Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 224 - 20. november 2006 ] - Vit vóru ótrúliga uppsettir Eftir dystin fingu vit orðið á Karl Johan Djurhuus hjá KÍF, sum var við aftur á liðnum eftir skaða. Hann var ótrúliga glaður fyri sig­ urin á hoyvíkingum. ­ Hetta kom væl við. Vit eru ótrúliga upp­ settir í dag, og tí vinna vit dystin. Í fyrra hálv­ leiki sæst týðiligt, at vit eru betri enn teir, men í seinna hálvleiki slappa vit helst ov nógv av. Teir sleppa niður á fýra mál, men so koyra vit á aftur, og eftir hetta haldi eg, at vit hava tamarhald á dystinum. Nú eru vit komnir í gongd, og so vóni eg, at vit klára at halda hesum næsta dyst. - Verjan var ikki nóg góð Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Kára Dur­ huus, venjara hjá hoy­ víkingum. Hann helt, at verjan hevði stórar trupulleikar at fáa fatur á Damir, og at hetta helst tapti dystin. ­ Vit hava stórar trupulleikar at fáa fatur á Damir Oros í fyrra hálvleiki. Hann ger næstan, sum hann vil, og tá tað ikki riggar hjá honum, so taka aðrir við hjá kollfirðingum. So eg haldi, at vit mugu fáa verjuna at rigga betri næstu ferð, tí verjan hjálpir at kalla slett ikki málmonnunum. Í seinna hálvleiki koma vit tó betur, tí tá spæla vit meira frítt, men tíverri, so er hetta ikki nokk. KÍF vann tryggan sigur á H71 í høll- ini í Kollafirði sunnudagin. Við sigrinum togar KÍF seg longur upp eftir stigatalvuni, meðan H71 verður verandi í botninum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyrstu løtuna tóktust hoy­ víkingarnir sera uppsettir, meðan KÍF ikki kom so væl í gongd. Eftir eini lítlari løtu hevði H71 lagt seg á odda 2­4 við góðum og skjótum spæli, men so vaknaðu kollfirðingarnir. Teir fingu fýra mál á rað, og so var tað knappliga KÍF, sum lá á odda. Eftir hetta fylgdust liðini eina løtu, og tá 17 minuttir vóru farnir skoraði H71 til støðuna 10­ 9, men so tók KÍF yvir. Næstu 5 minuttirnar fingu kollfirðingarnir fýra mál á rað, og nú var munurin heili fimm mál á liðunum. Restina av hálvleikinum skiftust liðini um at skora mál, men KÍF var liðið, sum var oman á í frra hálvleiki. Tá dómararnir bríkslaðu til hálvleiks førdi KÍF 19­ 13, og serliga ein leikari hjá KÍF vísti veruligan klassa í fyrra hálvleiki. Damir Oros fekk heili 8 mál í fyrra hálvleiki, so hálvleiksleiðslan hjá KÍF var ikki minst honm at takka. Eisini Zeljco Iotic í KÍF­málinum, sum spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið spældi væl. H71 royndi at kempa Í byrjanini av seinna hálv­ leiki var gongdin á leið tann sama, sum í fyrra hálv­ leiki. Liðini vóru sera jøvn, og fyrstu løtuna skiftust tey um at skora. Tá góðir 15 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki kom eitt sindur av lív í fólki. Tá minkaði H71 nevniliga um munin niður í 26­ 22, samstundis sum KÍF hevði ein mann útvístan. Hesa løtuna tók Karl Johan Djurhuus, sum ikki hevur spælt síðstu tveir dystirnar fyri KÍF vegna skaða, tó ábyrgd. Hann fekk 2 mál, meðan kollfirðingar vóru í undirtali, og við hesum málunum megnaðu hann og KÍF at halda munin niður til H71, soleiðis at fimm mál enn vóru á muni, tá KÍF bleiv fullmannað aftur. Eftir hetta hevði KÍF tamarhald á dystinum, og sjálvt um H71 royndi at toga inn á KÍF, so tóktist hetta ikki hjálpa tað stóra. Síðstu løtuna fylgdust liðini aftur, og at enda vann KÍF ein tryggan og uppibornan 