Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2006 19 SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk útlond – Endar Irak í ruðuleika, fáa vit trupul­ leikar í økinum í mong ár frameftir Henry Kissinger Stutt Sagt Kvinnur í herin Í nítiárunum setti norska stjórin sær fyri, at minst 15 prosent av landsins hermonnum skuldu vera kvinnur, men málið bleiv ongantíð rokkið. Nú tekur stjórnin málið uppaftur, og hesaferð er ætlanin, at í 2008 skulu minst 15 prosent av hermonnunum vera kvinnur. Í fyrsta umfari er ætlanin at vita, um herurin kann draga fleiri kvinnur til sín, men eydnast tað ikki, at Anne-Grete Strøm-Erichsen, verju- málaráðharri, til reiðar at tosa um, at kvinnur skulu hava herskyldu eins og menn. Tað hava talsmenn hjá herleiðsluni eisini skotið upp. Minni korn Kornheystið royndist ikki so væl í Danmark í ár sum í fjør. Hagstovan í Keypmannahavn sigur, at sambært fyribilstølum heystaðu teir donsku bønd- urnir 8,6 milliónir tons av korni í ár ímóti 9,3 milliónum tonsum í 2005. Tað var serliga várbyggið, sum sveik. Minkingin fær tó ikki stórvegis ávirkan á tað fíggjarliga úrslitið hjá bøndrunum, tí prísurin á korni hevur verið nakað hægri í ár enn í fjør. Nógv- ir bøndur stúrdu av álvara fyri korninum í ár, tí juli var sera turrur, men tað vísti seg at hava minni ávirkan enn væntað. Rósti Hitleri 60 ára gamli týski polit- ikarin Klaus-Júrgen Men- zel, sum umboðar tann høgrasinnaða flokkin NPD í landdegnum í Sach- sen, segði í síðstu viku, at Adolf Hitler var ein stórur statsmaður. Hetta segði hann eisini í fjør, og tá skoytti hann uppí, at Hitler er kanska tann størsti statsmaðurin, sum Týskland hevur fostrað. Í dag vil eingin av hinum limunum í landdegnum hava nakað við Menzel at gera, og hann hevur fingið forboð fyri at møta á fundum har. Sætið í Amerikanararnir fáa kanska Hillary Clinton, og í síðstu viku valdu teir fronsku sosialistarnir Segolene Royal til forsetavalevni. Nú ljóðar, at russar fáa kanska eisini eina kvinnu í ovasta politiska embætið. Hon eitur Valentina Mat- vienko og er guvernørur í St. Pætursborg. Sjálv sigur hon við norska blaðið Aftenposten, at tosið um hana sum forseta er ikki annað enn gitingar, men hon vil kortini ikki avsanna, at hon verður valevni á for- setavalinum í 2008. - Tað er ikki lætt at siga, hvør verður forseti, men eg vænti, at russiska fólkið fer at velja tann besta, sigur hon við blaðið. Russiska tíðarritið Novoe Vremja skrivaði í síðstu viku, at kanska eru tað ikki bara leysatíðindi, at Valentina Matvienko skal taka við eftir Putin. Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at hennara stuðlar eru longu farnir undir fyrireikingarnar til valstríðið, og at málið er, at hon skal taka við leiðsluni í Kreml. Men sambært blaðnum er talan um eitt samstarv millum tey bæði, tí hevur blaðið rætt, skal Valentina Matvienko leggja frá sær aftur í 2012, so Putin kann taka við aftur. Valentina Matvienko gjørdist virkin í sovjetska kommunistaflokkinum longu í sjeytiárunum, og í dag er hon tann fremsta kvinnan í russiskum poli- tikki. Hon hevur verið sendiharri á Malta og í Grikkalandi, og við dygg- um stuðuli frá Putin varð hon vald til guvernør í St. Pætursborg fyri trimum árum síðani. Um tvey ár kann hon eisini fáa hansara stuðul, tá Russland skal hava nýggjan forseta. Hon skal taka við eftir Putin USA kann ikki vinna kríggið í Irak við hermegi, sigur fyrrverandi uttan- ríkisráðharrin Henry Kiss- inger. Gamli uttanríkisráðharrin segði við BBC í gjár, at USA hevur ongan møguleika at vinna Irak-kríggið við hermegi longur. - Tað letur seg ikki gera, segði hann. Hinvegin ávar- aði hann USA ímóti at taka hermenninar úr Irak enn, tí eftir hansara tykki kann tað hava við sær, at viðurskiftini í grannalondunum verða ótrygg. - Tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um Irak endar í einum ruðuleika, tí tá fáa vit trupulleikar, sum vit noyðast at stríðast við í mong ár frameftir, og sum fyrr ella seinni fara at noyða okkum at senda hermenn aftur hagar, heldur Kissinger. Hann heldur, at USA og tess sameindu eiga at tosa við grannarnar hjá Irak fyri at fáa eina loysn. Sum eitt fyrsta stig eiga tey føstu limalondini í ST- trygdarráðnum at skipa fyri einari ráðstevnu saman við grannalondunum hjá Irak og londum sum India og Pakistan. Fyrrverandi trygdarráð- gevin og uttanríkisráðharrin hevur eisini virkað sum ráðgevi hjá George W. Bush, forseta. Kríggið í Irak kann ikki vinnast við hermegi Valentina Matvienko. Verður hon næsti forsetin í Russlandi? Mynd: Reuters Í russiskum fjølmiðlum verður Valentina Matvienko umrødd sum tann, ið skal taka við forseta­ embætinum aftan á Vladimir Putin Henry Kissinger