mánadagur 20. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2006
15
tíðindi
Tað er Andrass Jacobsen úr
Haraldssundi, sum hevur
staðið fyri hesari talvu.
Inni í talvuni er ein mynd
av brúnni, ið er ógvuliga
sjáldsom, og hevur ein
serstakan bygningsmáta.
Talvan er sett upp á goymslu
bygningin, ið Andrass
sjálvur eigur.
Brúgvin er tætt norðanfyri
bygningin, ið liggur við
Fjøruvegin. Andrass hevur
kannað ymiskt í samband
við hesa brúnna. Maðurin, ið
hevur laða hesa brúnna, eitur
Magnus Sivert Simonsen.
Frágreiðngin um brúnna er
skriva á enskum, donskum
og føroyskum máli.
Símun Hansen hevur skriv
að í sínari bók, “ Tey byggja
land “sum kom út í 1979, at
henda brúgvin er umleið 100
ára gomul. Tað vil siga, at
hon er gjørd umleið 1880.
Magnus Sivert, varð góður
grótlaðari, hann var føddur 3
oktober í 1858 í húsinum har
Suðuri í Haraldssundi. Hann
doyði 26 mars 1937. Hesin
sami maður laðaði eisini eina
aðra brúgv, ið gekk tvørtur
um Glyvursá, ið er tann stóra
áin, sum er ímillum báðar
býlingarnar Suðuri á Bakka
og Heim við Hús. Henda
brúgvin var niðurtikin fyrst
í 1930 árunum, tá vegurin
var gjørdur ímillum býling
arnar.
Magnus Sivert og konan,
Anna Sofía Joensen, ið kom
úr húsunum Suðuri í Stovu
í Kunoy, fluttu til Hoyvíkar,
har Magnus Sivert var uppi
sitari í 1889. seinni fluttu
tey til Havnar, har Magnus
Sivert var gravari.
Við kunnu eisini í hesum
sambandi siga, hesin mað
urin er abbi til Marner Simon
sen sála, ið var lækni og
Erling Simonsen tannlækna
úr Havn.
Andrass hevur altíð havt
áhuga í gomlum tingum og
sum heild í øllum gomlum,
og roynir hann at arbeiða við
slíkum, tí sum hann sigur,
áðrenn vit vita av, so eru øll
tey gomlu farin, og eingin
veit um hesi gomlu tingini
at siga.
Andrass nevnir her til
stuttleikar, at í Haraldssundi
í 1737 vóru tríggjar familjur
við 7 børnum og tá vóru 3
hús. Í 1855 vóru 4 hús og 24
fólk, í 1921 vóru 5 hús og 29
fólk, í 1925 vóru 6 hús og 41
fólk, í 1960 vóru 10 hús og
47 fólk, í 1966 vóru 9 hús
og 50 fólk.
Taka vit í dag 2006, so eru
21 hús í Haraldssundi í dag
og 75 fólk. Tað eru tríggir
býlingar, Heim við Hús,
Suðuri á Bakka og Suðuri
á Leiti.
Andrass sigur, at hann
hevur sæð hesa brúnna alla
sína tíð, men hevur saknað
søguna um brúnna.
Andrass vil í hesum sam
bandi takka øllum, ið hava
hjálpt honum við at fáa hans
ara ynski uppfylt.
Minningartalva uppsett
í Haraldssundi
Haldið Sosialin
Ja takk! Eg ynski at tekna meg
sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Send lepan til:
Tekna teg sum haldara nú
450,- um ársfjórðingin
Sparið 395,-
í mun til leysasølu!
Besta keldan til:
Vinnulívið
Ítrótt
Mentan
politik
Bilar
Merkisdagar
Heilsanir
Tiltøk
...o.m.a.