36­30 sigur á H71. Hoyvíkingarnir vístu tó góðan vilja í seinna hálvleiki, og høvdu teir ikki havt ein so keðiligan fyrra hálvleik, so kundu teir kanska hótt KÍF í seinna hálvleiki. KÍF á rættari kós Hjá KÍF spældi Gert Han­ sen ótrúliga væl í seinna hálvleiki. Hann gjørdist eis­ ini toppskjútti við 11 mál­ um, og við sigrinum nærk­ ast KÍF nú ovaru liðunum, samstundis sum teir leggja sjógv niður til H71 og Kyndil í botninum. Gongdin hevur verið góð hjá kollfirðingunum síðstu dystirnar, og um teir halda fast um hesa gongdina, so er ikki óhugsandi, at teir kunnu spæla við um medaljur seinni í ár. Fram vann tepran sigur á Fleyr í meistaradeildini hjá monnum, tá hesi bæði liðini møttust í Hoyvíkshøllini sunnudagin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fram-Fleyr 3-1 (20-25, 25-18, 25-23, 29-27) Leygardagin stóð slagið um Havnina í meistaradeildini hjá monnum, tá Fleyr vitjaði hjá Fram í Hoyvíkshøllini. Undan dystinum lá Fram heilt frammi í oddinum, meðan fleyr mátti fáa ein sigur, um teir vildu nærkast toppinum. Fleyr fekk eisini betru byrjanina henda dagin, tá teir vunnu fyrsta sett rætti­ liga trygt 20­25. Við hesum høvdu teir nú lagt lunnar undir ein óvæntaðan sigur, men soleiðis skuldi tað ikki vera henda dagin. Í øðrum setti slóg Fram til, og hetta vunnu teir trygt 25­18. Triðja settið bleiv hinvegin sera spennandi, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. At enda gjørdist Fram tó drúgvari, og teir vunnu 25­23. Nú sá ikki ov gott út hjá Fleyr, men fjórða settið gjørdist eisini sera spenn­ andi. Her var at kalla púra javnt í millum liðini, og heili 29 stig máttu til, áðrenn ein vinnari bleiv funnin. En einaferð megnaði Fram at vinna á SÍ, og sostatt eru teir framvegis við heilt frammi í meistaradeildini hjá monnum. B71 hevur fingið venjara B71 hevur sett serban Dusan Mokan sum nýggjan venjara hjá felagnum.Dusan, sum er 36 ára gamal, hevur UEFA A­lisens og hevur virkað sum venjari síðani 1998. Í løtuni venur hann 2. deildarfelagið FC Lokomotiva Brcko í Bosnia Herzogovina. Dusan skal venja bæði tey vaksnu liðini umframt smádreingir og dreingir hjá B71. Góðu royndirnar við serbanum Dragan hevur givið B71 mót uppá at royna enn eina serba. Nú er tað bara VB/Sumba av liðunum í Formuladeildini, sum manglar at kunngera venjara til næsta kappingarár. Nordstrand er toppskjútti Tað hevur gingið strúkandi hjá álopsspælaranum Morten Nordstrand, sum í summar skifti frá Lyngby í 1. deild til FC Nordsjælland í superliguni. Nordstrand var álopsfelagi hjá Christian Lamhauge Holst í Lyngby, men nú roynir hann seg í bestu deildini. Í gjár var seinasta umfar í superliguni fyri vetrarsteðgin, og Nordstrand skoraði tvey mál fyri FCN. Hetta vóru mál nummar 9 og 10 hjá Nordstrand í heyst, og hann er toppskjútti í superliguni. Fram vann slagið um Havnina KÍF-H71 36-30 (19-13): KÍF vann trygt KÍF-H71 36-30 (19-13) Málskjúttar KÍF: Gert Hansen 11, Damir Oros 10 (2), Rógvi Weyhe 5, Karl Johan Djurhuus 4, Arnbjørn Hansen 3, Teitur Joensen 2, Niklas Reginsson 1 (1) H71: Niels Viggo Niclassen 7 (4), Tróndur Vatnhamar 6, Esbern Patursson 4, Poul Kjartan Dam 4, Gunnar Bláberg 4, Dánjal Tórgarð 3, Olaf Vesturgarð 1, Janus Sørensen 1 Brotskøst: KÍF 3, H71 6 Útvísingar: KÍF 6, H71 6 FAKTA Talan gjørdist um sera tryggan heimasigur, tá KÍF hevði vitjan av H71 savnsmynd