Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 224 - 20. november 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup Mørk@ SoSiAluriN.fo tlf 341800 – Tá vit vilja, so hava vit fult tamarhald á H71 Karl Johan Djurhuus, KÍF Útjavning, reytt kort, burturvísing og tap. Alt í átta sekund. Jú Áki Mørk gloymir neyvan seinastu sekundini av dystinum hjá Neistanum móti StÍF sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bara átta sekund fyri leiklok skeyt hann fyri fyrstu ferð í dystinum – byrjunarstøðan undantikin – Neistan upp á javnt, og rómurin í bláa partinum av høllini var øgi­ ligur. Men síðani gekk tað skjótt fyri seg. Tá StÍF gav bóltin upp, fekk hann reytt kort fyri at renna Jakob Jónsson umkoll, og fá sekund seinni varð hann burturvíst, tí hann var inni á vøllinum og mótmælti brotskastsdóminum, sum førdi til avgerandi málið. Eitt mótmæli, sum kostaði honum burturvísing frá dómaraparinum. Tá vit seinni tosaðu við Áka, var hann skjótur av viðganga, at seinasti parturin kanska var betri ógjørdur, men hann hevði tó ilt við at skilja grundgevingarnar hjá dómaraparinum. ­ Sjálvandi er fagnaðurin stórur, tá eg skori. Vit hava verið aftan fyri allan dystin, men við málinum koma vit upp á javnt. Tá bólturin so verður givin uppaftur, tackli eg Jakob alt fyri eitt. Sum eg sá tað, so var bólturin givin upp, og tá eigi eg ikki uttan víðari reytt kort fyri hetta. Tann parturin vildi verið øðrvísi, um bólturin als ikki var givin upp. ­ Og dómarin sigur eisini við meg, at eg fái reytt, tí tacklingin er ov ógvuslig, og tað dugi eg als ikki at skilja. Var úti Reyða kortið bar við sær, at Áki noyddist at flyta seg frá Neista­beinkinum, og ístaðin settist hann millum áskoðararnar. ­ Tá er dysturin fyri mítt viðkomandi jú liðugur, og tí havi eg ilt við at skilja, at dómararnir vísa mær burtur seinni. Upptaktin til ta hendingina er annars, at eg leypi inn í gleði um bjargingina, sum Jacob ger. Tá eg so finni útav, at dómararnir hava dømt brotskast, standi eg longu inni á vøllinum, og tá puls­ urin framvegis er høgur, beri eg meg ikki rætt at. ­ Men sum eg havi skilt reglurnar, so kunnu teir ikki burturvísa mær fyri hetta. Vilja dómararnir hava ein áskoðara út, so mugu teir heita á hallarvørðin um hetta. Men í mínum føri geva teir krossaðar armar, so eg ivist í, um tann burt­ urvísingin kann standa við, sigur Áki at enda. Hvør revsingin verður, er ilt at meta um. Í øllum førum merkir reyða kortið, at Áki er leikbannaður, tá Neistin í komandi umfari spælir móti KÍF. Og so verður tað upp til Kappingarnevndina hjá HSF at gera av, um talan verður um aðra revsing. Føroysku kvinnurnar taptu fyrsta dystin í undankappingini til EM-undankappingina Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan gjørdist um tepurt tap, tá føroyska kvinnu­ landsliðið í fótbólti spældi fyrsta dystin á ferðini til Makedonia. Dysturin leygardagin var móti Wales, sum før­ oyska liðið áður hevur knógvað, men hesa ferð gjørdust okkara tó ov stutt­ ar. Wales legði seg odda eftir góðum hálvum tíma, og tann støðan helt sær, til dysturin var at kalla liðugur. Tá øktu kvinnurnar úr bretska krúnveldinum, men í yvirtíðini eydnaðist Føroyum at minka um mun­ in, tá Malena Josephsen sendi bóltin í netið. Føroyar eru í undan­ kappingini í bólki við Wales, Kasakhstan og Makedonia. Tað er bert vinnarin í bólkinum, sum sleppur víðari til veruligu undankappingina, og hetta tykist í løtuni at gerast ein dystur millum Wales og Kasakhstan. Kasakhstan vann nevnliga sín dyst móti makedonsku vertunum við einum máli móti ongum. Næsti dysturin hjá før­ oysku kvinnunum verður mánadagin kl. 13, og er tað tá Kasakhstan, sum er mótstøðuliðið. Taptu tepurt fyri Wales Frágreiðing skal skrivast Hjalmar Petersen, sum er fyrrverandi altjóða dómari, og sum eisini hevur virkað sum dóm­ araeygleiðario, var millum áskoðararnar til dystin á Skála sunnu­ dagin. Og hann gevur Áka Mørk rætt, tá hesin metir tað vera skeivt av dómarunum at geva sær burturvísing, eftir at reyða kortið er givið. ­ Tá reytt kort er givið, er spælarin úti úr dyst­ inum, og tí er tað skeivt, at hesin seinni verður burturvístur. ­ Hinvegin er eingin ivi um, at tilburðurin eigur at vera partur av frágreiðingini, sum dómararnir lata inn eftir dystin. Og tað skal so verða hendan frágreiðingin, sum er grundarlagið, tá støða skal takast til, hvørt spælarin skal leikbann­ ast ella ikki, sigur Hjalmar Petersen. -mørk Átta reyð sekund Bert sekundir eftir at hann hevði skotið Neistan upp á javnleik, mátti Áki Mørk fara av vøllinum við reyðum korti Mynd: Álvur