kistan við Johannes Jacobsen, Oyrabakki, fer av Røktarheiminum á Mørkini týsdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju mikudagin kl. 13.00. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 21. november. Mariu offurgerð. Dagurin hildin til minnis um, at foreldrini leiddu hana niðan í halgidómin. 3 ára gomul gekk Maria einsamøll niðan tær 15 trappurnar inn í hitt alraheilagasta, har rætta tilhald hennara átti at vera. Í dag, 20. november 2006, fyllir Marius Rein 65 ár. Marius er havnarmaður, yngstur av børnunum hjá Jens Paula Rein og Elisabeth (Bette), fødd Arge. Tey vóru bæði úr Havn. Systkini vóru Eivind, Áshild og Lillian. Bara Lillian er eftir á lívi, hon býr í Húsavík. Marius tók realprógv frá Færøernes Mellem og realskole í 1958. Hann var í starvi sum teknikari í Útvarpi Føroya frá 1960 til 1987, í 1969 var hann í Danmarks Radio og nam sær útbúgving har sum programmteknikkari. 1. september 1987 var hann settur í starv á Løg- tingsskrivstovuni, har hann m.a. var fastur skrivari hjá fíggjarnevndini til 1. februar 2003, tá hann tók yvir skrivara- og ráð- gevarauppgávur, ið viðvíkja Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Hann er tilnevndur 1. tingskrivari og tekur lut í tilrættislegging av vitjanum o.ø. á løgtingi. Marius hevur tiltikið gott minni, og tey skip, sum hann ikki kennir, eru ikki verd at vita nakað um. Í útvarpinum vóru ikki nógvir teknikarar, og tað er ikki tal á teimum sendingum, sum Marius hevur staðið fyri. Enn í dag kunnu vit hoyra gamlar sendingar, har sagt verður, at ”Marius Rein stóð fyri upptøkuni.” Marius er giftur við Kristi- annu, sum er úr Klaksvík, dóttir Dánjal og Annu Niel- sen. Tey hava bygt sær hús á Láarvegi, á trøðni hjá Jens Paula. Børnini eru Dánjal, sum er giftur og býr í London, Janus, sum býr í Havn og Anna, sum býr í Keypmannahavn. Ein abba- sonur er, Tummas, og hann býr í Havn. Marius Rein 65 ár Í dag, 20. november 2006, fyllir Jógvan Isaksen í Klaksvík 75 ár, og 18. juli fylti konan, Harriet, eisini 75 ár. Jógvan er sonur Onnu Katrinu, f. Wolles av Trøllanesi, og Joen Fredrik Isaksen úr Leirvík. Hann er triðielstur av sjey systkjum. Harriet er úr Fuglafirði, dóttir Rikku, f. Olsen, og Victor Danielsen, sum bæði vóru úr Søldarfirði. Harriet er nr. 6 í raðnum av 9 systkjum. Harriet og Jógvan eiga fýra børn og nýggju ommu- og abbabørn, sum øll búgva í Klaksvík. Føðingardagin er Jógvan burturstaddur, men í februar hava Harriet og Jógvan gullbrúdleyp, og tað ætla tey at halda, um lív og heilsa verður. Harriet og Jógvan Isaksen 75 ár Marknaðardagur á Fossánesi Leygardagin 25. november verður tann væl umtókti marknaðardagurin á Fossá- nesi. Tað er 6. og 7. flokkur, sum skipa fyri saman við foreldrum og lærarum. Fimleikarahøllin verður býtt uppí básar, sum einstak- lingar og fyritøkur kunnu leiga seg inn á. Eisini verður loppumarknaður, tombola, kaffisøla og ymiskt fyri børnini. Endamálið við tiltakinum er at savna pening til náms- ferð til Hetlands á vári í 2007. Tey, ið ynskja at leiga bás, kunnu ringja á hesi tlf. nr. 452120, 223913 ella 452300. Lovregister for Færøerne 2006 er útkomið. Talan er um 17. og dagførdu útgávu av føroyska lógar- registarnum upp á tilsamans 176 blaðsíður. Lovregister for Færøerne 2006 fæst í bókahandlunum ella kann bíleggjast hjá Ríkisumboðnum. Lovregister for Færøerne 2006