mánadagur 20. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2006
27
Verður
betri
Jakob Jónsson helt
avgjørt ikki, at talan
var um besta avrikið hjá
StÍF higartil í ár. Men
hann fegnaðist tó um, at
teir hesa ferð megnaðu
at toga stigini heim.
– Fyrra hálvleik er
spælið á eini leið, og eg
haldi, at vit hava tamar
hald á støðuni. Men
seinni hálvleikur er ikki
nóg góður. Tað byrjar tó
spakuliga at ganga rætta
vegin hjá okkum, men er
tað so “step by step”.
Fóru nervarnir ikki í
topp hasa seinastu løt
una, tá teir koma upp á
javnt?
– Jú. Men tíbetur var
tað eg sjálvur, sum átti
mistakið til seinasta
málið hjá Neistanum.
Vit klára tó at fáa eitt
brotskast, og hetta vildi
Finnur sleppa at taka.
Eg spurdi hann, um
hann vildi royna aftur
(Finnur brendi brotskast
stutt undan hesum), og
hann svaraði avgjørdur:
Ja!.
Sigur letur StÍF standa
eftir sum ósigrað og
einsamalt í oddinum.
Men hóast henda veru
leika, so vil Jakob als
ikki somikið sum tosa
um gull og heiður enn.
– Nú fáa vit at síggja.
Enn taka vit bara ein
dyst ísenn, og so taka
vit tað hiðan og frá.
Vánaligt verjuspæl
var størsta eyðkennið
fyri dystin á Skála,
har áskoðararnir
tó fingu valuta fyri
atgongumerkini við
tveimum óhugnaliga
spennandi minuttum
móti dystarenda.
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu minuttirnir av
dystinum á Skála munnu
seint fara í gloymibókina
hjá áskoðarunum. StÍF
hevur í ár gjørt seg til sjálv
útnevndar serfrøðingar í at
tveita leiðslur burtur móti
dystarenda, og tað var eisini
um reppið, at teir fyri fjórðu
ferð í seks dystum endurtóku
kynstrið.
Strandingar høvdu allan
dystin verið á odda. Og tó
at Neistin hevði svarað aftur
seinastu tíggju minuttirnar,
so tóktist vandin vera av,
tá Finnur Hansson hevði
høgt bóltin í netið til 3532.
Neistin hevði annars strítt
seg upp á 3132, men við
aftursvarinum hjá StÍF í
mentu, og bert 90 sekundum
eftir á talvuni, skuldi verið
leyst og liðugt.
Mistu og vunnu
Men Neistin vildi tað øðr
vísi. Venjarin tók time
out, og so fór liðið niðan á
miðjuna at jagstra StÍF. Og
mín sann, um strandingarnir
ikki tríggjar ferðir á rað
megnaðu at tveita bóltin
burtur. Úrsitið var hvørja
ferð kontramál til Neistan,
og tá Áki Mørk bara átta sek
und fyri dystarlok langaði
leðurkúluna í kassan, tóktist
oddaliðið hóast alt at fáa
nakað burtur úr dystinum.
Men alt koppaði tó aftur
seinastu sekundini. Útvís
ingin av Áka Mørk gav
strandingum fyrimun í
manntali, og tó at teir fleiri
ferðir í dystinum ikki høvdu
gagnnýtt hendan fyrimunin,
so eydnaðist tað hesaferð.
Í seinastu álopsroyndini
varð
Mortan
Hansen
spældur leysur á strikuni,
og tá dómararnir metta at
verjuspælari hevði togað í
armin á strikuspælaranum,
varð brotskast dømt.
Finnur Hansson hevði
stutt undan hesum misnýtt
brotskast, tá hann – at síggja
til – kundi lukkað dystin.
Ta ferðina bjargaði Jacob
Larsen, men hesa ferð helt
Finnur høvdið kalt, og so
vórðu stigini verðandi á
Skála.
Vána verjuspæl
Stigatalvan tosar sítt greiða
mál um, at tað vóru tey bæði
bestu liðini í Atlantic Air
wayskappingini, sum dyst
aðust á Skála sunnudagin. Og
verður tosað um álopspartin,
so prógvaði dysturin kanska
eisini, at so er. Men tá tveir
teir bestu málverjarnir í Før
oyum lata til samans 71 mál
ígjøgnum í 60 minuttir, so
ber illa til at siga, at avrikini
í verjupartinum vóru serliga
sannførandi.
Heldur kann sigast, at
verjuspælið var ikkieksister
andi, og so var tað óvanliga
trupult hjá teimum báðum
málverjunum at prógva sítt
virði. Marian var tó tann
fyrri at gera hetta, og tá hann
spakuliga byrjaði at fanga
nakrar opnar møguleikar,
tóktist StÍF skræða seg púr
asta leyst.
