mánadagur 20. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 224 - 20. november 2006
tíðindi
Nýggja fløgan hjá
Villmonnum er farin
til prentingar og nú
ber til at hoyra fyrsta
lagið á myspace, lagið
Kvølur er skapt í
samstarvi við Rasmus
Rasmussen
Fløguútgáva
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nýggja fløgan hjá Vill
monnum ljóðblandað og
farin til prentingar. Heit
ið á henni verður Vill
mannatjóðin. Fyrsta lagið
av fløguni, Kvølur liggur nú
á myspace. Lagið er skapt
í samstarvi við Rasmus
Rasmussen.
Rasmus Rasmussen er
arkitekturin handan flest
allan tónleikin hjá Makrel
og varð í 2005 valdur til
Føroya besta gittarleikara á
Atlantic Music Event.
Lagið er merkt av sorg
blídni, og er fult av pínu.
Villmenn vilja ogna hetta
lag til allar minnilutar,
sum ikki kenna seg væl
í Villmannatjóðini, skriva
Villmenn í tíðindabrævið.
Tit kunnu hoyra lagið á
myspace.com/villmenn.
Navnið villmannatjóðin
sipar til Føroyar. Sangirnir
á fløguni eru hendingar og
persóntypir, sum ein kennir
aftur úr gerandisdegnum.
Fløgan er eisini ein lýsing
av kenslum, sum fleiri per
sónar hava í Føroyum. Hon
roynir at vísa á, at ikki
øll hava tað gott. Okkara
samfelag er eitt tílíkt,
har tann sterkasti vinnur.
Meirilutin traðkar niður á
tey, sum eru øðrvísi ella
hava øðrvísi hugsanir enn
restin av fjøldini. Tískil
eru Føroyar ein verulig
villmannatjóð, skriva Vill
menn m.a. og halda fram:
At vera ein villmaður
setir ein í samband við
nakað primitivt, og tí sipar
fløguheitið til, at Føroyar
eru eitt nokkso primitivt
samfelag sum støðan er.
Vit kunnu nú avdúka,
at fløguhúsin nokk kemur
at traðka onkran á tærnar.
Hann byggir víðari á heit
ið villmannatjóðin, og er
annar hornasteinurin í tí
heildarkonsepti, sum Vill
mannatjóðin er. Men hetta
verður ikki tann seinasta
avdúkingin. Seinni fara vit
at avdúka nakað stórt, sum
helst kemur at kollvelta tað
Føroyska samfelagið. So nú
er bara at bíða spent, skriva
Vilmenn víðari.
Tað er Terji Rasmussen,
ið er framleiðslustjóri á
Villmannatjóðini, og hetta
skuldi boða frá góðum.
Terji hevur eitt heilt serligt
oyra fyri vágasoundinum.
Hetta kundi m.a. upplivast
á fløguni Jakkin, ið Terji
framleiddi við Tinganest
oddamanninum Jóan Jakku
Guttesen
fyri
nøkrum
árum síðan, eisini var Terji
maðurin, ið tók upp og
ljóðblandaði Eitt veittiii við
Orkestrinum her vestriii.
Umframt vanligu vill
mennirnar, hevur bólkurin
fingið hjálp á fløguni frá
Føroyameistaranum
á
trummum, Rógva á Rógvu
og altso eisini frá Rasmusi
Rasmussen á hesum eina
lagnum.
Villmenn samstarva við Rasmus
Tvey av kendastu
andlitunum í Dan
mark Gigi og Sonny
Fredie Pedersen
spæla í Cippo og í
Mentanarhúsinum
í Fuglafirði fyrsta
vikuskiftið í
desember.
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Gigi og Sonny hava
verið stjørnur frá barns
beini.
Uppvaksin
í
dansistudionum
hjá
foreldrunum hava tey
dansað, frá tey lærdu at
ganga. Tilsamans hava tey
vunnið 28 donsk meistara
heiti í ítróttardansi og
fleiri heimsmeistaraheiti.
Sum fimm ára gomul
fóru tey undir klaver og
sangfrálæru. Bæði hava
eisini roynt seg sum sjón
leikarar og givið fløgur út
hvør sær. Í 2002 stovnaðu
tey bólkin Brother and
Sister og góvu fløguna
Brother + Sister út. Ein
fløga sum fekk góða mót
tøku, og m.a. seldi rætti
liga fitt í fjareystri. Í fjør
kom so onnur fløgan hjá
systkjunum Sonny vs.
