mánadagur 20. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 224 - 20. november 2006
tíðindi
Sangleikur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Norðurlandahúsið er karm
ur um hetta risastórt tiltak.
Sangleikurin “Fame” er
eitt stórt show, í orðsins
besta týdningi. Alt er stórt
og vakurt, og tú keðir teg
ongantíð. Eygu og oyru
mugu næstan arbeiða yvir,
um tú skal fáa alt við sum
hendir á pallinum.
Føroya
Studentaskúli
og HFskeið hevur saman
við Rytmiska Kórinum í
Hoydølum seinastu 9 árini
staðið fyri stórum og væl
umtóktum
songleikum.
Skeyk,
Hair,
Godspell
og Jósef og hitt ótrúliga
litfagra dreymakotið eru
undanfarnu sangleikir, sum
skúlin hevur staðið fyri, og
nú eigur “Fame” tørn.
Tá ið teppið varð drigið
frá til frumframførsluna
av sangleikinum “Fame”
fríggjakvøldið, merkti tú
beinanvegin, hvussu stórt
hetta tiltakið er. Pallurin
er sera stórur og vakur, og
tónleikurin rungaði hart
og væl í salinum. Longu
frá byrjan er ein hekt
iskur hýrur í leikinum
(uppá tann góða mátan),
og sum áskoðari verður tú
beinanvegin drigin inn í
hendan fremmanda heim.
Í stuttum kann sigast
um søguna, at hon snýr
seg um ung fólk við stór
um dreymum um at gerast
kend fyri sína list. Leikurin
er settur at ganga fyri seg
miðskeiðis í 80´árunum.
Hesi ungu fólkini hava leit
að sær inn á ein listaskúla
í Tórshavn, har tey skulu
menna síni listarligu evnir.
Skúlin er ein tryggur karmur
hjá teimum ungu, men alla
tíð lokkar útheimurin. Tey
ungu droyma um at koma
til New York, har ið tey
vilja uppnáa tað størsta
sum er – “Fame”.
Vit fylgja teimum ungu
fólkunum í trý hendingarík
ár, sum innihalda mangt
og hvat. Mong av teimum
ungu stríðast við teir heldur
konservativu karmarnar í
skúlanum, og onnur stríðast
við viðurskifti sum hoyra
ungdóminum til.
Tøkniligar ónollur
Tá ið ein so stórur leikur
verður settur upp, eru tað
nógv viðurskifti sum skulu
havast í rættlag. Men tían
verri vóru summi ting, sum
ikki vildu rigga. Serliga
vóru tað onkrar mikrofonir
ið
spældu
leikarunum
eitt puss. Í onkrum sangi
hoyrdist teksturin als ikki,
vegna skróv og skurr frá
mikrofonini. Hetta var eitt
stórt minus, tí slíkt órógvar
áskoðarans innliving.
Eisini er tað torført at
hoyra orðini í sangunum,
tá ið fleiri syngja saman.
Tá leypur alt ljóðið saman,
og tú situr spyrjandi, tí at
tú ikki veit hvat ið hesir
sangarar syngja um. Men
tó skal sigast, at søgan er so
mikið einføld, at tú ongantíð
gerst heilt burturvilstur í
søgugongdini.
Tað eru tey bæði Anna
Kristin Bæk og Dánjal Hoy
dal, sum hava týtt leikin
til føroyskt. Og hesum eru
tey sloppin væl frá. Tú
merkir at málburðurin er
natúrligur í handritinum,
og hann fellur leikarunum
lætt. Tað er altíð eitt gott
tekin. Men aftur her kann
sigast, at tað er spell, tá tú
ikki hoyrir orðini so væl í
tónleikinum, av tí at ljóðið
gerst til ein vavstur, tá ið øll
syngja saman.
Julian Rasmussen hevur
staðið fyri samskipanini
av tónleikinum. Bólkurin,
sum hann hevur afturat
sær, spælir sera væl, og
tónleikurin
situr
heilt
væl. Tað er rættiliga krevj
andi tónleikur, sum bólk
urin framførur, men tón
leikararnir megna at fram
føra tónleikin sannførandi.
Góðar og ivasamar
framførslur
Tað eru næmingar sum
mynda flestu leiklutirnar í
leikinum. Tað er altíð stutt
ligt at síggja ungar leikarar
royna síni kynstur. Har
er eitthvørt frískligt yvir
hesum ungu leikarum, sum
fara púra óimponerað til
verka. Men tá ið tað er
sagt, so sæst tað eisini aftur
í støðum, at talan er um
óroyndar
áhugaleikarar.
Onkrastaðni sita replikk
irnar ikki so væl, og nógv
verður “yvirspælt”. Men
tað er kanska eisini tílíkt
sum hoyrir til sjangruna.
Sangleikir eru onkursvegna
ein óveruligur alheimur, har
ið leikarar syngja og dansa
fyri at lýsa sínar kenslur.
Sostatt verður søgan ofta
yvirspæld.
Men tað eru serliga sang
framførslurnar sum liggja
eftirá, haldi eg. Serliga hoyr
ist tað á teimum mannligu
leikarunum, at teir ikki eru
so royndir sangarar. Teir
hava ikki heilt tamarhald
á sanginum, og tá ið tøkni
ligar ónollur eisini vilja
gera fortreð, hoyrist tað
serliga væl, at talan var
um óroyndar sangarar. Av
teimum mannligu leikar
unum, haldi eg at tað
liggur best fyri hjá Dánjali
Guðjónsyni at syngja. Hann
røkir leiklutin, Bartal Mohr,
sum er ein dansinæmingur
úr Havn. Tú hoyrir, at
Dánjal er vanur at syngja,
og hetta styrkti um allan
leikin.
Hinvegin lá tað væl
fyri hjá flestu kvinnuligu
leikarunum at syngja. Edith
Dahl Jakobsen røkir ein av
høvuðsleiklutunum, og hon
dugir eisini sera væl at bera
sangin. Tað er eyðsæð, at
hon er eitt stórt talent innan
sang og sjónleik, og vit fara
óivað at síggja nógv meir
til hana í framtíðini.
Afturat teimum ungu
eru nakrir royndir leikarar
við til at røkja teir eldru
figurarnir. Millum hesi
kunnu nevnast Hans Tór
garð, Jensina Olsen og
Mikkjal N. Helmsdal. Og
hesi trý standa seg heilt
væl. Serliga er tað stuttligt
at síggja Jensinu spæla tann
Fame – rættiliga væleydn
Fríggjakvøldið kl. 19.30 var
frumframførslan til sangleikin
Fame. Og knappar tveir tímar
seinni reistust áskoðararnir fyri
at fagnað hesum stóra og vakra
leiki. Føroya Studentaskúli og
HF-skeið hevur enn einaferð givið
føroyingum eina stóra uppliving.
Hóast onkur óheppin viðurskifti,
so megna leikararnir at lyfta hesa
stóru uppgávu