mánadagur 20. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 224 - 20. november 2006
tíðindi
Árliga samfelags
stevnan hjá Ebenezer
savnaði fólk úr øll
um landinum um
vikuskiftið.
Ítróttarhøllin á Hálsi
var karmur um størstu
tiltøkini. Við fleiri av
tiltøkunum var høllin
stúgvandi full av fólki,
eini 1800 í tali.
– Hetta eru mun
andi fleiri enn undan
farin ár, sigur Richard
Schwartsson, ein
av limunum í elsta
ráðnum í Ebenezer
Samkomur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Eyðun C. Joensen
åHavn: Samfelagsstevnan
byrjaði í nýggja salinum
í Ebenezer, men flutti um
vikuskiftið í størri høli.
Hetta er ein stevna har fólk
úr høvuðsstaðnum bjóða fólki
úr øðrum Brøðrasamkomum
kring landið og øðrum
áhugaðum vælkomnum
til uppbyggingarmøtir og
evangelisk møtir.
Sum vanligt er koma nógv
fólk úr Havn til møtini.
Men rættiliga nógv fólk
úr øðrum støðum kring
landið koma eisini til hesi
serstøku møtini. Trúfesti
móti samkomuni sermerkir
limirnar, og hetta sást eisini
aftur um vikuskiftið!
– Við fleiri av tiltøkunum
var ítróttarhøllin pinnpakkað
við fólki. Og leysliga mett
hava helst eini 8000 fólk í
øllum aldri verið í ítróttar
høllini um vikuskiftið, sigur
Richard Schwartsson, ein
av limunum í elstaráðnum í
Ebenezer við Sosialin.
Gleðiligt hjá fyrireikarun
um var eisini at síggja, at
nógv ungfólk vóru við til
tey vanligu møtini – og til
tey serligu ungdómsmøtini.
Bara leygarkvøldið mundu
eini 1200 ungfólk vera savn
að í ítróttarhøllini.
– At tað nú er vorðið so
nógv lættari at koma fram
og aftur við bili, hevur helst
gjørt sítt til, at so nógv fólk
vóru til hesa stevnuna, sigur
Richard Schwartsson.
Gud kennir hjørtuni
Samfelagsstevnan 2006
byrjaði annars við einum
bønamøti í nýggja salinum
hjá Ebenezer mikudagin og
helt áfram hóskvøldið á sama
stað, áðrenn tiltøkini vórðu
flutt niðan í ítróttarhøllina.
Fyrsta kvøldið í høllini
vóru helst eini 1300 fólk á
møtinum. Hetta er munandi
fleiri enn vanligt hevur verið
hetta kvøldið á undanfarnum
samfelagsstevnum.
Orsøkin er helst hon, at
nógv hevur verið frammi
um Ebenezer í seinastuni, tí
teir tóku nýggjan sal í nýtslu
næstseinasta vikuskifti.
Onkur helt somuleiðis
fyri, at kanska fer eisini ein
andalig bevístgering fram
í fólki í hesum tíðum, har
áhugin fyri at koma undir
Guds orð er vaksandi.
Eftir møtið fríggjakvøldið
var opið hús í ítróttarhøllini,
har eini 800 ungfólk hugnaðu
sær saman við talu, sangi og
øðrum til klokkan gekk til
hálvgum tvey. Kvøldið eftir
vóru helst eini 1200 ungfólk
savnaði til hetta serstaka
ungdómstiltakið.
Hóast keðiligt var í veðr
inum leygarkvøldið, so helt
tað kortini ikki fólki aftur í at
koma undir Guds orð. Hetta
kvøldið vóru eini 1800 fólk
í høllini.
Tá so nógv fólk eru til
staðar, er høllin stúgvandi
full av fólki. Í roynd og veru
sleppa ikki fleiri inn!
– Jú, vit eru sera fegin um
stevnuna. Orðið er boðað,
men tað er Gud sum kennir
hjørtuni, sigur Richard
Schwartsson.
8000 fólk
á sam
felags
stevnuni
Fólk úr øllum landinum vóru komin til samfelagsstevnuna í ár. Hóast keðiligt veður var leygarkvøldið, helt tað ikki fólki aftur í at koma til møtini
Fólk úr Brøðrasamkomuni eru trúføst móti samkomuni, og møta altíð væl upp, tá samfelagsstevnan verður fyriskipað. Árið í ár
var einki undantak í so máta