Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 20. november 2006 23 tíðindi Heini Weyhe fangaði leygardagin ein hem­- ara, sum­ vigaði 170 kilo. Hann m­átti stríðast í sam­fullar tveir tím­ar, áðrenn teir fingu hann innanborða. – Tá ið tú hevur fingið hem­aran, ert tú í einum­ rúsi. Møðin er øgilig, og nøgdsem­ið er sera gott, sigur Heini hemaraveiða Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Leygardagin um fimm tíðina fekk Heini Weyhe ein hemara á húkin millum Glyvursnes og Kirkjubønes. Hann noyddist at stríðast við hemaran í tveir tímar, áðrenn teir fingu hann inn. Tað vísti seg sum, at hemarin var 240 sentimetrar til longdar og vigaði 170 kilo. Heini er sjálvandi errin um fongin, men hetta er ikki fyrstu ferð, at hann hevur fingið slíkt ódjór á húkin. – Eg havi roynt tað fyrr. Eg fiski javnan hemara. Tað er mítt frítíðarítriv, sigur Heini, sum vann Shark Atlantic kappingina í fjør. – Tað, sum var serstakt við hesum, var at hann vildi ikki upp. Tað tók nógv longri enn vanligt. Eg mátti stíðast við hann í tveir tímar, áðrenn hann gav seg, sigur hann. Mundi givið upp Tað er sera strævið at stríðast við ein stóran hemara so leingi. – Hann lá tætt undir bátin­ um allatíðina. Vit máttu sigla undan, so hann ikki kom fastur undir bátinum. Tað var so stríggið, at eg mundi givið upp. Men vit tóku eitt síðsta veiggj, og tá fingu vit sett ein krók í hann, sigur Heini, sum var í bátinum saman við systkinabarninum Havgrími Johannessen hendan dagin. Ein kann einans ímynda sær, hvussu tað er at hava eitt slíkt ódjór á húkinum. – Tað er heilt ótrúliga spennandi, tá ið tú fært ein á tráðuna. Eitt er at berjast við hann – men tá ið hann kemur inn ímóti, og tú sært hemaran – tá liggja nervarnir uttaná. Tað var myrkt, tá ið hemarin kom inn ímóti bát­ inum, men vit høvdu ljós­ kastararnar tendraðar. Hav­ grímur sá hemaran fyrst. Hann fekk eitt sera undarligt úttrykk í høvdið, tá ið hann sá, hvussu stórur hann var, sigur Heini. – Eg eri eftirhondini vanur við at fiska, og tí er tað ikki so ógvusligt hjá mær. Men fyrstu ferð, eg fiskaði hemara, gjørdist eg rættiliga skelkaður, tá ið eg sá ódjórið. Tá var talan um panikk. Nú er alt meira skipað, sigur hann. Í rúsi Tað er sera týdningarmikið at vera fyrireikaður, tá ið hem­ arin skal takast inn í bátin. – Tað skal ganga skjótt fyri seg. Ein má ansa eftir kjaftinum, tí at eg ímyndi mær, at ein slíkur kann gera stóran skaða, um ein fer ov nær. Tú skalt sláa hann á nøsina, tí at tá svímar hem­ arin. Síðani skalt tú royna at bløgga hann. Eftir hetta er sloppið. Spenningurin er størstur, tá ið hemarin verður drigin inn í bátin. – Tað er tá, at róp kemur í. Tú hevur staðið í tveir tímar og stríðst við hemaran, og so skal tað bara eydnast! Tú gerst altíð ovfarin, tá ið tú sært hemaran, sum tú hevur barst við í langa tíð, sigur Heini. – Tá ið tú hevur fingið hem­ aran, ert tú í einum rúsi. Møðin er øgilig, og nøgdsemið er sera gott, sigur Heini. Primitivar kenslur verða nøktaðar Hann hevur tað sum frí­ tíðarítriv at fiska hemara. – Tað er spenningurin, sum fær meg at gera hetta. Eg ætli mær at fiska fleiri, áðrenn kappingin er liðug. Eg hevði gjørt hetta, hóast eingin vinningur var. Eg haldi, at tað er veiði­instinkti í mær, sum verður nøktað, tá ið eg veiði hemara. Hetta eru sera primitivar kenslur, sum vit ikki sleppa at liva so nógv út í samfelagnum í dag. Farex tók ímóti hemarin­ um. Heini hevur ikki sjálvur smakkað hemara. – Eg havi faktiskt ikki smakkað hemara. Tey siga, at tað smakkar sera væl. Eitt millumting millum tun og høsnarunga. Tað eru fleiri matstovur, sum borðreiða hemara, sigur Heini at enda. Stríddist við 170 kilo tungan hem­ara í tveir tím­ar Shark Atlantic: Undir- tøkan er vaksandi Trygd og Magni Blástein skipa í ár fyri kappingini Shark Atlantic triðja árið á rað. Undirtøkan fyri hem­arafisking er vaksandi, sigur Magni hemaraveiða Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Magni Blástein er fyriskip­ ari av kappingini Shark Atlantic. Hann og Trygd skipa fyri kappingini. Trygd letur vinningarnar, sum eru 25.000 krónur til vinnaran og 10.000 krónur til nummar tvey, meðan nummar trý fær 5.000 krónur. – Hetta er ein opin kapping, har ið luttakar­ arnir skulu fiska hemara við tráðu. Tann, ið hevur fangið tann tyngsta hemarin, fær høvuðs­ vinningin. Tú kanst tekna teg inntil síðsta fiskidag 1. mars. Heini Weyhe vann kappingina í fjør við einum hemara, sum vig­ aði 178 kilo. Magni er hampiliga væl nøgdur við undirtøkuna. – Tað vóru 25 luttakarar í fjør. Í ár er málið at fáa 50 luttakarar. Hetta er triðja árið, ið vit skipa fyri kappingini, og undir­ tøkan er vaksandi. Tað eru entusiastar, sum fiska hemara. Tað er ein øgilig adrenalinpumpa, tá ið tú hevur ein hemara á tráðuni. Tú fært eitt sett við øllum, sum tú skalt brúka til hemara­fisking fyri 3000 krónur. Nú fáa vit at síggja, um nakar fangar ein størri hemara enn tann, sum Heini fangaði leygar­ dagin. – Tað verður ikki lætt at sláa hann, sigur Magni at enda. Ein útlúgvaður og væl nøgdur Heini Weyhe saman við soninum. Hemarin var 240 sentimetrar langur og vigaði 170 kilo ' Hetta er hemarin, sum Heini stríddist við tveir tímar, áðrenn teir fingu hann inn í bátin