Gigi. Fløgan er framleidd
saman við heimskenda
framleiðsluparinum Cut
father & Joe, ið hava
havt 8 løg ovast á enska
hitlistanum,
og
hava
arbeitt saman við nøvnum
sum Ace of Bace, Santana,
Blue, Westlife, Kylie, Peter
Andre, Jamelia, Brandy,
Christina
Millian
og
Christina Aquilera. Systk
ini hava skrivað nakað av
tónleikinum sjálvi, men
samstarva eisini við aðrar
sangskrivarar.
Jascha
Richter úr Michael Learns
To Rock hevur skrivað
eitt lag, Cutfather &
Joe hava skrivað okkurt,
eins og Remee, Seebach
brøðurnir, Chief 1 og
Jud Friedman, ið m.a. er
kendur
sum
maðurin
handan
ljóðsporið
til
Bodyguard, hava skriva
løg til systkini bæði.
Fløgan Sonny vs. Gigi
varð væl móttikin og lá
eitt mundið á næst ovastu
rók á almenna danska sølu
listanum.
Talan er um dansivinar
ligan popp, ið hevur borið
tey á eina umfatandi kon
sertferð við higartil 73
konsertum, tær flestu
kring Danmark. Nú gong
ur leiðin til Føroyar. Enn
eru tey ung Gigi er 23 ár
og Sonny er 19 ár. Men
royndirnar hjá teimum
eru somikið nógvar, at
tey fyri tað kundu verið
miðaldrandi.
Enn eru tey virkin á
nógvum pallum, m.a. eru
tey enn virkin sum dansar
ar bæði í kappingum
sum professionellir ítrótt
ardansarar og sum dansi
lærarar á dansiskúlanum
hjá familjuni.
Gigi og Sonny eru kend
fyri at geva eitt ordans
show, hvørja ferð tey fara
á pallin. Tey er von við
at vera í fokus og tykjast
at trívast í leiklutinum.
So talan verður uttan iva
um eitt brak av einum
poppshowið,
tá
Gigi
og Sonny fara á pall í
Føroyum.
Tað er Rúni Djurhuus
úr Cippo, ið hevur fingið
systkini til Føroyar. Síðan
nýggju
eigararnir
av
Cippo keyptu virksemið
í fjør hava teir støðugt
ment staðið, bæði sum
dansistað og sum pallur
fyri livandi tónleik. Henda
konsert er bert enn eitt
stig í hesum arbeiði.
Villmenn hava fingið nógva og køna
hjálp á nýggju fløguni.
Ein frálík jasstrio
saman við einum
framúrskarandi
jasssaksofonleikara
hetta er uppskriftin,
tá Havnar Jazzfelag
í kvøld bjóðar
til jasskonsert í
Miðlahúsinum.
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jass
trummuleikarin
Axel Riel fer í kvøld á
pallin í Miðlahúsinum í
Vágsbotni, við sær hevur
hann vanligu fylgisveinar
sínar klaverleikaran Heina
Hansen og bassleikaran
Jesper Lundgaard umframt
gestatónleikaran Benjamin
Koppel. Talan er sostatt
um eina jasskvartet í abso
luttum heimsflokki. Riel,
Hansen
og
Lundgaard
hava í nøkur ár spælt
undir
navninum
Axel
Riel Trio, og fyri roynda
trummleikarin er trioin ein
dreymur, ið gerst veruleiki.
Saman hevur trioin gjørt
fløguna What Happened?
Ið fekk sera góða móttøku.
Ummælarin hjá DR Celine
Hastrup skrivaði:
Jeg har altid sindssygt
godt kunnet lide Alex Riel.
Der er få trommeslager
der som han kan lyde så
afsindigt veloplagte, og hans
spændvidde fra direkte
nononsense swing over fed
rock og turbulente og farve
mættede eksplosioner til
klangfuldt, fint balladespil
kan man bare tage hatten af
for.
Kjeld Frandsen skrivaði í
Berlingske Tidende:
Med bassisten Jesper
Lundgaard som sekundant
swinger det ganske guddom
meligt, og der bliver plads
og luft til overrumplende
flotte udfoldelser fra det
unge stortalent, pianisten
Heine Hansen.
Tað er Havnar Jazzfelag,
ið skipar fyri konsertini.
Konsertin er kl. 21.00 í
kvøld. Atgongumerki fáast
við dyrnar á 80,
Heimskendir jassarar
í Vágsbotni
Brother and Sister
koma til Føroyar
Wrestling er temaði á snøgga húsanum á fløguni Sonny
vs. Gigi