Samstundis hevði Jacob
fingið sær ein stuttan steðg
á beinkinum, og tá hann kom
innaftur, var tað Neistin,
sum tók seg fram. Orkan hjá
teimum tóktist eisini vera
betri, enn hon var hjá StÍF,
og spakuliga ótu teir seg
nærri. Serliga vóru Tróndur
Kragesteen og Áki Mørk
raskir í kontrarenningunum,
meðan Buha á veinginum
víst seg sum spælarin við
so nógv besta fótskiftinum
í landinum. Tað tóktist eis
ini, sum skuldi hetta geva
bonus, men at enda tók StÍF
tó stikkið.
Veteranurin
sum trumfur
Við hesum eru strandingar
einsamallir á odda, og sum
einasta ósigraða liðið í kapp
ingini er kanska ikki heilt
burturvið, um teir verða
róptir favorittar.
Og sum so er einki til
hindurs fyri, at liðið kann
standa mát allan vegin.
Hóast tosað hevur verið um,
at hópurin ikki er tann breið
asti, so er talan í øllum førum
um høgan kvalitet, sum ikki
altíð er í dysti. Hesa ferð sat
Artur Johansen uttan fyri
allan dystin, meðan Leivur
Justinussen als ikki var í
hópinum. Tað gjørdi so, at
Jakob Jónsson sjálvur sá seg
noyddan at spæla.. Tað var
nú ikki ætlanin frá byrjan,
men hóast beinini eru mill
um tey elstu í Atlantic
Airways deildini, so er før
leikin framvegis framúr,
og í so máta er hetta ikki
so galin trumfur at eiga á
beinkinum.
StÍF-Neistin 36-35 (20-26):
Málveitslu í illa spældum drama
Fagnaðurin var øgiligur, tá StÍF hevði bast Neistanum. Hóast oddadyst, so var talan ikki um nakað serstakliga gott spæl, men
dramatikkurin seinastu løtuna var øgiligur
Mynd: Álvur
StÍF-Neistin 36-35 (20-16)
Málskjúttar
StÍF: Finnur Hansson 14(4), Regin Didriksen 5, Jakob
Jónsson 5, Mortan Hansen 4, Andre Danielsen 3, Terji
Poulsen 2, Bárður Danielsen 2, Borgar Danielsen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 10, Blagoje Buha 8(4),
Carl Herup Olsen 5, Birgir Poulsen 4, Áki Mørk 4, Dann
Thorleifsson 2, Jugoslav Djumic 2
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 4, Neistion 9
Diskvalifikatiónir: Neistin 2 (Báðar beinleiðis reytt)
Burturvísing: Neistin 1
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum
FAKTA UM DYSTIN
UEFA givið Skotlandi ávaring
Tá Skotland herfyri basti fraklendingum 10, ákærdi franski landsliðsvenjarin
skotsku bóltdreingirnir fyri at dr‡ggja tíðina og ikki tveita bóltarnar inn aftur
á vøllin. Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, vísti eftir dystin á,
at bóltdreingirnir góvu sær alt ov góða stundir til at fáa bóltarnar inn aftur
á vøllin. Hesar atfinningar skrivaðu bæði dómarin og UEFAhjálparin í
frágreiðingina eftir dystin, og tað hevur nú við sær, at Skotland hevur fingið
eina almenna ávaring frá UEFA.
Um seinu bóltdreingirnir vóru beinleiðis orsøkin til, at Skotland vann
dystin, sigur søgan onki um, men kanska áttu føroyingar at kært hesar somu
bóltdreingir fyri at vera ov grammar at tveita bóltin inn á vøllin, tá Føroyar
spældi í Skotlandi...
Fótbólts-legenda lagt árarnar inn
Ungarska fótbóltsstjørnan Fernec Puskas doyði á einum sjúkrahúsið í
Budapest í dag, 79 ára gamal. Seinastu tveir mánaðirnar hevur Puskas
verið álvarliga sjúkur, og hansara seinastu dagar vóru merktir av
lungnabruna og høgan fepri.
Fyri nøkrum árum síðani, varð Puskas valdur at vera tann fjórði
besti leikarin í 20. øld. Puskas var drívmegin á vøllinum, tá ungarska
landsliðið tók øll á bóli og vann 63 á Onglandi á Wembley åi 1953.
Í sínum 84 landsdystum megnaði Puskas at skora onki færri enn 83
mál. Seinni gjørdist Fernec Puskas spanskur ríkisborgari, og í Real
Madrid skeyt hann heili 512 mál í 528 dystum fyri felagið har hann
eisini vann tríggjar evropakup kappingar.