mánadagur 20. november 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2006
21
tíðindi
aður sangleikur
heldur konservativi lærarin,
Randi Dam, sum serliga
leggur dent á tann bókliga
partin av útbúgvingini.
Hendan leiklutin røkir hon
sera væl.
Dansur og búnar
Eitt sum ikki slepst uttan
um í einum sangleiki, er
dansurin.
Og
“Fame”
er onki undantak. Jóna
Kristin Thomsen hevur
lagt dansin til rættis, og
hetta er hon sloppin heilt
væl frá. Dansararnir gera
sítt arbeiði til eitt satt UG.
Tað er fantastiskt at síggja
dansararnir hoppa, sveima,
svinga og mæla afturvið
tónleikinum. Dansararnir
duga so fantastiska væl, at
eg sat púra paff av teirra
ótrúligu evnum.
Eisini er tað ein fragd at
síggja teir litríku búnarnar.
Sum sagt, so gongur leik
urin fyri seg í 80´unum,
og vit minnast hvussu
mótin var tá. Sniðgevin
Anna Kristin Bæk hevur
saman við seymikonunum
Sólvør Jacobsen og Beintu
Johannesen rakt seymin á
høvdi. Vøkru og stuttligu
búnarnir gera, at tú næstan
droymir teg aftur í 80´ini
har ið varrastiftin, stóra
hári og undarligu klæðini
vóru í hásætinum. Hetta
er heilt stuttligt at síggja,
og hava fyrireikararnir rós
uppiborið fyri hetta avrik.
Tunn søga
Søgan í “Fame” er rættiliga
tunn. Uttan at avdúka ov
nógv, haldi eg, at søgan
verður skundað ígjøgnum
leikin, og søgan hvílir
ikki serliga væl. Har eru
nógvar lítlar søgur í tí
stóru søguni, og brádliga er
søgan liðug. Leikurin endar
sera brátt, og fyri meg var
tað ein løgin kensla, tá ið
leikararnir savnaðust fyri
at taka ímóti lógvabrestum.
“Er tað longu liðugt”,
spurdi mín síðumaður, og
eg hevði hug at spyrja tað
sama. Tað er ofta í sær
sjálvum eitt jaligt tekin, tá
ið áskoðararnir vilja síggja
og hoyra meira. Men í
hesum førið var tað helst
av tí, at summi ikki kendu,
at tey vóru komin á mál í
teimum ymsu søgunum.
Samanumtikið ein
stór uppliving
Eftir mínum tykki, hevur
leikurin onkrar óhepnar og
veikar løtur. Men tað er
ongin ivi um, at har eru
nógv fleiri góðar løtur.
Leikurin er serstakliga
hendingaríkur, og ferðin er
alla tíð høg. Leikurin er
ein sannur góðbiti fyri eygu
og oyru, og tey sum hava
ognað sær atgongumerki til
leikin, skulu avgjørt gleða
seg til eina stórfingna upp
living.
Leikarar og fyrireikarar
hava knossað við at fáa
leikin upp at standa, og tey
skulu njóta hesa løtu. Tað
er forkunnugt hjá okkum
føroyingum at upplivað eitt
slíkt tiltak, og tískil skulu
vit fagnað hendan stóra
sangleik. Longu nú gleði
eg meg til næsta útspæli úr
Hoydølum!